hósdagur 15. mars 2018síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. MARS 2018
SOSIALURIN 32
17
T
órshavnar kommu
na heldur, at sjálv
andi skuldi ein tjóðar
leikvøllur verið sum
altjóða kappingar og landsdystir
kunnu spælast í.
- Sjálvandi burdu vit havt eina
slíka høll, men Tórshavnar kom
muna hevur ongantíð bundið
seg til, at høllin á Hálsi skal vera
ein slík. At byggja eina slíka høll
er vælsaktans eisini ein lands
spurningur og ikki bara ein
kommunalur spurningur, sigur
Sigurð Ó. Vang.
- Seinni í heyst verður ein nýggj
kommunuætlan eisini løgd fram
og tá verður eisini viðgjørt, hvar
í býnum ein slík tjóðarleikhøll
kundi verið, sigur hann.
Tórshavnar Býráð hevur
júst heitt á Føroya Landsstýrið,
um at hava ein virknari leiklut
í arbeiðinum við at betra um
umstøðurnar hjá ítróttinum
í Føroyum. Hetta gjørdi hon í
samband við at Landsstýrið vil
veita fíggjarliga trygd fyri at fáa
Oyggjaleikirnar til Føroya.
Tórshavnar býráð heldur,
at um vit skulu kunna hýsa
Oyggjaleikunum her í Føroyum,
so er neyðugt við stórum íløgum
í ítróttarverkløg av ymiskum slag.
Tí heitir hon á Føroya Landsstýrið
um at vera við til at fíggja hesi
verkløgini.
Í býráðnum vísa tey á, at tað
er Tórshavnar kommuna, sum
hevur rindað fyri Tórsvøll, allan
sum hann er, meðan aðrar kom
munur eisini hava brúkt nógvar
pengar upp á ítróttarhallir og
annað. Hinvegin, so eru nakrar
kommunur, sum hava fingið
ítróttarhallir frá landinum.
Tórshavnar býráð heldur, at
ein byrjan kundi verið, at landið
gav kommununum alt mvg’ið
aftur, tá kommunur byggja
ítróttarverkløg. Sum nú er fáa
tær 75 prosent aftur.
Annika Olsen, borgarstjóri
í Havn, er eisini í stýrinum í
Kommunufelagnum, og hon upp
lýsir, at eisini Kommunufelagið
tekur undir við, at kommunurnar
skulu fáa alt mvg aftur, tí tað
eru kommunurnar, sum bera
útreiðslurnar, tá ið ítróttarverk
løg verða gjørd.
- Slíkar altjóða kappingar
draga nógv fólk til Føroya, sum
leggja nógv eftir seg, meðan tey
eru her. Tí er býtt at ikki brúka
tær 20 ella 30 milliónir krónurnar,
sum skulu til fyri at tryggja, at
hallirnar lýka altjóða krøv. Tí
hava vit eisini sett okkum í sa
mband við Svimjisamband Før
oya, fyri at tryggja okkum, at
nýggi langhylurin í Gundadali
eisini lýkur øll FINA-krøv. So kun
nu vit skipa fyri altjóða svimji
kappingum, kanska eisini EM
ella líknandi, sigur Annika Olsen,
borgarstjóri. Golfvøllurin skal
eisini lúka altjóða krøv, sigur hon.
MILDRIÐ JACOBSEN
N
ýggja høllin á Hálsi
lýkur ikki krøvini,
sum verða sett til
landsdystir í hondbólti.
Evropeiska hondbóltssambandið
EHF
hevur
givið
greiðar
ábendingar um, at hetta kann fáa
avleiðingar fyri møguleikarnar
hjá føroyska A-landsliðnum hjá
monnum at spæla heimadystir í
Føroyum í framtíðini.
Krøvini, sum verða sett
í
sambandi
við
altjóða
hondbóltsdystir,
eru
tey
somu, sama um talan er um
ungdómslandslið ella A-landslið.
Møguleikarnir at fáa undatøk,
tá A-landsliðið hjá kvinnum
ella ungdómslandsliðini spæla
landsdystir, eru góðir, men tá talan
er um A-landsliðið hjá monnum,
er ikki líkt til, at EHF vil víkja frá
ásettu krøvunum.
Í
s a m b a n d i
v i ð
manslandsdystirnar verða eitt
nú sett krøv um umstøður til
sjónvarpsupptøkur, og tey krøvini
lýkur høllin ikki. Høllin lýkur heldur
ikki kravið um áskoðarapláss á
báðum langsíðunum, og frástøðan
millum vøllin og áskoðaraplássini
er heldur ikki í lagi, tí høllin er ov
smøl.
Hallur
Danielsen
frá
Hondbóltssambandi
Føroya
sigur, at tey rokna við at fáa
undantaksloyvi frá EHF, tá
komandi
EM-undankapping
verður
spæld
við
úti-
og
heimadystum í heyst og næsta
vár. Hetta loyvið er kortini ikki
givið enn. Men eftir ta kappingina
væntar Hallur Danielsen ikki at
fáa undantaksloyvi til at hava
heimadystir hjá A-landsliðnum
hjá monnum í Føroyum.
Hann sigur, at tá umboð fyri
EHF var í Føroyum í sambandi
við A-landsdystin hjá kvinnum
móti Svøríki í fjør, fekk HSF greitt
at vita, at roknast skal ikki við
undantaksloyvum til A-landsdystir
hjá monnum í framtíðini.
Hondbóltssambandið
fer
saman við Tórshavnar kommunu
at gera alt, sum til ber, fyri at
sannføra EHF um kortini at geva
undantaksloyvi til heimadystir
hjá manslandsliðnum, men Hallur
Danielsen sigur seg vænta, at tað
fer at verða sera torført.
Verður undantak ikki givið, er
avleiðingin tann, at A-landsliðið hjá
monnum má spæla heimadystirnar
uttanlands.
Hallur Danielsen sigur, at
Hondbóltssambandið kann bara
vóna, at EHF vísir vælvild, tí høllin
er, sum hon er, og hon kann ikki
broytast til at lúka krøvini.
Landið má á banan
Um føroyska A-landsliðið í hondbólti skal spæla A-landsliðið í Føroyum, má
ein nýggj høll byggjast. Tórshavnar kommuna heldur, at landið má hjálpa til
Bakgrund:
Nýggja høllin á Hálsi lýkur ikki altjóða krøv
Føroyska A-landsliðið í hondbólti sleppur neyvan
at spæla heimadystir sínar í Føroyum