týsdagur 13. mars 2018síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. mars 2018 · Nr. 31
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur Arge
Myndir: Haldur Suni
Stórt fimleikavikuskiftið hevur
verið í Bylgjuni í Runavík um viku
skiftið. Talan er um seinnu steypa
kappingina í estetiskum fimleiki.
19
lið
frá
Fimleikafelaginum
Støkk, Fimleikafelaginum Ljósið
og Havnar Fimleikafelag, luttóku í
kappingini.
Tað komu eisini altjóða dómar
ar til kappingina. Dómarar til kapp
ingina vóru Lea Kriibi frá Estlandi,
Leena M. Starck og Joanna Mãkelã
frá Finlandi, Anetta Hjermetslev
Pedersen frá Danmark, Beinta
Danielsen,
Elna
Johannesen,
Arnfríð Poulsen Eva M. Holm og
Óluva Maria Højgaard.
Øll fingu steypavinnarar
Havnar
Fimleikafelag,
Ljósið
og Støkk fingu øll samanlagdar
steypavinnarar. Svalan hjá Støkk
er vinnari hjá pinkum við 26,25
stigum. Eftirfylgjandi komu tey
trý liðini hjá Havnar Fimleikafelagi,
Mira, Milja og Maia. Hjá smágentum
var minni enn eitt stig á muni i
samanlagda
úrslitinum.
Fenja
hjá Havnar Fimleikafelag vann
samanlagt við 29,11 stigum, meðan
Viólin hjá Støkk, sum vann gull
í seinnu steypakappingini, fekk
samanlagt 28,77 stig.
Hjá gentum vann Lyra hjá
Ljósinum. Tær fingu 30,31 stig
til samans, meðan Nita og Freia
hjá Havnar Fimleikafelag fingu
ávikavist 28,30 og 28,18 stig. Hjá
kvinnuunglingum vann Eina hjá
Havnar Fimleikafelag við 29, 94
stigum, meðan Vípan hjá Støkk
fekk 28,25 stig.
Hjá
kvinnum
var
Hydra
frá
ljósinum
á
odda
fyrru
steypakappingini.
Tær
vunnu
eisini seinnu steypakappingina
móti Hulda. Hydra fekk samanlagt
29,72 stig, meðan Hulda fekk 27,20
stig. Úr Runavík verður sagt, at tað
gekk væl at avgreiða kappingina.
trondur@sosialurin.fo
ØLL FELØGINI
FINGU STEYPA
VINNARAR
Um vikuskiftið var seinna steypakappingin í estetiskum fimleiki. Kappingin var
í ítróttarhøllini í Runavík. Havnar Fimleikafelag, Ljósið og Støkk vunnu øll
Fakta:
Skráin fyri komandi kappingar:
Estetiskar kappingar:
Onnur steypakapping
11.mars 2018
Í Bylgjuni í Runavík
Undan kapping FM
19.mai 2018
Høllin á Hálsi Tórshavn
FM Finalan
21.mai 2018
Høllin á Hálsi Tórshavn
Amboðs kappingar:
FM kapping og
góðkenningardagur
12. og 13.mai 2018
Í Fimi í Tórshavn