hósdagur 15. mars 2018síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. MARS 2018
SOSIALURIN 32
12
Matoyðsl
TEMA: Matoyðsl
Fólk eru troytt av, at øll ábyrgdin hongur á einstaklinginum, og
eftirspurningur er eftir størri politiskum vilja á økinum, sigur Gunnhild
Dahl Niclasen, BA í stjórnmálafrøði og MA í humanøkologi, um
politisku líkasæluna, tá tað viðkemur umhvørvi og matoyðsli
ANNIKA KUNOY IM
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
– Vit kunnu ikki fáa skil á umhvørvistrupulleikunum
við skjótum loysnum. Dálking og ovurnýtsla krevja,
at stór politisk stig verða tikin. Hetta merkir ikki, at
einstaklingurin ikki kann vera við í tilgongdini, men
verður arbeitt kollektivt, so verður munurin størri og
boðskapurin kraftigari, sigur Gunnhild Dahl Niclasen, BA
í stjørnamalafrøði og MA í humanøkologi.
Í februar mánaða í 2016 varð ein nýggj lóg samtykt í
Fraklandi, sum bannar stórhandlum at blaka mat burtur
og at stoyta bleikingarevni oman á matin. Í staðin skulu
stórhandlar semjast um at geva matin til vælgerandi
fegalsskapir. Gunnhild heldur, at vit í Føroyum eisini skulu
tora at seta stór krøv og smíða lógir, sum trýsta fólk til at
hugsa øðrvísi.
Hon greiðir frá, at beint fyri at Føroya Náttúru-
og Umhvørvisfelag - har hon er nevndarlimur - varð
endurstovnað í 2014, varð lítið og einki tosað um umhvørvið,
men seinastu árini er ein stór hugburðsbroyting farin fram
millum fólk. Nú er meir ljós varpað á trupulleikarnar, og
fólk hugsa meir um at eta umhvørvissliga rætt. Tó, so eru
fólk troytt av, at øll ábyrgdin hongur á einstaklinginum, og
eftirspurningur er eftir størri politiskum vilja á økinum.
Nógvur matur burturbeindur
40 prosent av framleidda matinum í heiminum í dag verður
blakaður burtur aftur. Hetta er ein stórur trupulleiki,
sum eisini er eksisterar í Føroyum. Tað eru fýra lið um
at burturbeina mat. Tað fyrsta liðið er framleiðslan, har
nógvur matur verður burturbeindur av kosmetiskum og
øðrum orsøkum. Eisini verður nógv burturbeint, eftir at
tað er flutt til Føroya, tí tað oyðilagt á ferðini. Orsøkin er,
at handlarnir skulu síggja vakrir út, og brúkarin skal tíma
at keypa vøruna. Handlar burturbeina eisini, tá nýggj vøra
kemur, vøra er skødd, og tá vøra nærkast haldførisdato.
Einstaklingar og húsarhald beina eisini nógvan mat burtur,
og tað er fyrst og fremst tí, at vit liva í yvirflóð og ikki kenna
til at hava ov lítið, heldur hon.
– Í dag er matur lætt atkomuligur, og vit vita ikki,
hvat tað merkir at ganga svong. Eisini kenna vit lítið og
einki til framleiðslu av mati og orkuna, sum verður løgd
í framleiðslu, tí maturin verður framleiddur aðrastaðni.
Høvdu vit havt tað sambandi við matin, sum ein fær, tá
ein framleiðir hann, so høvdu vit kent virðið á matinum á
ein annan hátt, sigur hon.
– Tey, ið hava seyð, fiska ella hava eplaveltu vita, hvat
arbeiði skal til fyri at framleiða mat, leggur hon afturat.
Nýta orkuna rætt
Tað hevur stóra ávirkarn á umhvørvið, at so nógvur matur
verður burturbeindur. Skal broyting fremjast á økinum, so
er umráðandi at hugsað verður um, hvussu orkan verður
nýtt.
