Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-15, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. mars 2018síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. MARS 2018 SOSIALURIN 32 8 hann var ótrúgv­ur móti mammu, hvussu hann fór við henni o.s.fr. Eg havi vitað av øllum hesum og hatað tað. Men pínadoyð, um eg ikki geri akkurát tað sama, sigur Allan Tausen og greiðir víðari frá. - Eg gjørdi júst tey somu tingini við mína fyrrverandi damu. Eg hevði verðsins fittastu konu og tvey deilig børn, men eg trúði ikki upp á, at tað kundi halda. Alt gott end­ar altíð. Tað er mín arvur frá pápa. Eg standi altíð við einum fóti uttanfyri og eri klárur at rýma, tí eingin skal kunna sára meg. Ókendur Fyri fimm árum síðan lat Allan Tausen úr hondum plátuna Un­ known, ið hann hevði arbeitt við síð­an 2008. Talan var um eina per­ són­liga verkætlan, ið var eitt slag av eini roynd at náa ígjøgnum til pápan. - Ætlanin var aldrin at gerast kendur við tónleikinum, men at pápi skuldi hoyra hana. Pápi var ikki slagið man kundi seta seg at tosa við. Um vit byrjaðu at tosa um kenslur, so førdi hann samrøðuna yvir á ein trolara í Eysturgrønlandi, ið hevði ordiliga flottar lemmar. Hann tordi aldrin lata upp. So hetta var mín máti at fáa hann at lurta eftir mær. So kundi hann sita einsa­mallur, lurta og kanska skilja nøkur ting, greiðir Allan Tausen frá. Tað eydnaðist tó aldrin, tí eina viku eftir, at fløgan var liðug, doyði pápin púra óvæntað. Eftir stóð ein knústur sonur, ið aldrin fekk sagt tað við pápan, ið hann ynskti. - Tað var faktiskt tað, ið oyðilegði alt í mínum táverandi parlagi. Alt fór í knús, tí eg fór í kjallaran av øll­ um teimum tingum, ið eg enn bar uppá, og sum eg nú aldrin slapp at siga við pápa. Síðsta samrøðan eg hevði við hann var: ”Eg havi ikki ordiliga tíð til hatta nú babba. Hoyr­ast. Bei.” Og knappliga, so var hann ikki longur har, sigur Allan Tau­sen. Fyrsti sangurin á fløguni er sang­urin Unknown, ið er ein djúpt per­sónligur sangur, ið Allan Tausen skrivaði, tá hann helt at pápin lá fyri deyðanum. - Eg bleiv uppringdur í 2011 og fekk boð um, at hann lá fyri deyð­ an­um á B8. Frá tí eg legði rørið á, gekk tað einans ein hálvur tími til Unknown var liðugur. Eg brúkti løt­una við tónleiki at arbeiða við mínum kenslum og seta orð á tær, sigur Allan Tausen. Pápin hóraði tó undan, men All­ an Tausen fann tá út av, at hóast hann hevði kent pápan alt sítt lív, so var hann fremmandur fyri seg. - Tá fann eg út av, at eg visti slett ikki hvør pápi mín var. Eg hevði kent hann alt mítt lív, men eg var aldrin sloppin inn um yvirflatuna hjá honum, sigur hann. Vegamóti Um sama mundi fóru Allan Tausen og táverandi daman, ið hann hevði hildið saman við í sekstan ár, hvør til sítt. Tað tók hart á Allan Tausen, ið brádliga stóð við eitt vegamót í lívinum og mátti velja sína víðari leið. - Hon fann sær ein annan og eg fór í knús. Eg visti at nú vóru tvær endastøðir. Antin legði eg einki í nakran, flutti til Christiania og livdi í misbrúki har ella tók eg meg saman og bygdi mær eina tilveru. Allan Tausen valdi seinnu loysn­ina og førdi tað við sær eina lívs­tils­umbroyting. Hann legði av at drekka, byrjaði at ganga til fit­ ness, legði av at roykja hassj og fyri fyrstu ferð søkti hann sær pro­fessionella hjálp. - Eg mátti gera okkurt, eg vildi ikki enda sum pápi, so eg gjørdi alt fyri at fiksa meg sjálvan, sigur Allan Tausen, tá hann minnist aft­ ur á løtuna fyri trimum árum síð­ an. Trupulleikar at binda meg Tað gekk tó ikki leingi áðrenn Allan Tausen aftur var í parlagi, hesaferð við eini kvinnu, ið var átjan ár yngri enn hann. - Av onkrari orsøk, so var hon áhugað í mær. Hóast eg var av­vís­ andi at byrja við, so gav eg eftir. Eg leyp kanska eitt sindur ov skjótt út í tað aftur, men tað eg gjørdi rætt hesa ferð var, at eg spældi við opnum kortum. Eg segði henni hvussu tingini vóru. Eg var júst kom­in úr einum 16 ára longum parlagi og tað fór at taka tíð at koma yvir tað, greiðir hann frá. Tað bleiv tó liðugt teirra