Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-15, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. mars 2018síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. MARS 2018 SOSIALURIN 32 21 skyldan ger, at hann við nýggju ognini hevði økt um bústaðarmøguleikarnar óansæð. Bústaðir – ein áheitan Talið á umsóknunum eftir nýggju grund­ stykkj­unum vísir, at áhugin at seta búgv í Nólsoy er til staðar. Og tá áhugin fyri at byggja er so stórur, so vænti eg, at áhugin fyri at leiga er uppaftur størri. Tí fari eg at enda við einari inniligari áheitan á Bústaðir um at byggja nakrar leiguíbúðir í Nólsoy, so skjótt sum til ber. Nólsoy er uppá nógvar mátar ein bygd í blóma. Miðalaldurin á fólki er ikki høgur, trivnaðurin millum fólk er sera góður og hetta er ein hugnalig, festlig og livandi bygd at búgva í. Og her er alt ein vanlig familja hevur brúk fyri: Barnagarður, barnaskúli, frí­tíð­arskúli, ungdóms-hús, bygdahús, mat­vøru­búð o.a.. Men manglandi bústaðarmøguleikar hava ført til eitt minkandi fólkatal, og nú hevur bygd­in átróðkandi brúk fyri nýggjari ilt. Bara fýra-fimm familjuvinarligar íbúðir høvdu – saman við nýggju grundstykkjunum – kunna vent gongd­ini við fólkatalinum, og verið avgerð­andi fyri framtíðina hjá bygdini. Vígdis Bjarnadóttir Heilsan til Sámal Bláhamar á 70 ára degnum Fríggjadagin 16. mars fyllir Sámal Bláhamar 70 ár. Sámal er føddur og uppvaksin í Vestmanna, sonur Súsonnu Mariu “Miu” og Frederik Bláhamar. Sámal er yngstur av 4 syskjum. Elstur er Anfinnur, so koma Marin, Sigvør og so Sámal. Sámal hevur altíð verið sera framsíggin. Hann byrjaði sum heilt ungur at fáast við elektronikk, har hann millum annað legði inn eina samtaluskipan í grannalagið á Mørkini í Vestmanna, hetta var tó mest sum fríðtíðarítriv. Hann byrjaði sum heilt ungur at fáast við elektronikk, har hann millum annað legði inn eina samtaluskipan í grannalagið á Mørkini í Vestmanna, hetta var tó mest sum fríðtíðarítriv. Umframt myndatøku, og framkalling av hesum, hevði Sámal fleiri onnur fríðtíðarítriv. Sámal var javnan at síggja í froskmannabúna, og hann loysti eisini fleiri uppgávur sum froskmaður. Sámal hevur framúrskarandi góða lungnaorku. Hann klárar at halda seg sera leingi undir vatni, og hann kundi sum einki svimja 2 heilar longdir undir vatni í svimjihøllini. Hetta kom honum til góðar sum froskmaður. Sámal var leingi virkin radioamatørur og hevði radiorúm fyrst í Vestmanna og síðan í Havn. Hesi kømur vóru á tremur við sendarum, og uttanfyri vóru alskyns antennur og kuplar til samskifti. Við hesum fekk Sámal vinir um allan heim, sum hann eisini vitjaði eins og onkur vitjaði her. Tað vórðu tó bilar og dekk, sum blivu byrjanin til ein sera virknan vinnuveg, sum síðan hevur flutt seg til ferðavinnu, reingerðaramboð, grønar vikur, bindiklubbatreff, skíðferðir við Tora bussinum, lýsingastovu og mangt mangt annað. Tað var tó ferðavinnan, sum gjørdist hansara yrkisleið. Tað var eisini ein stórur partur av hansara uppvøkstri við tað, at hann saman við pápanum við maskinbátinum Amaranth var mangan túrin undir Vestmannabjørgunum, "eystur undir land" við ferðafólkum. Sámal fór sum heilt ungur til Havnar at læra til bilsmið hjá Vilhelm Nielsen. Meðan hann var í læru, fann hann sína einastu einu Tórhardu, sum hevur staði við hansara lið og stuðla honum í øllum, sum hann hevur tikist við. Eftir lokna lærutíð fór Sámal við familjuni til Vestmanna at búgva og arbeiða. Nú høvdu Sámal og Tórharda fingið sín fyrstafødda – sonin Fríðrik, sum er føddur í 1965. Fyrstu árini búðu tey inni hjá teimum gomlu, men skjótt setti Sámal føtur undir egið borð og keypti eini hús mitt í bygdini. Har kom nógv