hósdagur 15. mars 2018síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. MARS 2018
SOSIALURIN 32
22
Óli Jacobsen
Siðsøga
Óli Jacobsen
3. partur
N
ú verður hildið fram
við søguni um ung
mannafelagið Merkið
saman við brotum úr
flaggsøguni. Tað er so mikið av
tilfari, at roknast kann við seks
pørtum tilsamans.
Tað vóru mong megnarfólk í
hesum máli, ikki minst tey, sum
vóru virkin í ungmannafelagnum
Merkið. Fleiri av teimum hava
uppiborið nærri umrøðu. Jákup
av Skarði er ein teirra.
Jákup av Skarði
Ein av teimum, sum vóru í
fremstu røð, frá byrjan av var
Jákup av Skarði, og hann var
fyrsti formaður felagsins. Hann
var virkin í felagnum í mong ár.
Jákup var sonur Sonnu og Sím
un av Skarði og var føddur á Há
skúlanum í Føgrulíð í 1903. Hann
var tískil einans 16 ára gamal, tá
ið hann gjørdist formaður í ný
stovnaða felagnum Merkið. Hetta
sigur nakað um, at hann hevur
verið ein serligur drongur.
Jákup fór á læraraskúla í 1923
og tók prógv í 1926. Fyrstu árini
var hann lærari í Bø og Gásadali,
í Klaksvík og í Sørvági. Í Sørvági
var hann eitt skeið limur í komm
unustýrinum.
Í 1947 varð hann settur sum
lærari í Havn og bleiv yvirlærari
í 1956. Hann var eisini av og á
lærari á Føroya Fólkaháskúla.
Eisini var hann lærari á handils-
og kvøldskúlanum í Havn. Árini
1930-1937 var hann blaðstjóri á
Skúlablaðnum.
Jákup var eisini virkin í losju
arbeiði.
Hann var giftur við Margrethu
Mouritsen í Havn. Jákup doyði í
1964. Hann gjørdist tískil bara 60
ára gamal.
14. september skrivaði um
Jákup, at hann var ein stillførur
lærari, sum gjørdi sítt arbeiði við
nærlagni.
Systir Jákup, Elsa av Skarði
varð eisini seinni nevndarlimur í
Merkinum.
Ískoyti til søguna
um Merkið
Tann almenna søgan um Merkið
er, at tað var Jens Oliver Lisberg,
sum saman við Janusi Øssurson
og Paula Dahl myndaðu Merkið.
Henda søgan sigur eisini, at
fyrstu ferð føroyska flaggið var
undir víðum lofti breitt út av vin
deyganum hjá bíggjarmanninum
Emil Joensen á Regensen í Keyp
mannahavn.
Emil skrivaði í 25-ára minnisrit
inum hjá Tí kristiliga føroyska
Ungmannafelagnum í Kjøpinhavn
í 1943 sum ein part av søguni hjá
felagnum:
"Sunnudagurin hin 2. mars 1919 var
ein merkisdagur í Føroya søgu. Á
hesum degi varð hitt nýggja før
oyska krossflaggið vígt á føstu
gangsveitslu Føroyingafelags í
Brohusgade 17. Studentaflaggið
hevur tað verið kallað av tí, at
tað vóru studentar, sum vóru
upphavsmenn til merkisins og
skapaðu tað.
Høvuðsmenninir vóru stud.
jur. Jens Oliver Lisberg og stud.
theol. Janus Øssursson. Vit høvdu
ofta tosað um, at vit føroyingar í
staðin fyri tað gamla veðraflaggið
áttu at fáa okkum eitt krossflagg
javnbjóðis við hini norðurlanda
fólk. So ein dagin komu Jens Oliver
Lisberg og Janus Øssursson inn á
Regensen til mín í góðum hýri; nú
skuldi álvara gerast av og so varð
farið at gera útkast til merkisins.
Eg setti meg niður og teknaði á
hvítum botni ein reyðan kross við
bláum kanti báðu megin við. Hvør
kantur var fimtingur av tí reyða.
Hetta hildu vit allir vera sera
vakurt, og tá ið vit so fóru at kanna
eftir, vísti tað seg, at hetta var hin
einasti møguleiki fyri samanseting
av teimum føroysku litunum. Alt
annað var longu í brúki av hin
um brøðrafólkunum. So varð
farið oman í Frederiksberggade
til "Nordisk flag- og fanefabrik"
at bíleggja lítið flagg. Tá ið vit
so seinni fingu størri flagg niðan,
breiddu vit tað út av regensvind
eyganum. Íslendingar, ið sóu tað í
garðinum, vóru hugtiknir eins og
vit, róptu hurrá og ynsktu tillukku.
Jens Lisberg og eg vóru báðir
nevndarlimir av Føroyingafelag.
Og tað var avgjørt, at lítla merkið
skuldi berast fram á veitslufundi
Føroyingafelags
og
vígast
føstulávintssunnudag 2. mars."
Emil greiddi eisini frá hesum
fundi. Her vóru fleiri kendir menn
við sum Rasmus á Háskúlanum,
Andras Samuelsen og Jóannes
Patursson. Síðan skrivar Emil:
Fleiri sangir vóru sungnir. Tá “Eg
oyggjar veit” varð sungin steig stud.
