týsdagur 13. mars 2018síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 14. mars 2018 · Nr. 31
Ditlev Róin
24. juni 1940 – 6. mars 2018
in memoriam
Syrgin strok um fjørð nú fara,
bygdarsonur deyður er,
gott hann gjørdi øllum bara
lívsskeið sítt á foldarferð.
Bragdligur í øllum yrki,
dugnaligur til alt verk,
sátt og semja, væl í virki,
stig hans gjørdu stinn og sterk.
Konu var hann hollur maður,
børnum góður faðir við,
vinum sínum altíð gævur,
lukkan ló við hansar lið.
Góðu tit, sum mist nú hava
mann og pápa, abba við,
gáið nú ta minnisgævu,
tit øll eiga enn við lið.
Vóru vit so mangan saman,
væl í verki ár so mong,
við vit høvdu gleim og gaman,
so at stund ei kendist long.
-----
Góði Ditlev, takk for løtu,
eg við tær gekk lívsins leið,
væl tú tráddi lívsins gøtu,
heilt úr tún til evsta eið.
Nú tú fórst um fjara liðið,
feigdarferð á fedrafund,
góði frændi, far í friði,
sov nú sælur deyðans blund.
pmp
Ditlev Róin
til minnis
Tá ið eg hoyrdi, at vinmaður mín Ditlev
var farin foldum frá, rann mær í hug,
hvussu nógvar góðar vinir eg havi mist tey
síðstu ikki so mongu árini, og her hugsi
eg um Hanna, Jørgin, Hans Kristjan og
Solberg, og nú fór so Ditlev.
Ditlev og eg hava kenst frá
tí, at vit vóru smádreingir, grannar og
uppvaksnir á Miðjuni. Har á garðinum
var gott at vaksa upp, og nógv børn
vóru í grannalagnum, og vit spældu væl
saman. Tá ið vit komu úr skúlanum, sum
lá beint omanfyri, og vit høvdu skift -
vóru farnir úr skúlaklæðunum – og í
okkurt annað, varð farið út at spæla, um
summarið niðanfrá ella í fjøllini, men sum
oftast fóru vit oman í fjøruna at fanga
krabbar, tarabrosmur, kruttungar og ikki
at gloyma glasállar, ella vit fóru oman á
Piddasabrúgv at veiða seiðamurtar. Vit
nýttu ofta boygdar knappanálir til húk,
men tá ið vit vuksu til og fingu nøkur
oyru, keyptu vit okkum seiðahúkar úr
Piddasahandli – eg haldi, teir kostaðu eini
tvey ella trý oyru stykkið. Vit kastaðu
eisini nót, sum vit sjálvir høvdu gjørt úr
onkrum posaklodda, eftir seiðamurtum,
og onkuntíð høgdu vit eisini seiðamurtar
við jørnum, sum vit høvdu gjørt okkum úr
ymsum gjørðum.
Tað var ikki bara til stuttleika,
at vit veiddu, tí ofta høvdu vit pisur,
bæði skurapisur, ternupisur og ikki
minst rytupisur. Summi ár komu stórir
flokkar av rytupisum flúgvandi inn eftir
fjørðinum og settu seg í bøin, og mannaðu
vit okkum væl, tóku vit onkuntíð einar
15 rytupisur, og tá gjørdu vit okkum
eitt stórt búur úti í Toftum saman við
toftadreingjum, sum búðu eitt sindur
norðan fyri okkum. Hesa tíðina við
nógvum pisum búðu vit niðri í fjøruni, og
tá ið vit fóru oman, segði ongin við okkum:
“Dettið nú ikki á sjógv!” og bjargingarbelti
kendu vit ikki. Eg minnist bara eina
druknivanlukku frá mínum barnaárum –
tað mundi vera miðskeiðis í fimtiárunum
– og tað var, tá ið Magnus hjá Erhardt og
Hannu druknaði niðri við Piddasabrúgv.
Góðar dagar fóru vit ofta í hagan,
og eg minnist serliga væl ein túr, vit tríggir
vinmenninir Ditlev, Edmund og eg gjørdu.
Vit gingu vestur frá bygdini um Heyggin
Lítla vestur í Dal, niðan Heyggin Mikla og
longur gjøgnum Innandalshaga vestur í
Mýrabotn, og um Mýrabotnsbrúgv undir
Blábjørgum vestur á Jøklaskarð,sum
sigst vera eitt av hægstu mannaskørðum
í Føroyum, og vit funnu fleiri reiður á
leiðini niðan.
Síðani hildu vit suðureftir vestan
fyri Gjógvaráfjall og oman á Breiðaskarð
millum Gjógvarafjall og Kamb, og her
eigur nógv likka og eisini svartbakur. So
gekk leiðin oman á Heimaradal við vøkru
Breiðá og nógvum fuglalívi, og haðani
gingu vit væl nøgdir eftir ein frálíkan túr
eftir Dalagøtuni heim aftur í bygdina.
Pápi Ditlev, Jákup Frants, átti
bát, og onkuntíð vóru vit á floti bæði við
snøri, einum línustubba ella kalvalínu, og
vit dyrgdu eisini av og á. Viðhvørt skutu
vit, og tá var nógvur fuglur at fáa, bæði
lomviga og álka, og um heystarnar vóru
vit ofta eftir havhestaungum og skutu
skarv.
