hósdagur 15. mars 2018síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. MARS 2018
SOSIALURIN 32
11
Pitabreyð við restum
av karrybollum og rísi
til 4-6 fólk
Tilfar:
Restina av karrysósini (á leið ein
desilitur)
250 gramm av grikskum jogurti
3 súpiskeiðir av saftini úr einum blikki
av ananas
1 teskeið av sukri
Restina av rísinum
3 grovt rivnar gularøtir
200 gramm av ananas í bitum (úr einum
blikki)
1 agurk skorna í smáar bitar
75 gramm av rosinum
¾ teskeið av grovum salti
Nýmalið pipar
Restina av karrybollunum skornir í
flísar
50 gramm av salati
6 pitabreyð
Mannagongd:
Rør karrysósina, grikska jogurti, saftina
úr ananasblikkinum og sukrið saman.
Set dyppið í kuldaskápið í minst 15
minuttir. Smakka til við salti og pipari.
Blanda rísið, gularøturnar, agurkina,
ananasið, rosinurnar, salt og pipar
saman. Sker karrybollarnar í flísar og
legg teir oman á salatbløðini á eitt fat.
Hita pitabreyðini í ovninum.
Tipp: Karrydyppið smakkar eisini væl
í eini tvíflís við salat, høsnarunga og
fleski.
NÝT DØGURÐAREST
IRNAR TIL NÝGGJAR OG
LESKILIGAR RÆTTIR
Nýtir tú hugflogið, so kunnu døgurðarestir lættliga
verða til nýggjar og lekkrar rættir dagin eftir
ANNIKA KUNOY IM
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
Sambært kanning um føroyingar
og matoyðsl, sum Á samtakið
gjørdi í fjør, so siga 94 prosent
av teimum spurdu seg koyra
mat burtur, tí tey ikki klára
at eta hann ella tí, at hann er
farin um haldførisdato. Størsta
orsøkin til, at maturin verður
burturbeindur er, at hann er farin
um haldførisdato.
Kanningin hjá A samtakinum
vísti eisini at breyð, viðskeri og
døgverðarestir er tað, sum flest
fólk koyra burtur. Samstundis
sum døgurðarestir er tað, sum
flest fólk beina burtur, so siga
fólk seg eisini harmast mest um,
at døgverðarestir fara til spillis.
Í staðin fyri, at maturin endar
í ruskílatinum, tí hann verður
gloymdur í kuldaskápinum, so
kann hann hitast upp aftur ein
ella tveir dagar seinni, ella kann
kann nýtast til at gera nýggjar og
lekkrar rættir við. Tað er betri fyri
pengapungin, samfelagsbúskapin
og fyri umhvørvið.
Fiskasalat við skyr og
avokado við restini av
einum fiskadøgurða
til 4-6 fólk
Tilfar:
1 blikk av mais (á leið 150 gramm)
Kjøtið úr ½ limefrukt
¾ teskeið av grovum salti
Nýmalið pipar
1 búnað avokado
1 smáskorin reyðleykur (á leið 75
gramm)
150 gramm av skyr
1 súpuskeið av smáskornari myntu
300 gramm av kókaðum, dampaðum
ella bakaðum fiski. Til dømis toski ella
øðrum slagi.
100 gramm av salati
50 gramm av blaðsellarí í flísum
50 gramm av hakkaðum
pistasiunøtukjarnum
Mannagongd:
Koyr mais, limefrukt, salt og pipar í
blendaran og blenda væl. Koyr síðani
avokado í og blenda. Koyr blandingina
í eina skál og rør leykin, skyr og myntu
í. Skil fiskin, sker hann í bitar og vend
honum varliga í blandingini.
Legg salatbløðini og blaðsellaríið á eitt
fat, og legg síðani fiskasalatina omaná.
Stroy pistasiunøturnar oman á, og
borðreið salatið saman við langbreyði
ella bollum.
1 groft flute
til, hvat tú kanst brúka døgurðarestirnar til.
Her eru nakrar uppskriftir og íblástur