Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-15, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. mars 2018síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. MARS 2018 SOSIALURIN 32 25 klár. Hann kom til Víking undan fyrsta umfari, men spældi ikki vegna vantandi loyvi. Sum skilst, so er tað ein rímiligur møguleiki fyri, at hann spælir. Her er meiri trýst á HB enn Víking, tí Víkingur vann í fyrsta umfari á Skála, meðan HB tapti heili 3-0 fyri KÍ. Her talan okkurt fyri einum sigri til Víking, meðan HB enn skal tiltaga seg til Heimir Guðjónsson. SOSIALURIN TIPPAR: 1-2 NSÍ-KÍ LEYGARDAGIN KLOKKAN 16 DÓMARI: LARS MULLER Hetta er í løtuni bestu boðini upp á ein FM- vinnara. Tí verða eisini tey flestu eyguni vend móti dystinum við Løkin. Serliga NSÍ hevur fingið hattin sum FM-favorittur frá teimum flestu. Eitt er venjarin Sámal Erik Hentze, meðan eisini tilgongdin av Jóhan Troest Davidsen, Fróði Benjaminsen og Øssur Dalbúð. NSÍ verður uttan Símun Rógva Hansen, men at hava Tórð Thomsen sum avloysara er nú ikki so galið. Hjá KÍ er vinstra síðan framvegis skerd. Hvørki Ísak Simonsen ella Ólavur Niclasen verða tøkir til dystin, men í Gundadali fekk 16 ára gamli Óli E. Poulsen møguleikan frá byrjan. Hann spældi eftir umstøðunum væl, men fekk serliga í seinna hálvleiki góða hjálp frá Ronni Møller-Iversen. Spurningurin er um tað verður loysnin aftur leygardagin. Í frálíka 3-0 sigrinum á HB sunnudagin vóru hvørki Marko Dusak ella Hákun Edmundsson við. Enn tykist eitt sindur ógreitt hvussu er við skaðunum hjá teimum. Í 2016 vann Mikkjal Thomassen allar tríggjar landskappingardystirnar móti Sámal Eriki Hentze, meðan dystirnir í fjør endaðu við javnleiki 2-2, 1-1 og 0-0. Tí er lætt at seta ein javnleik á. SOSIALURIN TIPPAR 1-1 Skála-B36 LEYGARDAGIN KLOKKAN 16 DÓMARI: JÓHAN HENDRIK ELLEFSEN Bæði Skála og B36 taptu í fyrsta umfari. Skála tapti 1-0 fyri Víkingi í Sarpigerði, men brendi brotsspark á vegnum. - Hetta er ein nýggjur dystir og ein nýggj upppgáva, men nú eru vit á heimavølli. Vit hildu at vit høvdu uppiborið meir í Gøtu, nú vona vit at fáa ein fyrimun við at vera á heimavølli. B36 spælir øðrvísi enn Víkingur, men vónandi klára vit at spæla upp í móti teimum eisini, sigur Eyðun Klakstein, venjari hjá Skála. Fyri Skála situr Ahmed Mujdragic uttanfyri, eftir at hann fekk ein skaða í knænum í dystinum móti Víkingi. Tað er óvist hvussu leingi hann situr uttanfyri, men tað verður mett sum ein smeitur fyri Skála, at miðverjin er skaddur. Allir mans eru tøkir hjá B36, sum tapti eitt sindur óvæntað fyri EB/Streymi í fyrsta umfari. Tú kundi sagt, at B36 er at kenna aftur frá í fjør. Tá komu teir heldur ikki ordiliga í gongd, men vóru garantar fyri góðum undirhaldi. Uttan Ahmed Mujdragic hevur B36 kanska munin, men nú er dysturin á Skála verður munurin lítil. SOSIALURIN TIPPAR 1-2 07 Vestur-TB/FCS/Royn LEYGARDAGIN KLOKKAN 16 DÓMARI: PETUR REINERT Á Dungasandi eru teir nøgdir við eina stigi, sum kom á Argjum. Veðrið var ikki við teimum og tveir av spælarunum høvdu bara vant við eina ferð. - Ja, vit eru nøgdir við eina stigi, tá tú hugsar um umstøðurnar bæði við spælarum og við veðrinum. Vit hava roynt at fingið styrk upp á tann spælistílin, sum vit spæla. Vónin er, at teir eru strekir á teimum plássunum, har vir hava havt trupuleikar fyrr, sigur Sigtór Petersen, hjálparvenjari hjá 07 Vestur. Hann leggur afturat, at 07 Vestur til hendan dystin skal ansa eftir Búa Egilsson og Poul Ingason, sum hava hvør sína styrki. Búi Egilsson við síni nógvu ferð og Poul Ingason við síni styrki. Glenn Ståhl, venjari hjá TB/FCS/Royn, segði eftir 1. umfar við Rás2, at hann ynskti at liðið skuldi spæla meiri bólt og tora skapa ein dyst. Spurningurin er so um tað er nokk. SOSIALURIN TIPPAR: 1-1 EB/Streymur-AB LEYGARDAGIN KLOKKAN 17 DÓMARI: DAGFINN FORNÁ EB/Streymur stóð fyri stóra úrslitinum í 1. umfari, har sundalagsmenn vunnu 3-2. Hetta hóast fleiri av stóru nøvnunum sita uttanfyri. Har í millum Hans Pauli Samuelsen, Arnbjørn Hansen og Marni Djurhuus. Tað er óvist um nakrar av teimum er við leygardagin. Á Argjum taka tey ikki so væl í móti eina stignum móti 07 Vestur, men Sorin Anghel er nøgdur við avrikið. -Vit fara á vøllin fyri vinna og soleiðis verður tað eisini hesaferð. Vit mugu stríðast fyri hvørjum bólti, um vit skulu hava nakran møguleikan. Vit burdu vunnið móti 07 Vestur, men vit spældu væl og eg eri errin av avrikinum og teimum ungu spælarunum. Eg stoli upp á teir, men vit skulu arbeiða krút hart, sigur venjarin hjá AB, Sorin Anghel. Eftir farna umfar eru sundalagsmenn favorittar, men hava havt tað torført móti teimum smærru liðunum. SOSIALURIN TIPPAR: 2-1 NSÍ Ikki við: Andras Gango (meniskskaði, 2-3 vikur), Símun Rógvi Hansen (lærskaði, ógreitt hvussu leingi) Skála: Ikki við: Jákup Johansen (langtíðarskaddur), Jan I. Hansen (langtíðarskaddur), Ahmed Mujdragic (knæið 2-6 vikur), Edvin Jakobsen (burturstaddur) TB/FCS/Royn Ikki við: Ari K. Poulsen (búkskaði) Ivasamir: Salmundur Bech (knæskaði), Stefan Radosavljevic (sjúka) Víkingur Ikki við: Elias Rasmussen (fóturin) Ivasamir: Adrian Cascaval (Vantar loyvir – møguliga við) 07 Vestur: Allir mans tøkir