hósdagur 15. mars 2018síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. MARS 2018
SOSIALURIN 32
30
Brúdleyp
Leygardagin 24. mars giftast
Sára Poulsen, Argir, og
Nicolas Stauss, Leirvík.
Vígslan verður í Hebron í
Leirvík kl. 12. Eftir vígsluna
verður drekkamunnur í
samkomukjallaranum,
har øll eru hjartaliga
vælkomin. Veitslan verður
á Hotel Hafnia kl. 18.00 fyri
innboðnum.
70 ára føðingardagur
Leygardagin 17 mars bjóðar
Gerda F Johannessen til 70
ára føðingardag.
Dagurin verður hildin í
pensionistahúsinum á
Strondum frà kl.18.00.
Tey ið vilja gleða meg við at
koma, eru vælkomin at siga
frá á tlf. 747129 Gerda ella
221129 Tinna
Áðrenn 10 mars
Gullbrúdleyp
Fríggjadagin 16. mars hava
vit verið gift í 50 ár. Dagurin
verður hildin á Hotel Hafnia
fyri innbodnum.
Ester og Torkil Skála
Brúdleyp
Leygardagin 24 mars
giftast Mary Frederiksberg,
Saltangará og Fríði
Sigurðsson, Klaksvík.
Vígslan verður í Kelduni í
Skálafirði kl 12.00
Eftir vígsluna verður
receptión í kafeteriuni, har
øll eru vælkomin.
Veitslan verður í
bygdarhúsinum í Leirvík kl
18.00 fyri innboðnum.
Fá íblástur og
ráðgeving, vitja
okkara hugnaliga
handil á Hálsi.
Ring 311400 ella skriva til
ordri@thomasdam.fo
og bið um tilboð
Fá íblástur og fleiri
tilboð á facebook
TÍN
VEITSLU-
& KØKSBÚÐ
Thomas Dam á Hálsi
Veitari til stórkøkar og
smákøkar
MERKISDAGAR
Brúdleyp
Fríggjadagin 23. mars giftast
Sara Petersen, Kambsdalur
og Eliesar Eið, Hellurnar.
Vígslan verður í Fuglafjarða
kirkju kl. 13 og veitslan
verður fyri innbodnum í
Bygdarhúsinum í Leirvík
kl. 18.
Brúðarhús verður
leygardagin 24. mars kl. 18 á
Børkugøtu 25, á Kambsdali.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Brúdleyp:
Leygardagin 24. Mars
giftast Joan Jarmundsdóttir
Berthelsen, Innan Glyvur
& Allan Simonsen,
Hvannasund. Vígslan
verður í Christianskirkjuni
kl.13 í Klaksvík. Brúdleypið
verður fyri innbodnum
heima við hús.
80 ár
22. mars fyllur Tóra
Henriksen á sandi 80 ár,
dagurin verður hildin á
virkinum á sandi tann
23. mars frá kl 16. Tey í
vilja gleða Tóru, at koma í
føðingardag, kunnu boða
frá, á tlf 510332
og 746505
Prógv
26. januar tók Hanna Bjarkhamar Poulsen Vágur
Prógv sum lækni á Ålborg Universitet
Føðingar
25/2 fingu Elsebeth og Marni Steinberg, Klaksvík eina
dóttir. Hon vigaði 2710 g og var 50 cm long.
Her situr Eyðun undir lítlusystrini Oliviu.
Gullbrúdleyp
11.apríl hava Oddvør og
Jonhardt Brøðraberg í
Havn, verið gift í 50 ár.
Dagurin verður hildin
á Skúlaheiminum
við Marknagilsvegin
leygardagin 7.apríl kl. 14.
Tey, ið ynskja at
hátíðarhalda dagin saman
við okkum, verða vinaliga
biðin um at boða frá í
seinasta lagi týsdagin
27.mars á telefon 212489 ella
á teldupost obrodraberg@
gmail.com
KUNNGERÐ
Frá Hvalbiar Kommunu
Um broyting av byggisamtykt v.m.
Sambært løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir,
verður hervið gjørt kunnugt, at bygdarráðið í Hvalba á fundi tann 05.03.2018 hevur
samtykt hesar broytingar til byggisamtyktina fyri kommununa.
1.
Vinnuøkið á Heyggi matr. nr. 525b verður strikað sum vinnuøki C og lagt út til
øki J til landbúnað.
2.
Frítíðarhúsøkið uttangarðs á HHHHeyggi verður strikað sum frítíðarhúsøki I og
lagt út til øki J til landbúnað.
3.
Nýtt sethúsaøki umleið 12.000 m2 til 15 grundøki verður lagt út á Heyggi
vestur úr verandi útstykking.
4.
Norður úr Heygsvatni verður til matr. nr. 525a lagt út nýtt øki til tjaldpláss
umleið 375 m2 til øki F frítíðarøki.
5.
Frítíðarhúsøkið í Nesi – Rókhagi matr. nr. 529b, verður partvíst strikað, tó at 5
grundøki til frítíðarhús verða løgd út av nýggjum.
6.
Í Nesi verður bilstøðlaøkið matr. nr. 30 víðkað við 140 m2 av matr. nr. 2c.
7.
Havna- og neystaøkið í Nesi verður víðkað móti vestri við uml. 4.370 m2.
8.
Matr. nr. 25d við Neyst verður broytt frá miðstaðarøki til bústaðarøki og
samstundis verður mark flutt móti eystri 3 metrar inn á matr. nr. 92b.
9.
Dagstovnaøkið við Krógv verður víðkað til at fevna um allan matr. nr. 145a. Ein
minni partur av matr. nr. 131d verður lagdur til øki E til almennar tænastur
saman við marknaumskipan og vegatkomu til dagstovnaøkið.
10. Matr. nr. 142b í Heiðatrøðini verður broytt frá landbúnaðarøki J til sethúsaøki
B.
11. Neystaøkið í Skálum verður broytt frá friðaðum øki H til frílendi G.
12. Havnaøkið verður víðkað móti vestri við umleið 18.000 m2 til bátahyl og
grótkast og lagt út til økispartin D fyri havnaøki.
13. Bilstøðlaøkið við Hvalbiareiði, Suðuri í Haga, verður víðkað við umleið 300 m2.
14. Í Sandvík er økið matr. nr. 431a frílendi G og verður broytt til almennar
tænastur E.
15. Í Sandvík verður gamli handilin matr. nr. 442c lagdur út til økispartin H fyri
friðað øki.
16. Matr. nr. 454 verður víðkað móti suðri og alt økið lagt út til B bústaðarendamál.
17. Broyting er gjørd til orðingina í byggisamtyktini.
Tilfar, sum lýsir ætlaðu broytingarnar, liggur frammi á kommunuskrivstovuni og á
heimasíðuni til alment eftirlit í tíðarskeiðinum frá 19. mars til og við 09. apríl 2018.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Hvalbiar Kommunu
skrivliga seinast 6 vikur frá kunngerðardegnum, ella áðrenn 27. apríl 2018.
Hvalbiar Kommuna
www.hvalba.fo
Bíarvegur 2 - FO-850 Hvalba
hvalba@hvalba.fo