hósdagur 15. mars 2018síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. MARS 2018
SOSIALURIN 32
16
DANJAL AV RANA
T
að hevur elvt til nakað av
ónøgd, serliga í ítróttar
umhvørvinum, at Sosial
urin bar tíðindini um,
at Ítróttarhøllin á Hálsi ikki lýk
ur altjóða krøv. Avleiðingin er, at
Hondbóltssamband Føroya má
søkja um undantaksloyvi at skipa
fyri altjóða kappingum og lands
dystum sum nú er, og líkt er til, at
slík undantaksloyvi ikki fara at
vera givin í framtíðini.
Tí eru mong sum halda, at tað er
ov vánaligt, at Tórshavnar kommu
na útbyggir høllina fyri tíggjutals
milliónir, uttan at tryggja sær, at
útbyggingin er nóg góð.
Men í Tórshavnar kommunu
siga tey, at tað ongantíð var málið,
at høllin skuldi lúka strangastu al
tjóða krøvini.
- Tá tilgongdin til útbyggingina
av nýggju høllini byrjaði í 2015,
høvdu vit fund við ítróttarfeløgini
í Havn, og teirra allarfremsta ynski
var at fáa fleiri vallir at venja á, so
at tey kundu fáa fleiri hallartímar
í part, sigur Sigurð Ó. Vang,
mentanarleiðari í Tórshavnar
kommunu.
Stórur tørvur á
venjingartímum
Hann greiðir frá, at hetta gjørdist
fremsta málið hjá kommununi á
ítróttarøkinum. Samstundis sum
útbyggingina av ítróttarhøllini á
Hálsi, sum bleiv víðkað frá hálva
aðrari høll til dupulthøll, setti
kommunan í gongd eina víðkan
av ítróttarhøllini í skúlanum
á Argjahamri. Afturat teimum
kemur ein nýggj ítróttarhøll í
skúlanum á Fløtum, eins og at
ítróttarfeløgini væntandi sleppa
at brúka ítróttarhøllini í Glasi, tá
hon er liðug.
- Allar hesar útbyggingarnar
gera, at innandura liðítróttirnir í
Tórshavnar kommunu hava fingið
nógv fleiri hallartímar at býta
millum sín. Bara útbyggingirnar
á Hálsi og á Argjahamri hava økt
kapasitetin við 70 prosentum, sigur
Sigurð Ó. Vang.
Tað eru serliga flogbólturin og
hondbólturin, sum fáa betri gagn
av nýggju dupulthøllini, men aðrar
ítróttargreinar hava eisini fingið
betri innivist, eitt nú boksing,
sum hevur vant í Tekniska Skúla í
Marknagili og judo og borðtennis,
sum bæði vandi í Eysturskúlanum,
í auluni og ítróttarhøllini. Allar
tríggjar ítróttargreinarnar eru
fluttar í kjallaran í høllini á Hálsi
og venja nú lið um lið.
Ein tjóðarleikhøll er ov dýr
Sigurð Ólason Vang sigur, at gaman
í førdi Hondbóltssamband Føroya
fram eitt ynski um at gera ein
tjóðarleikvøll, sum kundi hýsa
altjóða kappingum og dystum.
- Okkara metingar vístu, at ein
slík høll fór at kosta umleið 100
milliónir krónur. Útbyggingin
av høllini her, um vit ikki telja
kjallaran og p-plássini uttanfyri
við, kostaði 30 milliónir krónur.
Hitt hevði verið ein ov stór íløga
fyri Tórshavnar kommunu í
løtuni, og hevði heldur ikki uppfylt
ynski hjá feløgunum um fleiri
hallartímar, sigur hann.
Hann vísir kortini á, at hóast
høllin ikki livir upp til strangastu
altjóða krøvini, so eru umstøðurnar
til dystir nógv batnað, millum
annað eru umstøðurnar hjá
áskoðarum nógv batnaði, eins og at
pláss er fyri nógv fleiri áskoðarum
til størstu dystirnar.
- Vit skulu eisini minnast
til, at tað væntandi einans eru
A-landsdystir í hondbólti hjá
monnum, sum ikki kunnu spælast
her longur. Til aðrar kappingar lýk
ur hølllin øll krøv, ella í øllum før
um somikið, at gjørligt verður at
fáa undantøk, sigur Sigurð Ó. Vang.
Størsti trupulleikin við altjóða
góðkenningini er, at í høllini á Hálsi
eru ikki nóg góðar umstøður til
sjónvarpsupptøkur.
- Seinastu árini er nógv meiri
peningur komin inn í altjóða
hondbólt, fyrst og fremst tí at
sjónvarpsrættindini eru voksin
tríggjar ferðir í virði. Tí leggur
IHF, altjóða hondbóltssamgongan,
stóran dent á, at umstøðurnar til
sjónvarpsupptøkur eru í lagi, sigur
Sigurð Ó. Vang.
- Sjálvandi burdu vit havt
eina slíka høll, men Tórshavnar
kommuna hevur ongantíð bundið
seg til, at hendan høllin skuldi
gerast ein slík. At byggja eina
slíka høll er vælsaktans eisini ein
landsspurningur og ikki bara ein
kommunalur spurningur, sigur
Sigurð Ó. Vang.
Høllin á Hálsi verður
ikki størri
Trupulleikin, sum høllin á Hálsi
tá renir seg í, er at hon ikki kann
víðkast.
- Sjónvarpsliðini krevja sera
nógv pláss og tíverri er tað ógjørligt
hjá okkum at uppfylla tey krøvini í
høllini á Hálsi, tí soleiðis, sum hon
er bygd av fyrstan tíð, ber ikki til at
breiðka hana, sigur hann.
Sigurð Vang vil tó minna á, at
meðan hølllin sjálvandi verður
nógv nýtt til hondbólt og flogbólt,
tænir hon eisini nógvum øðrum
endamálum. Nýggja høllin kann
nýtast til finalur og framsýningar
hjá øðrum ítróttargreinum og til
tøk av øðrum slag. Gamla heitið
var eisini Tórshavnar ítróttar- og
samkomuhøll.
- Høllin er ein fleirnýtsluhøll.
Heta merkir, at hon eisini skal
nýtast til messir, møtir, dans,
próvhandan og mangt annað.
Gamla høllin rúmaði eini 1.500 til
1.800 fólk, alt eftir hvat tiltakið
var, meðan vit rúma millum 2.500
til 3.000 fólk í nýggju høllini, sigur
hann.
- Eingin ivi er um, at hendan
útbyggingin hevur flutt býin og
Føroyar væl fram á leið, hóast
onkur altjóða góðkenning manglar,
sigur Sigurð Ó. Vang.
HETTA ER
IKKI OKKARA
TJÓÐARLEIKHØLL
Høllin á Hálsi skal fyrst og fremst nøkta tørvin hjá havnafeløgunum
á venjingartímum. Kortini er tað bara í fáum førum, at hon ikki
lýkur altjóða krøv ella kann fáa undantak til altjóða kappingar.