Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-19, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. mars 2018síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 19. mars 2018 · Nr. 33 GRIND Útlendingar eiga at fáa betri møguleika at smakka grind GRINDAMATSTOVA Vit áttu at havt eina matstovu í Føroyum, sum serliga legði seg eftir at borðreiða við grind, halda teir í Grindamannafelagnum Áki Bertholdsen Útlendingar, sum koma til Føroya, skuldu havt betri møguleikar at smakka grind. Tað halda tey í Grinda­manna­ felagnum. Tað er javnan, at kjak tekur seg upp um grind skal vera sølu­vøra ella ikki, og tað er eisini ein spurn­ ingur, teir hava umrøtt í nevndini í Grindamannafelagnum. Ólavur Sjúrðargerg sigur, at í Grindamannafelagnum halda tey, at útlendingar, sum koma til Før­ oya, og eisini føroyingar sjálvir, eiga at fáa betri møguleika at smakka grind. Tí heldur hann, at tað hevði verið gott at findið eina, ella kanska tvær, matstovur í Føroyum, sm løgdu seg eftir at borðreiða við grind. Her hugsar hann um at gera ser­ merktar og forkunnugar rættir úr grind, sum vit annars ikki eru von við.  –Tað skuldu ikki verið meiri enn ein, kanska tvær matstovur av hes­ um slagi, tí verða tær ov nógvar, seta tær bara fót fyri hvørja aðra. Hann vísir á, at bæði í Íslandi og Noreg, hava matstovur tvøst á matarskránni, og har eru tað í stóran mun útlendingar, sum vilja slepp at royna hendan forkunnuga matin. So vítt vit vita, er tað bara ein mat­stova í Føroyum, sum hevur grind á matarlepanum. Tað er ræst, har »grind, smáttuostur og epla­ morl« er ein av rættunum í mat­ arskrá við tilsamans fimm rættum. Ógjørligt at forða fyri Serliga eru tað nógv fólk, sum hava ilt av, at grind verður selt á privata marknaðin fyri ein prís, sum nógv halda, er reinur okursprísur. Ólavur Sjúrðarberg heldur, at tað er rætt og slætt ógjørligt at forða fyri, at grind verður seld. Hann veit heldur ikki um tað er nakað endamál í sær sjálvum at royna at seta forðingar fyri tí.  –  Tá ið fólk hava fingið sín grindapart, er hann teirra ogn, og tá gera tey sjálvi av, hvat tey gera við hann. Summi eta grindina sjálvi, summi geva burtur av, og onn­ur selja. Og eg dugi ikki, hvussu vit kunnu taka ræðið av teimum í slík­um føri, heldur Sjúrður Sjúrð­ ar­berg. Hann vísur samstundis á, at hjá summ­um er einasti møguleikin at keypa grindina, skulu tey yvir­ høvur fáa ein smakk. Tað eru ikki øll, sum hava møgu­ leikan at fáa grind, og tað eru heldur ikki øll, sum hava møgu­ leik­an at taka grind upp, ant­in tí at tey búgva í einum háhúsi í Havn, ella annars búgva soleiðis, har tey ikki hava kjallara at taka grind upp í, ella hjall at seta ein kagga í, ella heingja nakrar lykkjur upp í. Hann heldur somuleiðis, at tað ber illa til at finnast at prísinum, sum grind verður seld fyri.  – Tað vísir seg mangan, at tá ið ser­føroyskur matur er til sølu, er hann mangan ræðuliga dýrur, bæði grind og eisini fuglur. Hann heldur, at støðan er so einføld sum tað, at talan er um ein spurn­ing um útboð og eftir­spurn­ ing og at prísurin er tann, fólk eru sinnað at rinda. Ólavur fer nú undir sína seinastu vakt EITT VALSKEIÐ AFTURT Tá ið hetta valskeiðið er runnið, leggur hann frá sær sum formaður í Grindamannafelagnum Áki Bertholdsen Ólavur Sjúrðarberg í Leirvík held­ ur fram sum formaður í Grinda­ mannafelagnum. Tað er greitt eftir aðalfundin í felagnum leygardagin. Av nevndarlimunum var tað bara hann, sum stóð fyri vali og hann varð einmælt afturvaldur. Hinir nevndarlimirnir í Grinda­ mannafelagnum eru Regin Jesp­er­ sen í Sørvági og Hans J. Hermansen í Havn. Tað skerst ikki burtur, at Grinda­ manna­felagið hevur havt eina støð­ uga nevnd. Ólavur Sjúrðarberg og Hans J. Hermansen hava verið við frá fyrsta degi, tá ið felagið varð stovnað í 1993, og Regin Jespersen hevur verið í nevndini í eini 15 ár. Men á aðalfundinum leygar­dag­ in boðaði Ólavur Sjúrðarberg frá, at hetta verður hansara seinasta val­ skeið, tí nú er hann farin at eldast. Tað merkir, at tá ið hetta valskeiðið hjá honum er av um tvey ár, skal Grindamannafelagið hava ein nýggj­an formann. Tiltakslimir í nevndini eru Han­ us Højgaard í Havn, Gutti Gutte­sen í Bø og Elmar Simonsen í Hvanna­ sundi. Í Grindamannafelagnum eru einir 1000 limir. Men Limirnir eld­ ast og hóast tað eru ein ávís til­ gongd av yngri limum, vónar Ólav­ ur Sjúrðarberg at fleiri ungfólk eis­ini melda seg upp í felagið. Vísa stórt hegni Ólavur Sjúrðarberg staðfestur, at síðani seinasta aðalfund fyri ei­ num ári síðani hava tað verið 24 grindadráp kring landið, har til­ sam­ans einir 1400 hvalir hava lagt bein­ini. Øll økini í landinum hava fingið grind, men serliga fegnast hann um, at tá ið grind er deyð í einum øki, sum annars hevur nokk av grind, hava sýslumenn víst stórt hegni at lata onnur øki fáa burtur av. Hann sigur, at tað eru framvegis nógv útlendsk fjølmiðlafólk í Føroyum og kunnað seg um grindadráp, bæði bløð, sjón­varps­ fólk og útvarpsfólk, og at Grinda­ manna­felagið hjálpir fegin við upp­ lýs­ingum, tá ið tey heita á felagið. Og í sambandi við útlend­ingar og grinda­dráp, er boð­skapurin hjá Ólavi Sjúrðarberg enn tann sami, sum hann altíð hevur verið, nevni­ liga, at vit skulu vera opin, erlig, fyri­komandi og fryntlig. Ólavur Sjúrðarberg heldur fram sum formaður í Grindamannafelagnum, men næstu ferð, fer hann frá  –Vit áttu at havt eina matstovu í Føroyum, sum gjørdi forkunnugar og sermerktar rættir úr grind, heldur formaðurin í Grindamannafelagnum