hósdagur 15. mars 2018síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. MARS 2018
SOSIALURIN 32
13
minni verður dálkað og oyðslað.
– Eisini mugu vit nýta vit og skil, áðrenn vit keypa og
burturbeina. Hóast eitt dato er á eini vøru, so merkir tað
ikki, at vøran er óetandi. Haldførisdato er ásett fyri at verja
brúkaran, men sumt gongur als ikki út, sigur hon.
Etið restirnar
Kanningin hjá Á samtakinum vísti eisini at breyð, viðskeri
og døgverða restir er tað, sum flest fólk koyra burtur.
Samstundis sum døgverðarestir er tað, sum flest fólk
beina burtur, so siga fólk seg eisini harmast mest um, at
døgverðarestir fara til spillis.
– Tað er umráðandi at eta restirnar, sum ein eigur inni.
Verður góður døgverðamatur burturbeindur, tí ein ikki vil
eta hann ein ella tveir dagar seinni, so er tað eitt tekin um,
at vit liva í yvirflóð. Døgverðarestir eru eisini góðar at hava
við í matpakka til ein sjálvan ella til børnini, sigur Gunnhild,
sum heldur tað verða spennandi at hita ymiskar restir upp
og vita, hvat hon fær burturúr.
Eisini mælir hon til, at vit ansa eftir ikki at keypa inn
óneyðuga. Eitt gott ráð er at hyggja í kuldaskápið og skriva
ein innkeypsseðil, áðrenn ein fer til handils.
Gamalt breyð til leskiligt kips
Í kanningini hjá Á samtakinum søgdu 48 prosent, at
høvuðsorsøkin til, at matur varð burturbeindur var, at hann
var farin um haldførisdato ella vorðin ov gamal. Ein vøra,
ið lættliga verður hildin at verða ov gomul ella óáhugaverd
er breyði, sum er gerandisvøra í flestu húsarhaldum. Breyð
fer tó ikki til spillis heima hjá Gunnhild.
– Er breyðið vorðið turt, so skeri eg tað í terningar, koyri
tað í eitt fat við olju oman á og seti tað inn í ovnin. Til ber at
kydda við salt ella øðrum, um ein ynskir tað. Vit eta hesar
terningarnar sum munnbitar og brúka teir til fyllu í suppu
og øðrum rættum. Børnunum dáma serliga væl, at fáa hesar
munnbitarnar við í matpakkan, sigur hon.
Ruska í bingjum
Tá Gunnhild var lesandi í Svøríki, royndi hon fleiri ferðir
saman við øðrum lesandi at “ruska” ella tað, sum á enskum
verður kallað “dumpster diving”. Tað snýr seg um at leita
eftir mati í bingjum og ruskíløtum uttan fyri stórhandlar,
og Gunnhild greiðir frá, at hon gjørdist stórliga bilsin av at
síggja, hvat handlarnir koyra burtur.
– Vit funnu alt møguligt, og nógv av matinum feilaði
als einki og var ikki farin um haldførisdato. Vit fóru út og
ruskaðu saman, og síðani varð fongurin býttur javnt millum
okkara. Ta tíðina vit ruskaðu, keyptu vit næstan ongan mat,
sigur Gunnhild, sum tó ikki hevur roynt at ruska í Føroyum.
Hon greiðir framhaldandi frá, at tað bæði var áhugavert
og kveikjandi at ruska, tí tá hon kom heim við øllum
matinum, varð hon eisini noydd til at verða kreativ, tá hon
fór at matgera, so hon fekk brúkt alla vøruna, sum hon
hevði funnið.
–Ta tíðina funnu vit upp á fleiri kreativar og stuttligar
rættir, sigur hon.
Hon heldur eisini, at í staðin fyri at fara í ruskspannirnar
hjá handlunum at leita, so ber eisini til at spyrja í ymisku
matvøruhandlunum, um handilin hevur eitthvørt, sum tey
vilja selja bíliga ella lata.
– Tá man ruskar, so sær man, hvussu ógvusliga tað í
veruleikanum verður oyðsla við mati og hvussu nógv fer
til spillis, sigur hon til endans.
R MUGU
I STIG
Vit kunnu ikki fáa skil á umhvørvistrupulleikunum
við skjótum loysnum, heldur Gunnhild Dahl Niclasen