Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-15, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. mars 2018síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. MARS 2018 SOSIALURIN 32 24 TRÓNDUR ARGE L eygardagin verður 2. um­ far í Betri deildini hjá monnum. Umfarið er fram­skundað til leygar­ dag­in, tí U21 landsliðið skal til Georgia, meðan A-landsliðið skal til Mar­bella í Spania á venjingarlegu, har landsliðið skal spæla móti Lett­ landi og Liktenstein. Dystirnir eru spjaddir yvir trý tíðspunkt. Í Gundadali heldur HB fast í at spæla klokkan trý, hóast tað er leygardagur, ið er tiltikin vánaligur fótbóltsdagur, tá hugsað verður um áskoðarar í Havn. Síðani eru tríggir dystir klokkan 16. Toppdysturin við Løkin millum NSÍ og KÍ, Skála-B36 og yvirlivarnir frá niðurflytingarstríðnum í fjør, 07 Vestur og TB/FCS/Royn. Fimti og seinasti dysturin verður á Eiði millum EB/Streymur og uppflytarnar av Argjum. Tann dysturin byrjar klokkan 17. Premier League tilstandir í Føroyum Enska Premier League er tann landskappingin í heiminum, sum hevur størst virðið, tá vit hyggja eftir sjónvarpsrættindunum. Eitt eru øll tey søguríku feløgini og mentanin í Onglandi, tá tað kemur til fótbólt. Eitt annað er, at kappingin í ávísar mátar er jøvn. Fyri uttan Leicester City, so eru tað bara tey feløgini, ið brúka áleið flest pengar, ið vinna. Eisini Blackburn, sum á sinni hevði sín egna Sheik Mansour ella Roman Abramovich í Jack Walker, men hvørt vikuskiftið er ikki greitt, at toppfeløgini vinna. Tað verður mett sum ein stór styrki í mun til eitt nú Spania, har FC Barcelona og Real Madrid til tíðir hava verið einaráðandi. Vit síggja tað eisini í Skotlandi, Danmark, Noreg og Portugal, har tey lægru feløgini sjáldan hava ein kjans móti teimum veiku. Á hesum økinum er føroyskur fótboltur komin langt, tí tað er mangan torført at peika á ein greiðan favoritt, hóast tað er til tíðir er langt millum feløgini í landskappingini. 2. umfar í Betri deildini er ikki ein stríð millum topp fimm (Vík­ingur, KÍ, B36, NSÍ og HB) og botn fimm (Skála, EB/Streymur, Suðringar, 07 Vestur og AB), men umfarið tykist geva tekin um, at Betri deildin hjá monnum verður kappingarfør og spennandi í ár. HB-Vikingur (Beinleiðis á Rás2) LEYGARDAGIN KLOKKAN 15 DÓMARI: EILER RASMUSSEN HB hevur leigað Teit Jacobsen fram til í juni. Tað er ein styrkur fyri HB, men tað kemur illa við, at Aleksandar Stankov situr uttanfyri komandi vikurnar við skaða, sum hann fekk móti KÍ. Sum skilst, so skal Teit Jacobsen fyribils røkja plássið hjá Aleksandar Stankov í álopinum, men kemur kanska í størri mun at skula binda liðið saman. HB hevur tað trupult í verju­ part­inum, har Hjalti K. Djurhuus og Magnus Egilsson spældu í mið­ verj­uni móti KÍ. Væntandi verður Brynjar Hlöðversson klárur til dystin móti Víkingi,men tað er óvist um Heimir Guðjónsson, venj­ ari hjá HB, ætlar at brúka hann á miðj­uni ella miðverjuni. Bartal Wardum er tøkur, eftir at hann sat uttanfyri móti KÍ. Fyri Víking er eitt stórt ivamál Elias Rasmussen. Málverjin fór av vøllinum til venjing í vikuni og er meir enn ivsamur til dystin. Tí er líkt til, at tað verður U19 málverjin, Bárður á Reynatrøð, sum kemur at standa í mál, meðan málmansvenjarin, Geza Turi, verður eykamálverji. Arbeitt verður eisini í Víkingi við at fáa loyvini hjá Adrian Cascaval Talan er um fleiri topp- og botnuppgerðir í Betri deildini hjá monnum um vikuskiftið. Størsti dysturin er óiva við Løkin, har NSÍ og KÍ bresta saman. Afturgangandi fyri allar dystirnar í 2. umfari er, at tað er torført at peika á ein greiðan favoritt Upptakt 2. umfar: NÚ KOMA FYRSTU ÁBENDING­ ARNAR AB: Ivasamur: Absalon Eliasen (baklærið), John Tordar Poulsen (loyvini) B36: Allir mans tøkir EB/Streymur Ikki við: Jóhannes Hansen (lið­band i knænum, lang­tíð­ar­skaddur), Ari Ó. Ellingsgaard (leikbann, 2 dystir), Hans Pauli Samuelsen (knæ, vikur), Petur Zachariasen Ivasamir: Arnbjørn Hansen (hælur), Marni Djurhuus (fipur) HB: Ikki við: Aleksandar Stankov (fipur, vikur) Ivasamur: Brynjar Hlöðversson Við aftur: Teit Jacobsen (leigaður) KÍ: Ikki við: Ísak Simonsen (fóturin, 1-3 vikur), Ólavur Niclasen (skurðviðgjørdur, 1-3 vikur) Ivasamir: Marko Dusak, Hákun Edmundsson (knæið)