hósdagur 15. mars 2018síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. MARS 2018
SOSIALURIN 32
20
TÍÐARGREIN
Tíðargreinin verður skrivað av skiftandi fólkum,
sum ikki dagliga eru knýtt at blaðnum. Evnini
eru ymisk, men viðgera øll okkurt evni, sum er
viðkomandi fyri tíðina júst nú.
Vígdis Bjarnadóttir
xxx
Tí tað er í Nólsoy eg vil búgva...
Í Nólsoy hava vit leingi merkt ein stóran eftirspurning eftir húsum til leigu ella
keyps, men útboðið hevur tíverri verið lítið og einki síðstu nógvu árini. Hetta
hevur ført til eitt minkandi fólkatal, men nú hevur Tórshavnar Kommuna
sett nøkur grundstykki bíliga til sølu, og hetta gleðast vit stórliga um.
F
lestøll vita, hvat hendir við eini
plantu, um tú setur hana undir eina
ostaklokku. Plantan livir so leingi,
sum nøkur ilt er eftir, men sleppur
eingin nýggj ilt inn undir ostaklokkuna –
ja, so følnar og doyr hon. Hendan lagnan
hevur verið nógvum bygdum fyri – serliga
bygdunum á útoyggj.
Tað vil altíð vera ein náttúrulig fráflyt
ing frá eini bygd, men tíverri hevur møgu
leikin fyri tilflyting verið lítil og eingin
nógvastaðni. Eingir møguleikar at leiga ella
keypa sær hús – hetta hóast bygdirnar eru
á tremur við tómum húsum – og tað eru
smáir møguleikar at byggja sær hús á bygd.
Hetta seinna kemst av, at tað fyri tað fyrsta
kann vera trupult at fáa grundstykki, og
fyri tað næsta er ofta ringt at fáa fígging frá
peningastovnunum. Hetta merkir, at nýggj
ilt – nýggir tilflytarar – sleppa ikki til bygd
irnar, og tískil kann fólkatalið bara ganga ein
veg og tað er niðureftir.
Nýggj grundstykkir
Nú hevur Tórshavnar Kommuna lyft osta
klokkuni á, sum hevur ligið yvir Nólsoyar
bygd, og sett fimm grundstykki bíliga til sølu.
Og tað skulu Annika Olsen og Tórshavnar
býráð hava stóra tøkk fyri! Áhugin fyri
grundstykkjunum í Nólsoy vísti seg at vera
stórur, og hetta gevur nýggja vón í bygdini.
Vónandi verða fleiri grundstykkir sett
til sølu beinanvegin, so øll tey ið ikki fáa
grundstykki í hesum fyrsta umfarinum,
kunnu fáa møguleikan seinni.
Eitt annað, sum Tórshavnar Kommuna
eisini skal hava stóra tøkk fyri er, at tey
seta bústaðarskyldu í skeytið. Hetta er
eitt nýbrot, sum kann vera fyrimynd fyri
aðrar bygdir, sum hava trupulleikar við ov
nógvum tómum húsum. Hetta ger, at nýggju
grundstykkini í Nólsoy ikki føra til uppaftur
fleiri tóm summarhús, men harafturímóti til
nýggj fastbúgvandi fólk á oynni.
Keypstreytirnar – eitt hjartasuff
Men eitt hjartasuff. Ein treyt fyri at keypa
grundstykki frá Tórshavnar Kommunu er, at
keyparin ikki eigur fasta ogn í kommununi
frammanundan, sum kann brúkast til
privatan bústað. Og fyri at lúka treytirnar, so
má hjúnarfelagin ella sambúgvandi makin
heldur ikki eiga fasta ogn í kommununi.
Fyri tað fyrsta ger hendan reglan, at
borgarar í Tórshavnar Kommunu eru verri
stillaðir, at keypa sær grundstykki í Nóls
oy, enn borgarar aðrastaðni í Føroyum.
Tað eru fólk, sum eiga hús í Havn, ið kundu
hugsað sær at keypt eitt av nýggju grund
stykkjunum í Nólsoy, men tað ber ikki til
hjá teimum. Men áttu tey hús aðrastaðni í
Føroyum, so var eingin trupulleiki.
Fyri tað næsta ger bústaðarskyldan,
at hendan reglan er óneyðug. Endamálið
við hesi treytini er helst at forða fyri,
at kommunan selur grundstykki til ein
keypara, ið fer at lata hús standa óbrúkt
og tóm. Men bústaðarskyldan ger, at hetta
verður ikki ein møguleiki. Antin má keyparin
sjálvur búseta seg á nýggju ognini í Nólsoy,
ella má hann leiga hana út.
Um Býráðið ynskir fleiri bústaðarmøgu
leikar í kommununi, so mátti tað í hesum
føri verið líkamikið um keyparin eigur hús
í kommununi frammanundan – bústaðar
Nólsoyar bygd.
Mynd: Álvur Haraldsen
Friðsælt og tó so litríkt.
Mynd: Evy Toftegaard Nielsen