mánadagur 19. mars 2018síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. mars 2018 · Nr. 33
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
GRIND
Fara aftur at skipa fyri
skeið í at drepa grind
GRINDAPRÓGV Skeið verða aftur í ár, og so skulu
skeið verða regluliga minst annaðhvørt ár
Áki Bertholdsen
Nú fer Fiskimálaráðið at taka tey
vælumtókti skeiðini í at drepa
grind, upp aftur.
Tað fortaldi Høgni Hoydal,
landsstýrismaður í fiskvinnumál
um, grindamonnunum, sum vóru
møttir á aðalfundinum hjá Grinda
mannafelagnum leygardagin.
Eftir nýggju grindalógini skulu
grindamenn nú hava prógv í at
drepa grind, og tann, sum ikki er
løggildur grindamaður, sleppur
ikki í grind.
Í hesum sambandi varð skipað
fyri skeiðum um alt landið í 2015 og
2016, har tilsamans 3000 fólk fingu
prógv í, at tey eru før fyri at avlíva
ein hval á skynsaman hátt.
Í fjør vóru ongi skeið, men í ár er
ætlanin at taka tey upp aftur.
Høgni Hoydal sigur, at ætlanin
er at hava eitt ella tvey skeið í ár,
men so er ætlanin at fáa tey í eina
fasta legu, har skeið verða minst
annaðhvørt ár.
Hann heldur eisini, at tá ið
tað eru so nógv fólk, sum taka
grindaprógv, átti tað eisini at verið
eitt gylt høvi hjá Grindamannafel
agnum at fingið fleiri limir fyri at
styrkt felagið, sum hann sigur, er
bulurin í føroyska grindaveiðini í
Føroyum.
Hann heldur nevniliga eisini, at
rákið er vent í Føroyum, og at tað
er týðiligt, at áhugin hjá ungum
fólki at verja okkara rætt at drepa
gind, er nógv størri enn hann hevur
verið.
Brekið rættað
Annars hava tað verið trupulleikar
við mønustingarunum, sum tey
hava brúkt, tí teir hava víst seg at
vera ov veikir. Men tað sær út til, at
teir eru loystir við at gera nýggjar
mønustingarnar úr betri stáli.
Í nýggju grindareglugerðini eru
eisini tekningar av, hvussu mønu
stingarin skal síggja út, og nú skal
so hvør hvalvág hava neyðuga talið
av tí nýggja mønustingaranum.
ALTJÓÐA
RÁKIÐ ER VIÐ
GRINDADRÁPI
VIÐRÁK Føroyska grindadrápið er í fullum samsvari við
málsetningin hjá ST, var boðskapurin hjá Høgna Hoydal,
landsstýrismanni, á aðalfundinum hjá Grindamannafelagnum
Áki Bertholdsen
– Tað er týðiligt at merkja, at
alheims rákið er vent og at tað
nú er við okkum í sambandi við
grindadráp.
Tey boðini hevði Høgni Hoydal,
landsstýrismaður, við sær á aðal
fundin hjá Grindamannafelagnum
leygardagin.
Hann heldur, at vit kunnu sakt
ans verða errin av arbeiðnum, tey
í Grindamannafelagnum, og øll
onnur, sum fáast við grind, gera.
Hann vísir eisini á, at síðani vit
fingu nýggju grindalógina, sum
avmarkar møguleikarnar hjá um
hvørvisfelagsskapum at virka her,
hevur tað verið rættiliga friðarligt.
Og hann heldur, at nú er lógar
verkið í sambandi við grind so væl
orðað, sum tað kann vera.
Altjóða rákið er vent
Men Høgni Hoydal sigur somuleið
is, at á hansara mongu uttanlands
ferðum
sum
landsstýrismaður,
merkir hann eisini týðiliga, at al
tjóða rákið er vent, og at tað nú er
við føroyingum á hesum øki.
– Tað eru fleiri orsøkir til tað,
heldur hann. Ein orsøkin til tað er,
at grindadrápið í Føroyum er besta
dømi yvirhøvur í øllum heiminum
um burðardygga veiði, og tað er
eisini besta fyrimyndin fyri øll tey
mál, sum heimurin setir sær í dag.
Grindastovnurin hevur ongan
tíð verið hóttur og grind hevur havt
ein avgerandi leiklut fyri vælferð
ina hjá føroysku tjóðini.
Í hesum sambandi vísir hann á,
at ongastaðni er ein veiða so væl
skjalprógvað fleiri hundrað ár aftur
í tíðina sum grindadrápið er.
Landsstýrismaðurin sigur, at av
teimum 17 málunum, sum ST hevur
sett fyri heiminum, er mál nummar
14 um lívið í havinum.
– Í hesum sambandi mælir ST
til, at øll lond skulu hava lógir og
reglur sum tryggja burðardygga
gagnnýtslu av havsins tilfeingi, og
at tað er atkomuligt hjá landsins
fólki. Tað hevur eisini verið ein
málsetningur hjá ST, at allar tjóðir
skulu hava rætt til at gagnnýta sítt
náttúrutilfeingi.
Høgni Hoydal sigur, at saman
bera vit grindadrápið við málsetn
ingin hjá ST fyri heiminum, lýkur
tað allar treytir.
– Og tað lýkur treytirnar nógv
betri enn okkara fiskiveiða ger tað,
tí vit hava nógv betri prógv fyri, at
grindaveiðan er burðardygg enn vit
hava fyri at fiskiveiðan er burðar
dygg, leggur hann afturat.
Høgni Hoydal sigur, at hann er
errin av at fáa høvi til at føra hetta
fram, tá ið hann er uttanlands.
– Vit hava kanska ikki vunnið
stríðið heilt enn. Men vit eru nær
við at vinna stríðið um rættin til at
drepa grind, og við at vinna stríðið
um at sannføra umheimin um,
at grindadráp er tann best skjal
prógvað, og best skipaða, veiðan,
nakað land kann vísa á, yvirhøvur,
sigur Høgni Hoydal.
Tá ið eg eri uttanlands, eri er errin av fáa høvi til at greiða frá um okkara
grindadráp, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í grindaviðurskiftum