hósdagur 15. mars 2018síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. MARS 2018
SOSIALURIN 32
10
Matoyðsl
TEMA: Matoyðsl
Á temasíðunum hesaferð er matoyðsl á breddanum. Vit hoyra frá serfrøðingi,
sum heldur, at fólk eru troytt av stóri ábyrgdini, ið liggur á einstaklinginum, og
at politikarar tí mugu taka størri og viðgongdari stig. Eisini siga bøndur, at herdu
krøvini frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni hava við sær, at nógv meiri matur verður
beindur burtur, enn neyðugt er.
Í Føroyum eru ongar kanningar gjørdar av, hvussu nógvan mat húsarhaldini
koyra burtur. Húsarhaldsruskið verður ikki skilt sundur í matvørur og annað
burturkast. Men tølini vísa, at hvørja viku savnar Brennistøðin á Hjalla góð 90
tons av húsarhaldsruski í Tórshavnar kommunu, og hjá IRF er talan um eini 139
tons av húsarhaldsruski um vikuna.
Í Danmark eru stórar kanningar gjørdar av matoyðsli. Har vísa tølini, at hvørt
ár koyra donsku húsarhaldini burtur 260 tons av mati, sum kundi verið etin. Hjá
IRF siga tey, at vit í Føroyum ikki eru aftan fyri danir á hesum økinum, og at vit
lutfalsliga koyra minst líka nógvan mat vekk, sum tey gera aðra staðni.
Matoyðslið kostar húsarhaldunum í Danmark 13,5 milliardir krónur um árið.
Talan er um 20 prosent av samlaðu útreiðslunum hjá dønum til mat. Hvørja viku
fer matur, sum er etandi, burtur fyri 225 milliónir krónur.
Tøl hjá stovninum Landbúnaður og Matvørur vísa, at eitt húsarhald á fýra
fólk koyrir 57 kilo av mati burtur um árið.
Nógv tann mesti maturin, sum verður koyrdur burtur, er døgurðarestir.
Sambært tølunum hjá Landbúnaði og Matvørum koyra 21 prosent av donsku
húsarhaldunum døgurðarestir burtur minst tríggjar til fýra ferðir um vikuna.
Innistovugarður á Skælingi leggur seg eftir at gagnnýta so nógv, sum til ber, frá
slaktinum um heystið. Men vantandi áhugi fyri føroyskum mati og herd krøv frá
Heilsufrøðiligu Starvsstovuni hava við sær, at tey kortini verða noydd at koyra
nógvan mat burtur á hvørjum ári.
– Fólk eru blivin so kræsin í dag, og nógv eru ikki von við føroyskan mat. Pitsa,
lasanja og burgarar hava yvirhálað føroyska matin. Og krøvini frá Heilsufrøðiligu
Starvsstovuni um, at flettingarrúmið skal vera løggilt, hava eisini lagt fót fyri
nógv, siga Dinna og Durita Svarthamar á Innistovugarðinum á Skælingi.
– Tað fer alt ov nógvur matur burtur, siga Dinna og Durita, sum ikki ivast í, at
sloppið hevði verið undan at burturbeint so nógvan mat, um tað hevði borið til
at selt hann í handlunum.
Gunnhild Dahl Niclasen hevur lisið humanøkologi, og hon heldur, at politiskt
skal nógv meir gerast á økinum, tí dálking og ovurnýtsla krevja, at stór politsik
stig verða tikin. Sum einstaklingar eru vit ørkymlaði yvir støðuna og ynskja at
broyting, men samstundis eru fólk troytt av, at øll ábyrgdin verður løgd á tey. Tí
mugu politikarar vakna og raðfesta umhvørvið.
– Vit framleiða ov nógv, nýta ov nógv týningarevni og nýta nógva orku til
flutning og at brenna tað, ið síðani verður burturbeint. Fólk eru meir og meir
varug við hendan risa stóra trupulleikan og eru áhugaði í øðrum møguleikum,
sigur Gunnhild Dahl Niclasen.
hvørja viku savnar Brennistøðin á Hjalla góð
90 tons av húsarhaldsruski í Tórshavnar
kommunu, og hjá IRF er talan um eini 139
tons av húsarhaldsruski um vikuna.
Tøl hjá stovninum Landbúnaður og
Matvørur vísa, at eitt húsarhald á fýra fólk
koyrir 57 kilo av mati burtur um árið.
Nógv tað mesta, ið
verður koyrt burtur,
er døgverðarestir
Visti tú?
Visti tú?
Visti tú?