hósdagur 15. mars 2018síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. MARS 2018
SOSIALURIN 32
15
Gangnýta sum mest
Durita og Dinna Svarthamar royna av øllum alvi at brúka so
nógv sum møguligt av slaktinum. Tær gera eitt nú blóðmør,
sperðil, garnatálg og livurpostei, og tær saltað eisini vomb,
sum tey eta aftur við sperðli, eplum og rótum.
Harafturat verður øll tálgin brúkt, og hornini og skinnini
koyra tær heldur ikki burtur.
Umframt at brúka tálgina í blóðmøri, so mala og smelta
tær eisini tálg, sum tær gera til bæði sápur og ljós at seta
uttanfyri.
Restin av tálgini verður smeltað og fryst í blokkum. So
verður tálgin bráðnað aftur og fóður koyrt í. Tálgin verður
so sett út í bøin til fuglarnar, sum hava stóra gleði av tálgini
um veturin.
Nøkur skinn taka tey sjálvi, og hini skinnini verða øll latin
einum, sum saltar tey sjálvur og sendir tey uttanlands at
verða vaskað og garvað. Skinnini, sum tey hava eftir, vaska
tey við spønum av sápuni, sum tey gera úr tálgini.
Hornini verða heldur ikki burturbeind. Tey vita ikki heilt,
hvat tey skulu brúka øll hornini til, men Durita hevur fingið
verfaðirin til at gera sær mallur til føroysk klæðir burtur úr
hornunum. Brosjan er longu gjørd.
Fáa meira fyri kjøtið
Nú krøvini eru herd hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni eru
tað fleiri og fleiri sum leggja seg eftir at selja á netinum.
Dinna og Durita greiða frá, at nógvur matur verður seldur
tann vegin, og serliga verður nógv turt kjøt selt.
Dinna Svarthamar sigur, at tá tey høvdu loyvi til at selja
turt kjøt í handlunum, løgdu handilsmenninir 100 prosent
og meira oman á søluprísin.
– Nú kunnu bøndurnir leggja seg upp at prísinum í
handlunum, tá teir selja á netinum, og tí fáa teir so nógv
meira burtur úr í dag. Hatta hava vit ikki dugað fyrr, men
nú er tann møguleikin komin við nýggju tíðini, sigur Dinna.
Saknar íblástur
Durita Svarthamar heldur, at áhugin fyri føroyska matinum
er sera lítil millum tey ungu, tí hugflogið er so lítið, tá
føroyskur matur verður tilgjørdur.
Hon kundi hugsað sær at stovna eina facebooksíðu til
uppskriftir, sum hon er sannførd um, at nógv hava til at
gera føroyskan mat á ein øðrvísi hátt.
Sjálv hevur hon nógv hugskot, og roynir ofta nýggjar
leiðir, tá hon ger mat burtur úr seyðaavroðum. Eitt nú hevur
hon eina serliga góða uppskrift til livurpostei, og eisini hevur
hon roynt at koyra súreplamos í blóðmør í staðin fyri sukur.
Hon steikir nýru í salti og pipari, til tey eru ordiliga
broyskin, og hon tosar um, hvussu tað hevði verið at
djúpstokt vomb ella gjørt blóðmør sum eina rullukøku.
Durita heldur, at okkurt átak átti at verið gjørt fyri at økja
áhugan fyri hesum slagnum av mati. Sum dømi nevnir hon,
at tað hevði verið spennandi við einum tiltaki beint eftir
slaktið, har kappast kundi verið um at gjørt ymiskar rættir,
soleiðis at fólk fingu íblástur frá hvørjum øðrum.
Bjartskygd um framtíðina
Durita Svarthamar heldur, at tá tosað verður um matoyðsl í
sambandi við seyð, so er tað bara ein spurningur um at lata
eyguni upp. Hon vísir á, at nógv ung vita als ikki, hvat avroð
eru, og nógv hava ongantíð smakkað eina livur.
Hon vísir á, at tað er sera umráðandi at fáa børnini og
tey ungu við í eitt rák um at eta matin, sum kemur úr seyði,
so tey ikki heilt missa fatanina av, hvaðani matur stavar.
Kortini er hon bjartskygd um framtíðina og sigur seg
vænta, at tað fer at bera til at venda gongdini. Hon vísir á,
at fleiri og fleiri verða tilvitað um at gagnnýta tað, sum er,
og at fara væl við umhvørvinum. Tí heldur hon, at tað er
løgið, um tað ikki fer at bera til at venda gongdini, soleiðis
at tað ikki verður koyrdur so nógvur matur úr seyði burtur.
M LIVUR, VOMB
1 advokat kan antages til at beskikkes som
off entlig forsvarer og til at udføre sager for
part er, der har fri proces, ved Retten på Færø
erne og Østre Landsret for så vidt angår sag
er, der af landsretten behandles i Tórshavn.
Antagelsen medfører pligt til at møde per son
ligt i de tildelte sager.
Det må forventes, at der ved antagelsen bliver
taget forbehold om rejseudgifter, jfr. rets
pleje lovens § 336c, stk. 2, jfr. § 741, stk. l.
Justitsministeriet har i cirkulære nr. 9493 af
8. juli 2002 beskrevet de kriterier, der vil
blive lagt til grund for vurderingen af ansøgn
ing erne. Det afgørende hensyn er ansøgernes
kvalifikationer.Derlæggesidenforbindelse
blandt andet vægt på ansøgerens erfaring
med retssager, herunder straffesager og sag
er med procedure, og om ansøgeren har mød
eretforlandsret,ogpåansøgerenskvalifika
tion er i det almindelige virke som advokat.
Antagelsen sker i øvrigt i overensstemmelse
med Justitsministeriets cirkulære af 3. juni
1971, cirkulæreskrivelse af 14. juli 1998 og
cirkul æreskrivelse af 10. oktober 2003.
Efter ansøgningsfristens udløb vil ansøgn
ing erne blive videresendt til Præsidenten for
Østre Landsret med en indstilling fra Retten
på Færøerne.
Præsidenten for Østre Landsret videresender
ansøgningerne med sin indstilling til Justits
min isteriet.
Ansøgningerne vil blive forelagt Advokatrådet.
Ansøgninger, der skal stiles til Justits min ist
eriet, indsendes hertil senest den. 13. april
2018.
SORENSKRIVEREN
(DOMMEREN) PÅ FÆRØERNE,
den, 13.marts 2018.
DÓMARASKRIVSTOVAN
C. Pløyensgøta 1 · Postrúm 28 · FO110 Tórshavn
post@sorinskrivarin.fo · www.sorinskrivarin.fo
Tlf. 31 10 03 · Fax 31 83 13
Hjá IRF verður sagt, at sera nógv avroð eru
í bingjunum, sum verða settar upp kring
landið í sambandi við slaktið um heystið.
Talan er um eitt nú blóð, vembur og livrar. Stór
broyting er hend á hesum økinum, har meira og meira
verður koyrt burtur frá slaktinum, upplýsir IRF.
YNDISRÆTTURIN Á
INNISTOVUGARÐI Á SKÆLINGI:
Tá slaktið er liðugt um heystið, verður borðreitt við
yndisrættinum hjá teimum, sum eru við í slaktinum.
Rættin, sum minnir mest um
biksimat, kalla tey skrambul.
Í grýtuni eru lepar av vaskaðari vomb, nýru, hjørtu,
tálgalivur, vinstrar, sperðil, nógv eplir og røtur, um
tey hava tær. Alt verður kókað í vatni og salti í einari
stórari gassgrýtu, og so er klárt at borðreiða.