hósdagur 15. mars 2018síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. MARS 2018
SOSIALURIN 32
23
Komandi partur
Í komandi parti verður eisini umrøða av
Neistanum, blaðnum hjá Merkinum, sum er
burturblivið. Man nakar vita, hvat ið er hent tí?
Jens Oliver Lisberg vitjaði tíðum
inn á Regensen til mín; vit sótu
báðir í nevnd Føroyingafelags, og
vit tosaðu ofta saman. Tað var tí
ikki løgið, at hann vildi ráðføra seg
við meg um merkið, hvussuleiðis
vit skuldu gera tað. Og sjálvsagt
eigur hann høvuðsheiðurin av
Merkinum.
Orðaskiftið helt fram í Búgvanum
nakað afturat, og tað var ikki
serliga sakligt. Tað kom heldur ikki
nógv nýtt fram. Mest pástandur
móti pástandi.
Emil varð spurdur um, hví
hann ikki var komin fram við hes
um fyrr.
Hann svaraði aftur, at hann
bert nýtti høvið at taka hesa frá
søgn við í 25 ára ritið hjá Kristiliga
Ungmannafelagnum.
Emil virkaði sum prestur í
Keypmannahavn í nógv ár. Hann
var samstundis stovnari og í ótald
ár formaður í Kristiliga Ung
mannafelag í Keypmannahavn.
Tey, sum kendu Emil, ivast
ikki í hansara trúvirði. Tað kann
uttan iva staðfestast, at hann
hevur verið partur av søguni hjá
Merkinum, og at hann er skriv
aður úr hesi søgu. Hansara frá
sagnir eru so nágreiniligar, at tær
kunnu neyvan hava verið tiknar
úr egnum brósti.
Tað er sannlíkt, at Emil og Jens
Oliver Lisberg hava prátað seg
fram til endaligu samansetingina
av Merkinum, og at Emil kann
hava verið tann fyrri at festa hetta
á blað. Men Emil gevur kortini Jens
Oliver Lisberg høvuðsheiðurin
fyri Merkið. Tað er væl tað, sum
er avgerandi.
Hetta orðaskifti man vera or
søkin til, at Janus Øssurson um
hetta mundi skrivaði eina minn
ingargrein um J.O. Lisberg. Her
er tað eisini greitt, at hann hevur
verið ein framúr unglingi.
Men tað er spell, at tað skal ger
ast slík ósemja um eina slíka søgu
liga hending.
Niels J. Arge skrivar, at Jens
Oliver Lisberg hevði Merkið við
sær til Føroya í 1919. Hann vant
tað á stong 22.juli, og her veittraði
tað fyrstu ferð í Føroyum.
Tað verður eisini sagt, at fyrstu
ferð Merkið veittraði í Havn var
á trappusteininum hjá Minu og
Andreas Jensen, foreldrini hjá
Janusi Øssurson. Tey búðu í Niels
Finsensgøtu 19, har Steinatún er
nú.
Nógv fundarvirkemi
í 1920-árunum
So verður komið aftur til ung
mannafelagið Merkið. Í 1920-ár
unum verður førd ein nokkso
neyv fundarbók, sum eisini lýsir
tey mál, sum vóru uppi í tíðini.
Frásøgn frá fyrstu fundunum var
í seinasta parti í hesi røð.
Nú eru vit komin til 1922.
Tann 10.oktober greiddi Jákup
av Skarði frá uttanlandaferð.
Hann greiddi frá lívinum á donsk
um og svenskum háskúlum og um
danir og sviar. Eisini greiddi hann
frá søgum, hann hevði hoyrt um
Rytters umtalu av okkum.
Svenning Rytter hevði verið
amtmaður í Føroyum frá 1911-1918,
og hann var illa í øgn við sjálv
stýrisrørsluna. Hesar søgur er
kanska í hesum sambandi.
Tann 23.oktober helt Rasmus
Rasmussen eina røðu um Egypta
lands politiska stríð frá miðøldini
til nútíðina.
Rasmus var ein sjálvsagdur
partur av Merkinum. Umframt
so nógv annað var hann saman
við sváginum Símuni av Skarði
fremsta ímyndin av háskúlanum,
har Merkið helt sínar fundir
fyrstu árini.
Merkið á skránni
Fremsta málið er framvegis at fáa
Merkið viðurkent. Tann 8. januar
1923 verður fylgjandi bræv sent til
danskan frískúlastjóra:
Forstander J. Jessen
Paa foranledning af vor forhen
værende Formand Hr. Jákup
av Skarði tager Thorshavns
Nationale Ungdomsforening
Merkið sig den frihed at tilsende
Friskolen et lille Flag – nationale
færøske Ungdomsforenigers Saml
ingsmærke. Maatte dette lille Flag
ved Friskolens Hjælp bidrage til
blandt vort danske Broderfolk
at vække den rette opfattelse af
den nationale færøske Ungdoms
bestræbelser for at vække sit Folk
af Aarhundeders Dvale, saa det
med Tiden kan skabes en virkelig
gensidig Forstaaelse af nationens
Særpræg.
Onnur tjóðskaparmál vóru eisini
á skránni.
Á aðalfundi 9. januar 1923 varð
samtykt at geva út eina føroyska
sálmabók. Hetta var ein rættilig
nýhugsan tá í tíðini. Men tann
góði viljin hevur verið størri enn
møguleikarnir fyri at seta hetta í
verk.
Kanska hevur íblásturin verið,
at Brøðrasamkoman hevði givið
sína fyrstu lítlu sálmabók út í 1920.
Jákup Dahl próstur var javnan
fyrilestrahaldari hjá Merkinum.
Tann 23. Januar 1923 hevði hann
røðu um Luthers týðing av Bíbli
uni frá grundmálinum til týskt.
Hann tosaði um, hvønn ómeta
ligan týdning hetta hevði havt
fyri týska fólkið. Hetta var ikki ein
týðing orð fyri orð, men hon var
til eitt livandi mál og hevði tískil
ávirkan á tann sum las.
Kvinnan á skránni
Ernstur Jensen legði fram 11. oktob
er 1923 um evnið Hin føroyska
kvinnan. Hann lastaði hana nógv
og helt, at hon var for ómoderna.
Símun av Skarði, Haraldina og
fleiri tóku til at mótmæla honum
harðliga. Røðarin hálsaði tá um og
tók til at rósa kvinnunum í høgum
tónum.
HJÁ MERKINUM
Kristiliga Ungmannafelagið hevði javnan Merkið við
sær á útferðum. Her í Uranienborg á oynni Hven.
Føroyingafelagið
gjørdi eisini nógv
burtuúr flagginum.
Hetta er lýsing fyri 25
ára minningarhaldi
hjá “innifrystum”
føroyingum í Danmark.
Hendan myndin er frá 25 ára minningarhaldinum