Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-15, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. mars 2018síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. MARS 2018 SOSIALURIN 32 7 són­inum, ið hann elskaði mest, ið hevur sett djúp sár. - Sum barn hjá einum misnýtara, so hevur man verið útsettur fyri so nógv bullshit. Eg havi verið svikin og login fyri alt mítt lív. Tað gjørdi, at eg eri vorðin líkaglaður við hvat fólk halda um meg. Eg kann ikki brúka tað til nakað. Tað einasta menniskja eg kann rokna við her á jørð er mær sjálvum, og til tíðir kann eg ikki eingongd tað. Tað er eitt úrslit av mínum uppvøkstri, greiðir Allan Tausen frá. Men hóast hann upplivdi at verða svikin og særdur ferð eftir ferð, so var kærleikin til pápan altíð sterkur. Vónin um, at hann ein dagin skuldi taka seg saman, var eisini livandi í nógv ár. - Pápi er deyður nú, men eg elsk­ aði hann altíð. Hóast hann fór illa við mær og mammu, so elskaði eg hann kortini, sá upp til hann og vildi vera sum hann. Tað er øgi­ligt sum man sum menniskja er trú­ fast­ur. Eg var væl yvir tretivu, áðr­ enn eg faktiskt gav upp. Tá tímdi eg ikki meira. Tá sløknaði vónin um, at pápi kundi blíva til eitt fólk aftur, sigur Allan Tausen. Fylgdi hansara mynstri Um sama mundi sum Allan Tau­ sen misti vónina um, at pápin nakrantíð fór at sleppa burtur úr sínari misnýtslu, byrjaði hann at varnast, at munurin millum hann og pápan ikki var so stórur hóast alt. - Tá eg var síðst í tretivunum varn­aðist eg, at eg var akkurát líka sum hann. Einasti munurin var, at mítt misbrúk var hassj, sigur Allan Tausen. Arvurin frá pápanum sæst ser­liga aftur í teimum parløgum, ið hann hevur verið í gjøgnum lívið. Í sekstan ár var hann saman við einari kvinnu og áttu tey tvey børn saman, men eins og hjá for­ eldr­unum, so gekk tað ikki. - Tað at verða svikin sum barn og ikki kunna rokna við sínum for­eldrum er ræðuligt. Tað hevur oyðilagt meg á tann hátt, at eg dugi ikki parløg. Hóast eg ikki vildi gera somu feilir sum pápi mín, so var eg akkurát líka og gjørdi akkurát somu feilir. Men hvussu kundi eg vita annað, tá eg aldrin havi kent til nakað annað. Man fer í song við øllum øðrum og leggur einki í tey, ið man er saman við. Tað er tann hugburður, ið hevur verið í mín­ um barndómsheimi. Tað vóru teir feil­irnir, ið eg endurtók, sigur Allan Tau­sen. Í dag dugir Allan Tausen at síggja, at nógv av teimum tingum, ið hann hevur hatað í pápa sínum, eru ting, ið hann hevur sæð aftur í sær sjálvum. - Eitt sum er so øgiliga løgið, tá eg hyggi aftur á mítt lív, er at eg havi hatað pápa fyri nógv ting gjøgnum lívið. Eg havi hatað hans­ara rús­drekkamisbrúk, at Framhald á síðu 8 NN MAÐUR - Eg gjørdi júst tey somu tingini við mína fyrrverandi damu. Eg hevði verðsins fittastu konu og tvey deilig børn, men eg trúði ikki upp á, at tað kundi halda. Alt gott endar altíð. Tað er mín arvur frá pápa. Eg standi altíð við einum fóti uttanfyri og eri klárur at rýma, tí eingin skal kunna sára meg. - Hon fann sær ein annan og eg fór í knús. Eg visti at nú vóru tvær endastøðir. Antin legði eg einki í nakran, flutti til Christiania og livdi í misbrúki har ella tók eg meg saman og bygdi mær eina tilveru Mynd: Ditta Mathilda Joensen / veingir