hósdagur 15. mars 2018síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. MARS 2018
SOSIALURIN 32
6
HALLUR AV RANA
HALLUR@SOSIALURIN.FO
M
ikukvøldið stóð 41
ára gamli Allan Tau
sen á palli í Reins
arínum í Tórshavn.
Tað er einki óvanligt í tí, tí tað er
frá pallum at tey flestu munna
kenna hann. Sum tónleikari er
hann vorðin kendur í føroyska
tónleikaumhvørvinum fyri sínar
fjølbroyttar gávur við ljóðførum
og sum partur av bólkinum Marius.
Harumframt hevur hann spælt við
fleiri av Føroya størstu tónleikar
um.
Men tað var ikki tónleikurin, ið
fekk áhoyrarar at leta sær veg inn
í spælistaðið í mentanargøtuni í
høvuðsstaðnum mikukvøldið. Á
skránni hetta kvøldið var kvøldset
an hjá Skjólinum, ið Bláur Krossi
skipar fyri, og Allan Tausen var har
at greiða frá sínari lívssøgu.
Ein søga, um hvussu tað var at
vaksa upp við einum pápa, ið var
bundin av rúsdrekka og forsømdi
sína familju, men eisini ein søga,
um sítt egna misbrúk og stríð fyri
ikki at ganga í somu fótasporum
sum pápin.
- Eitt sum er so øgiliga løgið, tá
eg hyggi aftur á mítt lív, er at eg
havi hatað pápa fyri nógv ting
gjøgnum lívið. Eg havi hatað hans
ara rúsdrekkamisbrúk, at hann var
ótrúgvur móti mammu, hvussu
hann fór við henni o.s.fr. Eg havi
vitað av øllum hesum og hatað
tað. Men pínadoyð, um eg ikki geri
akkurát tað sama, sigur Allan Tau
sen, tá eg fekk orðið á hann áðrenn
fyrilesturin.
Har alt gekk galið
Tá Allan Tausen skal lýsa síni
barna- og ungdómsár, so hevur
hann trupult við at minnast tær
góðu tíðirnar, tí tær ringu hava
lyndi til at fylla alla myndina.
Pápin var føroyingur og mamma
var grønlendsk, og fluttu tey til
Føroyar, tá Allan Tausen einans var
smádrongur. Pápi var sjómaður,
men tá hann var heima, so dámdi
hann øgiliga væl at smakka sær
á og tók sær ikki serliga væl av
familjuni.
Tað var tó ein hending, ið serliga
stendur fast í huganum hjá Allani
Tausen, sum tann, ið broytti alt í
hansara familju.
- Pápi var í einum ferðsluvan
lukku í Rituvík, har hann koyrdi og
tvær gentur, ið vóru við í bilinum,
lótu lív. Tað var har alt gekk galið.
Hann dámdi væl at ballast og var
langt úti áðrenn, men tað bleiv bara
nógv verri aftaná vanlukkuna.
Hann bleiv aldrin til fólk aftur,
sigur Allan Tausen.
Sjálvur er hann í dag sannførdur
um, at pápin hevði kunna fóta sær
aftur, um hann fekk ta hjálp, ið
hann eyðsýnt hevði tørv á.
- Hann tók ikki ímóti kreppu
hjálp, tá ið hann hevði brúk fyri
tí. Hann fekk aldrin nakra sum
helst hjálp. Hansara hugsan var, at
hvussu skal ein, ið ikki kendi hann,
vita nakað sum helst um hann.
Svikin
Mamman royndi alt hon kundi
at halda saman um familjuna og
hjúnabandið, men misnýtslan av
rúsdrekka, ótrúskapurin og annað
bara vant upp á seg eftir vanlukk
una. Tvey ár eftir vanlukkuna gav
mamman loksins upp og rýmdi
við børnunum frá manninum. Tá
Allan Tausen í dag hyggur aftur á
barnaárini, so heldur hann tó, at
skaðin longur var hendur tá.
- Eg var um tíggju ára aldurin, tá
mamma fór frá pápa. Tá var longu
ov seint. Man sigur, at øll uppaling
hendir áðrenn eitt barn er tíggju ár.
Tá er tá man leggur virðir og annað
í tey. Restin er bara coaching víðari
í lívinum, sigur Allan Tausen.
Tað er serliga minnini um ferð
eftir ferð at verða svikin av tí per
PERSÓNSØGA
EG BLEIV TAN
- Hóast hann fór illa við mær og
mammu, so elskaði eg hann kortini,
sá upp til hann og vildi vera sum
hann. Tað er øgiligt sum man sum
menniskja er trúfastur. Eg var væl
yvir tretivu, áðrenn eg faktiskt gav upp. Tá tímdi
eg ikki meira. Tá sløknaði vónin um, at pápi kundi
blíva til eitt fólk aftur
Allan Tausen
- Eitt, sum er so øgiliga løgið, tá eg
hyggi aftur á mítt lív, er, at eg havi
hatað pápa fyri nógv ting gjøgnum
lívið. Eg havi hatað hansara
rúsdrekkamisbrúk, at hann var
ótrúgvur móti mammu, hvussu
hann fór við henni o.s.fr. Eg havi
vitað av øllum hesum og hatað
tað. Men pínadoyð, um eg ikki
geri akkurát tað sama, sigur Allan
Tausen, ið vaks upp við einum
pápa, ið var rúsdrekkamisnýtari.
EG HATAÐI
Mynd: Ditta Mathilda Joensen / veingir