Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-15, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. mars 2018síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. MARS 2018 SOSIALURIN 32 19 ÁRNI GREGERSEN 25. juli fer landsstýrismaðurin við uttanríkismálum, Poul Michel­ sen, á fund við bretska handils­ mála­ráðharran Greg Hands um viður­skiftini millum Føroyar og Bretland í samband við Brexit. -Føroyar verða í nógvum saman­hangnum nú sæddar, sum eitt størri land og áhugin fyri okkum er vaksandi, sigur Poul Michel­sen, landsstýrismaður við uttan­ríkismálum. Umframt at Brexit stendur ovar­laga á dagsskránni, so hevur landsstýrismaðurin fyri kortum verið í Turkalandi saman við fleiri før­oyskum vinnufyritøkum. -Eg haldi, at vinnufyritøkrunar finngu nakað burtur úr. Hetta vóru góðir fundir og tað endaði við, at turk­iskir myndugleikar spurdu, hvat er tað næsta sum hendir, sigur lands­stýrismaðurin. Hann sigur, at danski sendi­ harrin í Turkalandi segði, at hetta hevði hann ongantíð hoyrt fyrr: altso at turkar vildu hava ferð á sam­handilin við Føroyar. Sambandið við Turkaland er komið í lag yvir nøkur ár, men nú er fríhandilsavtala gjørd millum londini. Fjareystur Arbeitt verður eisini við at finna marknaðir urranfyri Evropa. Uttan­ríkisráðið hevur verið í Kina og seinast er eisini vtjað í Japan. Tær samráðingarnar eru í gond. Harumframt verður eisini arbeitt við at fáa eina avtalu við Suður­ korea. -Hesi londini virða okkum og vilja fegin gera avtalur við okkum og vit mugu minnast til, at her er talan um risastórar marknaðir, sigur landssstýrismaðurin. Hann sigur, at vit ferð eftir ferð hoyra, at vit eiga at útvega okkum betri atgongd til Evropa og ES. -Ja, tað hevði sjálvandi verið gott og hesum arbeiða vit eisini við, men tað er ikki so einfalt, sum tað sær út. Hvørja ferð vit biðja um at fáa atgongd, so spyr ES alla tíðina, hvat tey fáa afturfyri, sigur Poul Michelsen. Eitt dømi er eitt evni, sum verður brúkt í fiskaframleiðsluni. Tað hava bæði Noreg og Íslandi fingið loyvi at brúka. -Men tá ið vit spurdu um tað sama, var mótspurningurin beinan­ vegin frá ES:hvat fáa vit afturfyri, sigur lands­stýrismaðurin. Føroyar hava boðið for­manni­ num í ES-nevndini, Jean-Claude Juncker at vitja í vár. Endamálið er at fáa eina yvirskipaða avtalu millum Føroyar og ES, so til ber at samráðast við ymiskar partar í ES, uttan at skulu byrja frá botni hvørja ferð. Enn er ikki greitt um ES- nevndar­formaðurin kemur til Føroyar. Brexit At Bretland hevur valt at fara úr ES ger, at viðurskiftini millum Før­ oyar og Bretland broytast. Hetta hevur við sær, at tað verður ein partur meira at sam­ ráðast við, men Poul Michelsen, lands­stýrimaður heldur, at sjálvt um tað kanska verður eitt sindur meira fløkt at samráðast, so eigur at bera til at fáa eina góða avtalu við Bretland. -Vit hava arbeitt nógv á uttan­ ríkisøkinum, men eg haldi at vit gera rætt. Eg kenni meg væl í hes­ um arbeiði, sum vit gera og eg haldi vit hava góða undirtøku fyri hesum millum fólk, sigur hann. Hann leggur afturat, at tað sjálv­ andi er av alstórum týdningi, at vit standa saman um tað vit gera. Tað kann gott vera, at vit mugu kjakast her á landi og ikki altíð semjast, men vit eiga at standa saman út­ eftir, sigur landsstýrismaðurin. -Soleiðis má tað vera, skulu vit fáa nøkur skilagóð úrslit, leggur hann afturat. Royna at finna nýggjar marknaðir til føroysku vinnuna Uttanríkisráðið hevur fingið fótin inn um á fleiri komandi marknaðum og arbeiðir hart við Brexit-málinum Poul Michelsen, landsstýrismaður við uttanríkismálum, heldur at tað fer at bera til at fáa eina góða avtalu við Bretland Jean-Claude Juncker, formaður í ES nevndini er boðin til Føroyar Greg Hands er bretskur handilsmálaráðharri. Hann hevur boðið landsstýrismanninum á fund 25. juli