Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-15, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. mars 2018síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. MARS 2018 SOSIALURIN 32 29 VÁGA FLOGHAVN SØKIR EFTIR AVLOYSARUM OG STARVSFÓLKUM TIL FAST STARV www.floghavn.fo Tveir avloysarar til trygdareftirlit og reingerð Vága Floghavn søkir eftir 2 starvsfólkum sum avloysarar til trygdareftirlit og reingerð í summar, frá 1. mai til 15. sept. 2018. Arbeiðstíðir: Arbeitt verður allar vikudagar og dagurin er í stóran mun tillagaður eftir flúgvingini. Mesta arbeiðstíðin liggur ímillum kl. 06:00 og 16:00, og millum 15:00 og 23:00., men neyðugt kann eisini verða at arbeiða uttanfyri hesar tíðir. Arbeitt verður eftir eini vaktarskipan. Tá arbeitt verður í vikuskiftinum fella frídagar vanligar gerandisdagar. Arbeiðsuppgávur: Starvsfólkini koma at verða partur av toyminum, sum hevur vasking/reingerð og arbeiði í trygdareftirlitinum um hendi í bygningunum á flogvøllinum. Krøv: Umsøkjarar skulu verða kropsliga væl fyri, og skulu duga at tosað føroyskt og enskt. Tað er ein fyrimunur um umsøkjarar hava royndir við reingerðararbeiði. Vága Floghavn syrgir fyri neyðugari útbúgving innan arbeiði í trygdareftirlitinum. Setanartreytir: Løn og setanartreytir sambært sáttmála við Føroya Arbeiðarafelag Tveir avloysarar til reingerð Vága Floghavn søkir eftir 2 starvsfólkum sum avloysarar til reingerð í summar, frá 1. mai til 15. sept. 2018. Arbeiðstíðir: Arbeitt verður allar vikudagar og dagurin er í stóran mun tillagaður eftir flúgvingini. Mesta arbeiðstíðin liggur skiftivís ímillum kl. 08:00 og 16:00, og millum 15:00 og 23:00. men neyðugt kann eisini verða at arbeiða uttanfyri hesar tíðir. Arbeitt verður eftir eini vaktarskipan. Tá arbeitt verður í vikuskiftinum fella frídagar vanligar gerandisdagar. Arbeiðsuppgávur: Starvsfólkini koma at verða partur av toyminum, sum hevur vasking/reingerð um hendi í bygning­ unum á flogvøllinum. Krøv: Umsøkjarar skulu verða kropsliga væl fyri. Tað er ein fyrimunur um umsøkjarar hava royndir við reingerðararbeiði. Setanartreytir: Løn og setanartreytir sambært sáttmála við Føroya Arbeiðarafelag Tveir avloysarar og eitt fast starv sum sløkkiliðs- og trygdar-starvsfólk Vága Floghavn søkir eftir 2 starvsfólkum sum avloysarar og 1 til fast starv sum sløkkiliðs­ og trygdareftirlits­starvsfólk. Øll 3 størvini verða sett sum avloysarastørv frá 1. mai til ársenda 2018, men kunnu verða longd eftir nærri avtalu. Áðrenn ársskifti verður avgerð tikin um tann sum settur verður í fast starv frá 1. jan. 2019 at roknað. Arbeiðstíðir: Arbeitt verður allar vikudagar og dagurin er í stóran mun tillagaður eftir flúgvingini. Mesta arbeiðstíðin liggur ímillum kl. 06:00 og 21:00, men neyðugt kann eisini verða at arbeiða uttanfyri hesar tíðir. Arbeitt verður í holdum og eftir eini vaktarskipan. Tá arbeitt verður í vikuskiftinum fella frídagar vanligar gerandisdagar. Arbeiðsuppgávur: Starvsfólkini koma at verða partur av toyminum av sløkkiliðsfólkum, og teimum uppgávum sum hoyra til starvið. Krøv: Umsøkjarar skulu verða kropsliga væl fyri, og skulu duga at tosað føroyskt og enskt. Umsøkjarar skulu í minsta lagið hava útbúgving sum sløkkiliðsfólk til kommunala tilbúgving. Vága Floghavn syrgir fyri neyðugari víðari útbúgving innan arbeiði sum flogvallarsløkkiliðsfólk og trygdareftirlitsstarvsfólk. Umsøkjarar skulu hava stóra koyrikortið til lastbil/ trailara. Setanartreytir: Løn og setanartreytir sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. sansir.fo Vága Floghavn er loftvegis portrið í Føroyum fyri ferðandi til og frá útheiminum. Vága Floghavn varð yvirtikin av Føroya Landsstýrið frá danska statinum í 2007, og verður rikin sum sjálvstøðugt partafelag, sum Føroya Landsstýrið eigur. Vága Floghavn er í eini menningartilgongd, og hevur havt stóran vøkstur í ferðafólkatalið seinastu árini, eftir at lendingarbreytin varð longd, og nýggj Farstøð varð bygd. Hjá Vága Floghavn starvast 40 starvsfólk, meðan tað hjá øllum virkjum sum halda til á flogvøllinum starvast út ímóti 200 starvsfólk. SERLIGAR TREYTIR: Ein treyt fyri at arbeiða á Vága Floghavn er, at við komandi fær kravda trygdargóðkenning frá politinum. Umsókn: Umsókn, saman við prógvum, viðmælum og við lýsing av møguligum royndum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 3. apríl 2018, kl. 12.00. Umsókn skal sendast til: Vága Floghavn Flogvøllurin 6 380 Sørvágur ella t-post: floghavn@floghavn.fo og skal merkjast við tí/teimum størvum sum søkt verður um. Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at tosa við Jóannes Ortind, rakstrarsamskipara ella Jákup Egholm Hansen, COO/Airport Manager á telefon 354400 ella við at senda ein teldupost til joor@floghavn.fo.