millum fyri tveimum mánaðum síðan í sam­band við, at hon ætlar sær utt­ an­lands at lesa. Ikki tí, at tey ikki vóru góð við hvønn annan, men tí at tey ivaðust í, um tað fór at rigga at búgva so langt frá hvørjum øðr­ um. - Eg sigi ikki, at tað var tað rætta at gera, men eg tók hálvgum avgerðina sjálvur og segði, at her steðga vit. Vit eru enn góð við hvønn annan, og um tingini vóru øðr­vísi, so vóru vit enn saman. Hon er fyrsta daman hjá mær, ið eg havi verið trúfastur móti. Eg havi altíð verið eitt svín, ótrúgvur og ikki havt nakra virðing fyri teimum, ið eg eri góður við. Alt tað keðiliga, ið eg upp­livdi við pápa mínum havi eg end­urtikið. Men við henni var tað øðr­vísi, sigur Allan Tausen. Søk hjálp Tað var hart enn einaferð at fara gjøgn­um eitt slíkt brot við ein, ið hann var góður við. Hesaferð var tað tó eitt sindur øðrvísi, tí nú hevði hann nøkur amboð, ið kundu hjálpa. - Eg reiv upp í gomlu sárini, men av tí, at eg seinastu árini havi verið so nógv til sálarfrøðing og terapi, so dugi eg væl at fáast við mínar kenslur. Nú veit eg, hví eg havi tað soleiðis í ávísum støðum, og leggi meg ikki bara niður at taka synd í mær sjálvum longur, sigur Allan Tausen. Avgerðin at søkja professionella hjálp, tá hann valdi at fáa stýr upp á sítt lív aftur, er ein avgerð, ið hann er ómetaliga glaður fyri í dag. Og tað er ein avgerð, ið hann viðmælir øllum, ið eru í somu støðu, at taka. - Eg eri takksamur fyri, at eg søkti hjálp. Og um man er í eini slík­ari støðu, so er mítt ráð at taka móti allari hjálpini tú kanst fáa. Tað eru bara summi ting, ið man ikki megnar sjálvur. Tað má man við­urkenna. Pápi er størsta dømi um tað. Hann spældi sær av við alt, og tað gjørdi eg eisini við fyrru dam­uni, tí eg tók meg ikki sama at fáa stýr upp á mínar kenslur og mín­ar trupulleikar. Í dag angrar hann, at hann ikki søktir sær hjálp fyrr, tí hann dugir at síggja, at lívið kundi verði so nógv betri, um hann gjørdi nakað við trupulleikarnar fyrr. - Nú byrjar mítt lív at líkjast nøkr­um, men eg verði 41 ár í ár. Eg var 38 ára gamal, tá eg byrjaði at hugsa, at nú mást tú taka teg sam­ an. Í 38 ár havi eg liva í einari myrk­ ari bløðru. Eg livdi eitt dupultlív, meðan eg læst sum alt var í ordan, sigur Allan Tausen. Kann ikki vera beiskur Hóast Allan Tausen hevur brúkt ein stóran part av lívi sínum at hata pápa sín, so velur hann í dag at halda lív í teimum góðu minn­ un­um um pápan. - Eg havi ásannað, at tað førir ikki til nakað gott at vera beiskur við pápa. Eg fái ikki brúkt tað til nakað. So nú royni eg at minnast hann, tá hann var edrúur. Tí hann hevði eisini nakrar góðar síður. Hann var av fittastu monnum, rask­ur, musikalskur og kundi spæla øll ljóðføri. Harumframt var hann framúr kreativur og hevði nógv góð hugskot, sigur hann. Og sjálvt um Allan Tausen síðstu árini hevur gjørt upp við tann sosiala arvin, ið hann fekk frá pápanum, so sær hann nú, at hann eisini hevur arvað nakrar góð­ar eginleikar frá honum. - Eg eri jú eisini musikalskur og tað havi eg frá honum. Slík ting velji eg at minnast aftur á og minna meg sjálvan á, at tað er honum eg havi tað frá. At okkurt av tí góða eg havi, havi eg frá honum. Eg fái ikki gjørt nakað við tað ringa, utt­ an at eg nú kann greiða øðrum frá, hvussu tað er at liva við einum pápa, ið er alkoholikari. So onnur fáa at vita, at tey ikki eru einsamøll í hesum, sigur Allan Tausen. PERSÓNSØGA - Tað var faktiskt tað, ið oyðilegði alt í mínum táverandi parlagi. Alt fór í knús, tí eg fór í kjallaran av øllum teimum tingum, ið eg enn bar uppá, og sum eg nú aldrin slapp at siga við pápa. - Eg eri takksamur fyri, at eg søkti hjálp. Og um man er í eini slíkari støðu, so er mítt ráð at taka móti allari hjálpini, tú kanst fáa. Tað eru bara summi ting, ið man ikki megnar sjálvur. Tað má man viðurkenna. Pápi er størsta dømi um tað. Hann spældi sær av við alt, og tað gjørdi eg eisini við fyrru damuni, tí eg tók meg ikki saman at fáa stýr upp á mínar kenslur og mínar trupulleikar. Mynd: Ditta Mathilda Joensen / veingir