Polyt. Louis Zachariassen, seinni
kendur politikari, fram við einum
nýggjum føroyskum flaggi. Bað
hann føroyingar nýta hetta merkið
í staðin fyri veðraflaggið. Tann
hvíti liturin skuldi minna okkum
um havbrosið og hin reina klára
himinin, meðan tann reyði og klári
krossurin, samansettur av teimum
elligomlu føroysku litunum, skuldi
minna um skyldskapin við øll hini
norðanlandafólk, ið eisini nýta
krossflaggið. Kraftiga rungaðu
hurrárópini og sungin var sangur.
Íslendski stud. theol. Sveinbjørn
Høgnason, bar Føroyum kvøðu
sína og ynskti frændum sínum
eydnu við hesum nýggja merki.
Søgulig ósemja
Henda frásøgnin hjá Emil skapti
í 1944 eitt rættuliga orðaskifti í
Búgvanum, blaðnum hjá føroying
um í Danmark um hesa tíðina. Teir
kendu einki til hesa søgu.
Ein av teimum var tann seinni
landslæknin Hanus D. Joensen.
Hann vildi hava onkran av teimum,
sum høvdu upplivað flaggsøguna,
sigur almenninginum frá, hvør ið
merkið gjørdi.
Emil svarar aftur:
Eg eri ein teirra. Og eg havi altíð
roknað Jens Oliver Lisberg fyri at
vera høvuðsupphavsmann merk
isins. Og tann heiður skal eingin
taka frá honum. Men hann hevði
hjálparmenn, sum vóru í felagi
við honum. Og millum teirra vóru
fremstir Janus Øssursson og eg.
Útkastið til merkisins varð
teknað á Regensen 7. gongd nr.
16 hjá mær; og tað var eg, sum á
fyrsta sinni setti litirnar saman
og festi teir á pappírið. Tað skal
standa fast! Á Garði (Regensen)
varð merkið fyrstu ferð breitt út
av vindeyganum og sýnt fram
fyri almenninginum. Vit vóru allir
tríggir eldhugaðir fyri krossmerk
inum; men uttan Jens Lisberg varð
tað neyvan komið í lag; hann var
tann ídnasti. ”
Búgvin bað so Janus Øssurson,
sum var ein upphavsmaður hjá
Merkinum, um at greiða frá síni
fatan av málinum.
Hann avvísir, at Emil hevði
nakran sum helst lut í gongdini
við Merkinum og heldur, at Emil
má minnast skeivt.
Emil Joensen svaraði aftur í
grein sum hann nevndi ”Flagg
søgan einaferð enn”:
”Tað eg skrivaði í minnisritið og
fyrsta nr. Búgvans í ár um merkis
søguna, standi eg sjálvandi við. Og
tað undrar meg stórliga, at Janus
Øssursson vil gera tað til einkis,
og at hann yvirhøvur kann hava
skrivað um uppruna merkisins utt
an at nevna tað, sum hendi á Reg
ensen 7. gongd nr. 16. Eg dugi bert
at skilja tað so, at hann má hava
gloymt ella í hvussu er minnist ikki
beint.
Víst kann minni manna í
summum førum vera veikt og
ógløgt; men tað eru tilburðir, sum
prenta seg so djúpt í hugan, at tú
ongantíð gloymir tað. Eg minnist
tað sum í gjár, og eg gloymi ikki ta
løtu, tá ið eg á Garði á fyrsta sinni
festi litir merkisins á pappírið við tí
reyða og bláa krossinum á hvítari
grund. Tað var eitt upplivilsi fyrstu
ferð at síggja nýggja merki okkara
á pappírinum. Eg hevði litaðar blý
antar fyri hond; teir lógu á skrivi
borðinum av tí, at eg nýtti teir til
at strika undir ymisk saklig evni í
grikska nýggja testamenti mínum.
Tá ið eg vísti Jens Oliver Lisberg
uppskotið, var hann hugtikin av
tí; og tað var skilligt at síggja, at
tað var fyrstu ferð, hann sá tað.
Hevði hann sjálvur longu framm
anundan havt teknað merkið ella
tikið avgerð um tað, hevði hann
sjálvandi sagt tað. Men hann segði
ikki eitt orð um tað. Tvørtur í móti.
Hann hevði spurt meg, hvussu
vit skuldu gera tað. Sjálvur sat
hann og gjørdi ymiskar royndir
við øðrum litum og samsetingum.
Men tá ið hann sá uppskot mítt,
var hann ikki í iva longur. Og vit
vóru á einum máli báðir um, at
best var at seta tann bláa litin
ytst; tí á tann hátt fór krossurin at
síggjast best burtur frá; tað skildi
hann betur frá tí hvíta litinum.
Undir krígnum stóðst millum
útisetar í Keypmannahavn
ósemja um upprunan hjá
Merkinum. Kanska varð henda
ósemja gjørd størri enn hon var
ÓSEMJA UM UPPRUNAN
Jákup av Skarði, fyrsti formaður í Merkinum, og konan Gigga
Emil Joensen,
formaður í Kristiliga
Ungmannafelagnum í
Keypmannahavn í ótald ár
er eisini ein partur av søguni
hjá føroyska merkinum.