Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-19, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. mars 2018síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 19. mars 2018 · Nr. 33 POLITIKKUR Telvingin um valdið í hæddini í tinginum Tað merkist væl, at sitandi samgonga ikki hevur ein meirluta aftanfyri seg – tingarbeiðið flytir onki í løtuni Árni Gregersen 20 mál vóru á dagsskránni, tá ið fíggjarnevndin klokkan 8.30 fór á fund í morgun, men onki álit kom úr nevndini eftir fundin. Støðan hevur í nógvar vikur verið fastlæst í fíggjarnevndini, tí tað ber ikki til at skriva álit uttan so at minst fýra limir skriva undir. -Eg fái ikki gjørt meira enn eg geri, sigur Ruth Vang, Framsókn, sum er forkvinna í fíggjarnevndini. -Samgongan hevur fýra limir í nevndini, men Kristin Michelsen, sum hevur sagt seg ikki kenna seg bundnan at Javnaðarflokkinum, vil ikki skriva undir, so álit sleppa úr nevndini. Politiska støðan er læst fast, tí tað er avgerandi at fíggjarnevndini virkar, sum hon skal. Tá ið hon ikki ger tað, sum nú, so steðgar alt politiskt arbeiði meira ella minni upp. Fríggjadagin søgdu samgongu­ leið­ararnir, at fyri at fáa gongd á aft­ur er neyðugt at hella sterkan lút á, so proppurin fer úr. Hetta kann gerast á ymiskan hátt, men eitt breiðari politiskt inn­triv skal til, fyri at hetta skal henda.Tosað hevur verið um at fáa Sjálvstrýri við at stuðla sam­gong­ uni, men tað skal meira til enn so. Fyri tí um samgongan broyt­ist, so broytist manningin í ting­nevnd­ un­um ikki av sær sjálvum., Skal tað ger­ast, so er onki at ivast í, at so skulu allar nevndirnar veljast av nýggj­um, og tað kann eisini blíva ein politisk kabal, sum ikki verður so løtt at fáa at ganga upp. Gitingar Í Løgtinginum eru nógvar gitingar um, hvat skal henda fyri at gongd skal koma á aftur arbeiðið hjá hesi samgonguni. At tað hava og møguliga er kon­takt milum Sjálvstýri og samgonguna er rættuliga vist. Tað ljóðar eisini, at síðani landsfundin hjá sambandinum, hevur sam­gong­ an eisini tosað við Magna Laksá­ foss. Hinvegin ljóðar, at Magni Laksá­ foss skal hava fingið tilboð um at gerast tingbólkaformaður í Sam­ bands­flokkinum. Hetta skal so vera eitt plástur á sárið, tá ið flokk­urin á landsfunbdinum valdi Helga Abra­ hamsen framum Magna Laksá­foss at røkja næst­for­mans­postin. Samgongan hevur eisini tosað við Sonju Jógvansdóttir, uttan­ flokka tingkvinnu og roynt at tryggja sær, at hon ikki gongur ímóti samgonguni. Í gjár var fundur á Tvøroyri í velj­arafelagnum har. Kristin Mich­ elsen møtti ikki á fundinum , hóast løgmaður og formaðurin í Javn­að­ ar­flokkinum, Aksel V. Johann­esen, var við á fundinum. Vit vita ikki um formaðurin í Javnaðarflokkinum hevur hitt Kristin Michelsen, tá ið hann var í Suðuroy í gjáar, men vit gita, at teir hava tosað sam. Sum støðan er nú, er samgongan ikki arbeiðsfør. Parlamentariskt steðg­ar alt upp í fíggjarnevndini. Samgonguleiðararnir kláa sær í nakkanum fyri at finna eina loysn, men tað er ikki hent enn. Í politikki eru nógvir møguleikar, so hetta kann loysast. Hinvegin er støðan so fløkt, at eitt val kanska hevði gjørt alt meira einfalt. Løgmaður hevur tó sagt, at hann ikki hugsar um val og tað vil siga, at hann ætlar at loysa kreppuna í sam­gonguni. Tíðin er ó ikki óavmarkað, tí eis­ ini uppskotini um eyka­fíggj­ar­lógir, har ymiskt verður rættað til, liggjar sperraðar í fíggjarnevndini. Ruth Vang er forkvinna í fíggjarnevndini. -Eg fái onki gjørt, sigur hon. Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, var á fundi í valfelagnum á Tvøroyri í gjár. Magni Laksáfoss sigst eisini hava hava fingið ein áheitan frá samgognuni.