Okkum dámdi væl at fáast við
seyð og ganga á fjall, og tað var eitt sindur
av jørð í báðum húsunum. Forfedrar
okkara høvdu velt gerði upp úr nýggjum
í Hálágerði, og hesi gerði lógu síð um síð,
og tá ið pápar okkara fullu frá, tóku Ditlev
og eg yvir, og síðani hava vit og okkara
familjur í mong Harrans ár bæði hoyggjað
og sett niður epli á hvørjum ári so at siga
saman og hava havt manga strævna og
hugnaliga løtu saman í gerðinum.
Torv varð skorið í Góðadali, og
eg minnist manga góða løtuna í tí vøkru
ánni, ið rennur oman gjøgnum dalin, tá
ið vit smádreingir fingu eina fríløtu úr
torvarbeiðinum.
Um fermingaraldur fór Ditlev til
Havnar at ganga í preliminerskúla, og tað
var ikki so vanligt tá á døgum, men hann
átti skyldfólk at búgva hjá, so tað mundi
gera mun. Pápi hansara, eins og mín, var
fiskimaður, og Ditlev dámdi væl at fáast
við tað, sum hevði við sjógvin at gera, og
sera raskur var hann eisini. Hann engdi
ofta hjá útróðrarmonnunum, og til tíðir
róði hann eisini út við teimum. Hann var
eisini í sildini norðanfyri, tá tann tíðin var.
Tá ið eitt skrivstovuarbeiði var
leyst á kommunuskrivstovuni, søkti hann
og fekk arbeiðið, og har var hann í nógv
ár, og tá ið Sjóvinnubankin læt upp deild
í Fuglafirði, varð heitt á hann um at taka
sær av honum, og har var hann leiðari
so leingi, sum bankin var til. Síðani flutti
hann saman við starvsfólkunum yvir í
Føroya Banka, og har virkaði hann, til
hann fór frá sum seksti ára gamal.
Okkum dámdi væl ítrótt –
Ditlev best hondbólt, men mær best
fótbólt – og Ditlev hevur dømt mangan
hondbóltsdystin. Eitt árið var hann á
ítróttarháskúla í Danmark, og tað dámdi
honum sera væl. Eitt skiftið vóru vit báðir
í nevndini hjá Í F, og Ditlev var formaður,
og tað megnaði hann væl.
Ditlev fann sær vív, Mariu, úr
Saltnesi, og tey bygdu sær hús í Kelkinum
nær gerðinum, so høgligt var hjá teimum
at røkja gerðið og seyðin, sum lá beint
omanfyri í Fjalshaga, og tey nýttu nógva
tíð í gerðinum og haganum, tí báðum
dámdi sera væl at halda til úti í natúrini.
Konan og eg høvdu ta gleði at ferðast
nógv saman við teimum bæði heima
og uttanlands, og eg kann eisini nevna
tær mongu ferðirnar, vit vóru saman í
Fuglafrøðifelagnum, og sum vóru sera
áhugaverdar.
Ditlev skrivaði ofta um
ferðirnar, hann gjørdi, og hann helt
røður á fólkafundum, t.d. á Skarðinum
í Fuglafirði, og eitt árið helt hann
grækarismessurøðuna á Vaglinum í Havn.
Vit fýra vóru í tvey ár við til at
telja fugl í Skúvoy, og Ditlev plagdi at telja
ternu fyri Berg Olsen, fuglafrøðing.
Síðsta ferðin, vit vóru uttanlands
saman, var frálíka ferðin til Kina í 2016,
har vit ferðaðust runt í Kina í 17 dagar. Vit
flugu til Beijing og haðani til fleiri aðrar
býir og endaðu í Shanghai. Vit gingu á
Kinesisksa Múrinum, vitjaðu Terrakotta
útgrevsturin, har teir tá høvdu grivið
fram eini 6000 hermenn, stríðsvognar
og hestar, alt í natúrligari stødd, og
sjálvandi var nógv farið í sor í kríggjum og
jarðskjálvtum, men teir arbeiddu dúgliga
at fáa nógv upp aftur at standa. Tað var
ikki fyrr enn í 1974, at ein bóndi, sum skuldi
grava sær ein nýggjan brunn, av tilvild
kom niður á hesar leivdir.
Vit gingu eisini á
Himmalfriðartorginum, vitjaðu Tann
Forbodna Býin og sóu Keisaraborgina, og
so nógv fólk var har, at tað var torført at
koma fram.
Vit sigldu tveir dagar á Yangtze
Kiang ánni í stórum áarbáti og gistu um
borð, vitjaðu fleiri bygdir við áarbakkan
og gingu í rísveltunum niðan fjallalíðina
og sóu, hvussu teir vatnaðu og arbeiddu
í veltunum, og kinesararnir virkaðu
ógvuliga blídligir og fyrikomandi.
Vit endaðu ógemeina
áhugaverdu ferð okkara í Kina í stóra
havnabýnum Shanghai, og har sást tíðiliga
ávirkanin frá vesturheiminum.
Tað hevur verið ógvuliga
hugstoytt tey síðstu árini at sætt, hvussu
Ditlev so líðandi viknaði sinnisliga, men
kropsliga hevur hann altíð verið væl fyri
og hartil raskur, so tað var altíð ein uggi, at
hann kundi ganga túrar sum fyrr, og hann
eygleiddi altíð tað, hann sá rundan um seg.
Nú er Ditlev farin um sýn, men
vit, sum enn eru á foldum, kunnu gleða
okkum um tey nógvu og góðu minnini
saman við Ditlev og Mariu bæði úti og
heima, har vit mangan sótu væl.
Farvæl, góði vinur!
Kristin
MINNINGARORÐ