– Vit nýta orkuna skeivt á fleiri mátar, tí vit framleiða ov
nógv. Vit nýta orku til at brenna matleivdir, vit brúka olju
at brenna við, og tá vit brenna, so dálkar tað umhvørvið við
ymiskum útáti. Hesin burturbeindi maturin kundi í staðin
verið etin av fólki ella djórum. Er talan um skal, leivdir og
annað, so kundi tað verði gjørt til sankutøð, í staðin fyri
at vit eisini nýta orku til at innflyta mold til landið, sigur
Gunnhild Dahl Niclasen.
– Eitt annað dømi um, at tað politiska hevur haltað er, at
vit enn onki biogassannlegg hava í Føroyum, tí vit tí fáa vit
gagnnýtt meir í staðin fyri at dálka.Vit mugu brúka orkuna
rætt og leggja hana á rætta stað, leggur hon afturat.
Sambært kanning um føroyingar og matoyðsl, sum Á
samtakið gjørdi í fjør, so siga 94 prosent av teimum spurdu
seg koyra mat burtur, tí tey ikki klára at eta hann ella tí,
at hann er farin um haldførisdato. Størsta orsøkin til, at
maturin verður burturbeindur er, at hann er farin um
haldførisdato. Kanningin vísti eisni, at kvinnur gera meira
enn menn, og aldursbólkurin eldri enn 45 ár ger mest fyri
at minka um sítt matoyðsl.
Úrslitið av kanningini er grundað á svar frá 400
føroyingum í aldrinum 15-80 ár kring landið, og
niðurstøðurnar skulu eftir ætlan geva eina ábending um,
hvussu umfatandi trupulleikin viðvíkjandi matoyðsli er í
Føroyum.
Kanningin, sum A samtakið gjørdi í fjør, vísir, at allir
føroyingar blaka mat burtur í størri ella minni mun.
– Vit framleiða ov nógv, nýta ov nógv týningarevni og
nýta nógva orku upp á flutning og at brenna tað, ið síðani
verður burturbeint. Fólk eru meir og meir varug við hendan
risa stóra trupulleikan og eru áhugaði í øðrum møguleikum,
sigur Gunnhild Dahl Niclasen.
Sum eitt dømi nevnir hon, at tað átti í nærsamfelagnum
at verði møguligt hjá borgarum at sett egið grønmeti niður,
lúka og tikið tað upp aftur saman. Fleiri valdu møguliga
hetta í staðin fyri at fara í venjinjingarmiðstøð at venja.
– Á hendan hátt spardu bøndir arbeiðsmegi, og hini fingu
grønmeti við heim, sum tey høvdu størri virðing fyri, tí tey
løgdu egna orku í framleiðsluna. Tað kundi elvt til, at vit
oyðslaðu minni, sigur hon.
Brúka vit og skil
Gunnhild nevnir, at trupulleikarnir við umhvørvisdálking
og matoyðsl eru so mikið stórir, at tørvur er á, at vit verða
meir radikal og tora at taka víðgongdari stig enn til dømis
at skifta mikrosoft lapparnar út við bummuls lappar, tí
slíkar smáar broytingar eru ikki nokk.
– Eg sakni, at politikarar tora at taka ordiligar avgerðir
og verja náttúruna, sum hon er, staðfestir Gunnhild Dahl
Niclasen álvarsliga.
Sum áður nevnt, so merkir tað ikki, at vit sum
einstaklingar ikki gera okkara til at dálka og oyðsla minni
í gerandisdegnum, men besta ráðið, ið Gunnhild kann
geva er, at vit hvør í sínum lagi brúka minni av øllum í
gerandisdegnum. Hon greiðir frá, at tað als ikki nýtist
at vera skerjandi og keðiligt at nýta minni, men heldur
hinvegin, so er tað spennandi og gevandi at gera sítt til, at
POLITIKARAR
TAKA STØRRI
“Tá man ruskar, so sær
man, hvussu ógvusliga
tað í veruleikanum verður
oyðslað við mati og hvussu
nógv fer til spillis”