Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-13, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. mars 2018síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 14. mars 2018 · Nr. 31 TÍÐINDI Bakkafrost hevur gjørt avtalu við JT electric um keyp av einum 75 metra lang­um fóðurskipi. Hetta er annað fóðurskip av hesari stødd, sum JT electric skal lata Bakkafrost í 2018. – Vit fegnast um, at Bakka­frost enn einaferð hevur valt eina tílíka loysn frá okkum, sigur Suni Justinus­sen, stjóri á JT electric. Fóðurskipið verður út­ gjørt við framkomnu fóður­ skipanini, sum er ment á Kambsdali. Fólk frá JT electric skulu leiða um­ bygg­ingina, sum verður gjørd á einari skipasmiðju í Póllandi. Tøknin umborð verður framleidd í Føroyum og síðan sett í skipið á pólsku skipa­smiðjuni. Hetta er áttanda fóður­ skip­ið, sum JT electric letur føroysku alarunum. Á JT electric starvast 33 fólk, harav 6 fólk arbeiða á eini menningardeild, sum arbeiðir við at menna nýggj­ar skipanir og vørur til alivinnuna í Føroyum og uttan­lands. Løgreglan gjørdi ferðamátingar í Havn Dánjal av Rana Løgreglan gjørdi týs­ morgunin ferðmátingar í Varða­gøtu í Havn. Hetta er ein av gøtunum, har hámarks­ferðin kort síðani er lækkað niður í 30 km/t. Hetta er gjørt uttan fyri flestu skúlar­nar í býnum.  Løgreglan hevur gjørt ferð­mátingar har áður, men hava tá verið lagaliðir og einans givið fólki ávaringar og áminningar um, at nú er hámarksferðin einans 30 km/t og ikki 50 km/t sum áður. Nú er náðitíðin so av. Í morgun vórðu fimm bil­ førar­ar tiknir fyri at koyra ov skjótt. Fýra teirra fingu klipp í kortið fyri at koyra yvir 46 km/t, meðan tann seinasti fekk eina treytaða frá­døming fyri at koyra yvir 50 km/t. Tað er so, at í slíkum son­um, har hámarksferðin er sett niður, eru mørkini fyri, nær ein fær klipp og frá­døming eisini herd. Tí fær ein klipp longu tá ein koyrir meiri enn 16 km/t um skjótari enn loyvt og treyt­ aða frádøming, um ein koyrir meiri enn 21 km/t skjótari enn loyvt. Eirikur Lindenskov Danski for­sætis­mála­ráð­ harrin svarar ikki spurn­ ingi­num frá Magna Arge, fólkatingsmanni, um Danmark hevur boð­að ST frá føroyska sjálvs­av­gerðar­ rætti­num, eins og fleiri hava ført fram í politiska kjaki­ num.  Tað sigur Magni Arge, fólka­tingsmaður, sum skriv­liga hevur spurt Lars Løkke Rasmussen, forsætis­ mála­ráðharra, um Danmark hevur boðað ST frá, at Dan­ mark virðir føroyskan sjálvs­av­gerðarrætt at gera av egna framtíð á øllum økjum – eisini at skipa seg sum fullveldi.  – Forsætismálaráðharrin svarar ikki spurninginum um ST-fráboðanina, men endur­tekur bara, at stjórnin vil virða avgerð føroyinga um at skipa Føroyar sum sjálv­støðugt land, um fólkið í Føroyum ynskir tað, sigur Magni Arge. Hann vísti í fyrispurningi sínum á, at í politiska kjaki­num verður ferð eftir ferð sagt, at Dan­ mark hevur boðað ST frá føroyska sjálvs­av­gerðar­ rætti­num, og hann vildi tí vita, nær hetta er gjørt, og hvussu tað er gjørt. Hann vildi eisini hava at vita, um tað er eksterni rætt­urin at skipa seg sum sjálv­støðuga tjóð, og ikki bara interni rætturin at sam­ráðast vegna »Danmark for så vidt angår Færøerne« í yvirtiknum málum, sum er frá­boðaður. – Úr forsætis­mála­ráð­ num kom tó onki svar upp á spurn­ingin - hesaferð, sigur Magni Arge. Tjóvar tóku bæði morfintabelttir og flótandi morfin Danjal av Rana Um vikuskiftið hevur inn­brot verið í Havn, har tjóvar­nir hava fingið fatur á nógvum rúsandi heilivági. Hildur Hentze, kanning­ ar­leiðari, sigur, at talan er um morfintablettir, ketogan og morfinplástur. - Talan er um rættiliga nógv morfin, sum kann vera sera vandamikið, um fólk tekur tað, sigur Hildur Hentze, sum tó ikki vil siga meiri um, hvar brotið er inn.  Talan er um 90 morfin­ tablettir, 20 ampullir av flótandi morfin, 10 ampullir av flótandi ketogan, 2 pakk­ar av morfinplástri, 50 dololtablettir og aðrar tablett­ir. - Løgreglan vil ávara fólk um at taka nakað av hesum, tí ilt er at siga, hvussu tú reagerar upp á slík­an heilivág, sigur Hildur Hent­ze. Bakkafrost keypir nýtt fóðurskip Sáttmálin verður undirskrivaður. Frá vinstru: Ólavur Thomsen, Suni Justinussen, Oddvald Olsen og Regin Jacobsen Fimm koyrdu ov skjótt Fýra fingu klipp í koyrikortið, tá løgreglan gjørdi ferðamátingar í Havn Løgreglan ávarar fólk ímóti at taka morfintablettir Stórur morfin­ stuldur í Havn Magni Arge fær einki svar frá Løkke Fólkatingsmaður er misnøgdur við svar frá forsætisráðharranum Magni Arge heldur seg ikki fáa veruligt svar frá Lars Løkke Rasmussen