Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-15, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. mars 2018síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. MARS 2018 SOSIALURIN 32 14 MILDRIÐ JACOBSEN MILDRID@SOSIALURIN.FO Í Innistovu á Skælingi verða einir 150 seyðir flettir um árið. Í ár er talið nakað lægri, tí tey mistu nógvan seyð av ridluskriða fyri nøkrum árum síðani. Dinna Svarthamar, sum var bóndi frá 1988 til sonurin Magnus tók við festinum í 2004, sigur, at fyrr fór einki burtur frá slaktinum. Alt varð brúkt, sjálvt um tey høvdu eins nógvan seyð tá og nú. Tey royna framvegis at gagnnýta alt, sum yvirhøvur til ber, og frysta niður í tríggjar stórar boksir hvørt heyst. Men tað er torført at sleppa av við avroðini, og tað er vónleyst hjá teimum at eta alt sjálvi, og tí verður nógv koyrt burtur árið eftir, tá slaktað verður aftur. Dinna Svarthamar og Durita Svarthamar, sum er gift við Jákupi Svarthamar og er verdóttir Dinnu, eru samdar um, at tvær høvuðsorsøkir eru til, at so nógvur matur úr seyði verður burturbeindur. – Fólk eru blivin so kræsin í dag, og nógv eru ikki von við føroyskan mat. Pitsa, lasanja og burgarar hava yvirhálað føroyska matin. Og krøvini hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni um, at flettingarrúmið skal vera løggilt, hevur eisini lagt fót fyri nógv, siga tær báðar. Bara loyvi til durasølu Fyrr seldi Innistovugarður kjøt og garnatálg til handlarnar, men hetta er ikki loyvt longur, tí flettingarrúmið er ikki løggilt. Einasti møguleikin hjá teimum er at hava durasølu, og tað er ein trupulleiki, tí tað er í handlunum, at fólk keypa flestu vørurnar, siga Dinna og Durita Svarthamar, sum báðar halda, at tað er stórt spell, at tað ikki ber til at sleppa av við matin. Á Innistovugarðinum hava tey fastar kundar, sum keypa frá teimum, men teir verða bara færri og færri í tali. Eitt nú liggja tey inni við 40 kilo av garnatálg, sum tær báðar hava gjørt, og sum tað ikki er loyvt hjá teimum at selja í handlunum longur. Tær vísa báðar á, at tað er ongin loysn hjá teimum at fáa flettingarrúmið løggilt, tí tað er alt ov kostnaðarmikið. Báðar halda, at sjálvandi er tað í lagi at seta krøv til reinførið, men at krøvini, sum verða sett til innrætting av flettingarrúmi, eru púra burtur við dýr at lúka. Ein annar møguleiki er at vera sonevndur heima­fram­ leiðari og selja vøruna í handlunum. Men vøran kann ikki liggja saman við aðrari løggildari vøru. Durita Svarthamar heldur tí, at tað er líka frægt at halda seg til durasøluna sum at hava ein bás í einum handli. Vilja ikki hava avroð Tað stendur ikki á at sleppa av við turt kjøt og ræst kjøt. Eisini eru tað nógv, sum vilja hava seyðarhøvd og hjørtu. Men livur, vomb, blóð, tálg og hvítanýru er ongin eftirspurningur eftir. Sjálvt um tey bjóða sær til at lata avroðini, so er áhugin sera lítil. – Tað eru seyðarhøvdini, hjørtuni og sjálvur kroppurin, sum hava áhuga. Onkur fer kanska eisini við einari ella tveimum livrum og eitt sindur av blóði, men tey eru ikki nógv, sigur Durita Svarthamar, sum hevur búð á Innistovugarðinum í 12 ár. Dinna og Durita greiða frá, at tað tykist ikki, sum at fólk tíma at eta livur longur, og tað sama ger seg galdandi fyri blóðmør. Báðar eru samdar um, at tíðin er helst farin frá at brúka vombina og blóðið. Á Skælingi frysta tey nógv blóð, vembur og livrar, tí tey vilja so treyðugt koyra tað burtur. Men tá slaktið kemur fyri aftur, verður nógv av tí koyrt burtur kortini, tí tey vilja goyma tað nýggja heldur enn tað gamla, greiða tær báðar frá. Durita Svarthamar sigur, at tað er ein keðilig kensla at koyra so nógvan mat burtur. Hon heldur, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan átti ikki at havt so nógvar forðingar, men heldur átti at komið við loysnum, sum báðir partar kunnu liva við. – Tað fer alt ov nógvur matur burtur, siga Durita og Dinna, sum ikki ivast í, at sloppið hevði verið undan at burturbeint so nógvan mat, um tað hevði borið til hjá teimum at selt hann í handlunum. Vildu fegin latið ellisheimum mat Durita og Dinna Svarthamar høvdu eisini fegnar viljað havt møguleikan at givið matin burtur til eitt gott endamál, heldur enn at hann endar í ruskspannini. Tær nevna til dømis ellisheim og røktarheim, sum tær gleðiliga høvdu latið bæði livur, blóðmør og garnatálg. Tær vísa á, at her er helst talan um tað ættarliðið, sum dámar hendan matin allarbest. Garðurin á Skælingi fær ongan fyrispurning frá heimum um mat, tí tað hava heimini ikki loyvi til. Tað er ikki lógligt at lata matin víðari í skipanini til brúkararnar, og tí er hetta ikki ein møguleiki. SKOYTA IKKI UM Á Innistovugarði á Skælingi leggja tey seg eftir at gagnnýta so nógv, sum til ber, frá slaktinum um heystið. Men vantandi áhugi fyri føroyskum mati og herd krøv frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni hava við sær, at tey kortini verða noydd at burturbeina nógvan mat á hvørjum ári Matoyðsl TEMA: Matoyðsl Durita Svarthamar OG BLÓÐ