hósdagur 15. mars 2018síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. MARS 2018
SOSIALURIN 32
18
ÁRNI GREGERSEN
S
itandi samgonga er meira
ella minni óarbeiðsfør,
tí ongi álit kom aftur
úr fíggjarnevndini hjá
Løgtinginum.
Orsøkin er, at ein av fýra sam
gongunevndarlimunum, Kristin
Michelsen, ikki vil skriva undir
álitini. Tað skulu minst fýra
undirskriftir til fyri at álit kunnu
leggjast fram.
-Tað kann ikki halda fram tí
fíggjarnevndin druknar í málum,
sum ikki koma fyri tingið aftur,
sigur Poul Michelsen, formaður í
tí eina samgonguflokkinum, Fram
sókn.
-Stríðið á Tvøroyri millum
Kristin Michelsen og Javnað
arflokkin leggur forðingar fyri
tingarbeiðnum og tað kann ikki
halda fram uppá hendan mátan,
sigur landsstýrismaðurin.
Innanhýsis er stríð í Javnað
arflokkinum. Kristin Michelsen
hevur boðað flokkinum frá, at so
leingi málið á Tvøroyri ikki verður
loyst, so kennir hann seg á ongan
hátt bundnan at atkvøða tað sama
sum Javnaðarflokkurin.
Við øðrum orðum vil hann hava
formannin í Javnaðarflokkinum
at leggja seg uppí ósemjurnar á
Tvøroyri, men tað hevur formaður
in ikki gjørt enn.
Saman við andstøðuni
Eitt annað, sum hevur tikið seg uppí
seinastuni er, at samgongufólk
hava lagt uppskot fyri tingið
saman við andstøðuni.
Eitt dømi er uppskotið um
at gera tunnil til Fámjins í sama
viðfangi sum tunnil til Hvalbiar.
Bæði Heðin Mortensen, Javnað
arflokkurin, og Kirstin Michelsen
hava skrivað undirt tað uppskotið.
-Tað hoyrir ongastaðni heima
at leggja uppskot fram saman við
andstøðuni. Slík uppskot verða
viðgjørd í samgonguni og har
verðaur avgerð tikin um tað skal
leggjast fram, sigur Poul Michel
sen.
Hann sigur seg møguliga kunna
skilja slíka framferð, um talan er
nýggj tingfólk, sum ikki kenna
mannagongdirnar nóg væl, men í
hesum føri er talan um politikk
arar, sum hava verið í politikki í
mong ár.
-Tað undrar meg, at andstøðan
spælir við uppá hetta við ikki at
fáa mál úr aftur íggjarnevndini til
dømis. Hetta leggur arbeiðið stilt,
bert tí tey skulu vinna samgonguni
neisur, sigur Poul Michelsen.
Eitt annað mál, sum eisini ligg
ur og bíðar er málið hjá Sonju
Jógvansdóttir um at lata løn
takarar sleppa at draga limagjald
til yrkjisfeløg frá í skatti.
Hesum tekur Framsókn ikki
undir við og tí liggur eisini tað
málið framvegis í nevnd.
-Vit taka ikki undir við tí og vit
hava ongantíð sagt, at vit fara at
taka undir við málinum, sigur Poul
Michelsen.
Samgongan?
Samgongan stendur ógvuliga veik
júst nú, men formaðurin í Fram
sókn er ikki serliga heitur fyri,
at hon verður styrkt við onkrum
flokki afturat.
Hann heldur, at hetta ikki fer at
styrkja samgonguna. Samgongan
hevur eitt samgonguskjal at
fyrihalda seg til og skal ein
flokkur uppí afturat, so skal nýtt
samgonguskjal skrivast.
-Og ongin sigur, at tað verður
lættari við einum flokki afturat,
sigur Poul Michelsen.
Samráðingar hava verið – fyrst
við Miðflokkin og seinni Sjálvstýri
– um møguligt samstarv. Sjálvstýri
gjørdi avtalu við samgonguna um
pensjónsskipanina og um fíggjar
lógina, men valdi ikki at fara í tætt
ari samstarv við samgonguna.
Nú er í veruleikanum talan um
eina minnilutasamgongu. Higartil
hevur hon talt 16 tinglimir og so
uttanflokkatingkvinnuna Sonju
Jógvansdóttir, men nú hevur
Kristin Michelsen so sagt, at hann
ikki kennir seg bundnan at av
talum, sum Javnaðarflokkurin ger.
-Eg má staðfesta, at higartil
hevur samgongan staðið saman,
tá ið atkvøðast skal. Tí haldi eg
tað er avgerandi at vit fáa álitini í
tingsalin. Síggja vit har, at vit hava
ein meirluta ímóti okkum, so er tað
so einfalt – so leggja vit frá okkum,
sigur Poul Michelsen.
INNNANHÝSIS STRÍÐ
Í JAVNAÐARFLOKKINUM
HÓTTIR SAMGONGUNA
Samgongan er meira ella minni óarbeiðsfør, tí mál kom ikki aftur úr fíggjarnevndini
Kristin Michelsen roynir
at drzga trupulleikarnar á
Tvøroyri uppí landspolitikkin
Poul Michelsen er
formaður í Framsókn og
ein av teimum trimum
samgonguleiðarunum
Heðin Mortensen er ein av
samgongulimunum, sum
hevur lagt eitt uppskot fram
saman við andstøðuni