fólki á gátt, tí blíðskapurin var stórur og øll vóru altíð vælkomin. Síðani komu fleiri børn. Brynhild er fødd í 1970 og Regin í 1971. Sámal sá skjótt møguleikar í øllum møguligum vinnuvegum. Eitt nú gjørdi hann eitt filmsframkallingarrúm, so hann skjótt kundi framkalla myndir, sum hann hevði tikið. Hetta rúmið varð síðan bygt um til eina automat, har tú kundi keypa alt millum himmal og jørð. Seinni varð tann fyrsti pylsuvognurin keyptur og settur á havnalagið, so ferðafólk, sum skuldu til Vágar, høvdu møguleika at keypa modernaðu "parisarapylsurnar" sum vóru inn tá. Sámal og Tórharda áttu fleiri pylsuvognar, sum stóðu á havnalagnum í Vestmanna. Í 1972 vildi Sámal byrja nakað nýtt og bróta uppúr nýggjum. Hann helt, at tað manglaði onkur, sum kundi bjóða góð dekk til bilarnar. Tað koyrdu nógvir hýruvognar millum Vestmanna og Havnina, og teir koyrdu ofta við vánaligum dekkum og høvdu nógvar punkteringar. Sámal var á einum 3 mánaðar longum skeiði í Danmark, har hann lærdi tað mesta um dekk og umvælingar. Eisini vóru amboð til dekkskift fingin til vega, og neystaloftið var innrættað til verkstað. Ikki gekk long tíð, so var long bíðirøð av bilum á Mørkini, og skjótt var tørvurin so stórur, at størri høli máttu fáast til vega. Sámal fekk høli í Tórshavn og hevði fingið einaumboð uppá kendu Michelin-dekkini. Fyritøkan vaks og varð skjótt tann førandi innan dekk í Føroyum, og hevur síðan 1979 havt fastan bústað á Hoyvíksvegi 66 í Havn. Tað er eingin loyna, at Sámal var og er ein sera dugnaligur handilsmaður, sum vann nakað av peningi við teimum sera framkomnu Michelin-dekkunum, og framsíggin og framfýsin, sum hann er, vildi hann skapa nakað við hesum. Tá ein góður vinmaður segði honum, at Simon Spies fór at selja sín marglætisbuss, sá Sámal beinavegin møguleikar, og hann gjørdi ikki matari enn at møta upp til framsýningina, og endin var, at hann í 1984 keypti bussin frá Spies. Bussurin, sum fekk navnið Tora, kom at mynda Føroysku ferðavinnuna í nógv ár framyvir, og ferðaskrivstovan Tora Tourist Traffic var sett á stovn um sama mundi. Sámal var eisini við til at dríva bussleiðina í Tórshavnar kommunu, har hann átti 2 býbussar. Í góð 30 ár hevur Sámal koyrt regluligar útferðir runt Føroya land, har ferðafólk úr øllum heiminum njóta væl av hansara fyrimyndarligu evnum at greiða frá um alt, sum er og hevur verið í Føroyum. Sámal hevur dugað sera væl at gera alt áhugavert, sum hann hevur fingist við og sett á stovn – so væl, at hann hevur megnað at fáa familjuna við, so tey hava staðið saman um tað mesta, sum hann hevur bygt upp. Elsti sonurin Fríðrikur eigur og drívur dekkfyritøkuna SuperDekk, sum var sett á stovn fyrst í 70´unum. Yngsti sonurin Regin rekur nú ToraTouristTraffic ferðaskrivstovuna. Dótturin Brynhild hevur verið við í tí mesta – millum annað sum skrivstovufólk og bussførari. Í dag búgva Sámal og Tórharda í húsunum í Tjarnarlág, sum tey keyptu í 1976, ið er ein sera góður og tryggur heimavøllur hjá børnunum og teimum 12 abba- og ommubørnunum. Stóru húsini eru seinastu árini viðlíkahildin og dagførd, og ein stórur partur verður leigaður út til ferðafólk, so Tórharda og ommubørnini hava gjøgnum summarið úr at gerða við at verða um mongu gestirnar. Stóri dagurin verður hildin fríggjadagin 16. mars klokkan 15.00 – 18.00 í Tjarnarlág 41, og Sámal og Tórharda gleða seg at síggja nógvar gestir. Tey lata heilsa og siga, at øll eru vælkomin, og at tað verður okkurt gott til øll. Vitjandi, sum koma við bili, sleppa best av við bilin á Hoyvíksvegi 66, har FirstStop – Super Dekk heldur til. Heilsan børnini við familiu NØVN Nólsoy hevur nógv at bjóða uppá. Mynd: Evy Toftegaard Nielsen