mánadagur 19. mars 2018síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. mars 2018 · Nr. 33
6
Sosialurin
Fimm ár síðan varnæs doyði
Danski sjónleikarin, Holger Juul Hansen,
betur kendur sum konservativi bankastjór
in í Matador, sum DR endursendir í hesum
døgum, doyði hendan dagin í 2013. Hann
varð føddur 14. august 1924 i Nyborg
í Danmark og doyði 88 ára gamal.
KGB njósnarin sum gjørdist forseti
Sannførandi vann hann forsetavalið í Russlandi í gjár, hóast eygleiðarar
ikki lata so væl at viðurskiftunum kring valið. Vlademir Putin er 65 ár,
føddur 7. oktober í 1952 í Leningrad, sum Sankta Pætursborg tá æt.
Hann fór í starv í fregnartænastuni KGB í 1975. Í 197 verður hann
varastjóri í Kreml undir Boris Jeltsi. Í 1998 stjóri fyri fregnartænastuni
og í 1999 útnevni Jeltsin hann til forsætisráðharra í Russlandi.
Sóley leiðari í
Hugskotinum
Sóley Heradóttir
Hammer er sett í
starvið sum umsitari
á Hugskotinum
Uppgávan hjá Hugskoti
num er at veita ráðgev
ing og bjóða innivist í
einum kveikjandi um
hvørvi. Hugskotið skal
styrkja um møguleik
arnar fyri einum fjøl
táttaðum vinnulívi, fyri
at nýggjar vinnur taka
seg upp og útlitini fyri
vøkstri í Tórshavnar
kommunu.
Hugskotið
húsast
í Sjóvinnuhúsinum á
Eystaru bryggju. Henda
staðseting fer nú at
síggjast aftur í leikluti
num hjá Hugskotinum,
tí umframt at halda góð
um hugskotum til, fer
Hugskotið eisini at sam
skipa arbeiðið at virðis
økja føroyska tilfeingið.
Sóley
Heradóttir
Hammer er 36 ára gom
ul og hevur masterút
búgving í løgfrøði og
bachelor í stjórnmála
frøði frá Fróðskapar
setri Føroya, umframt
útbúgving
í
altjóða
samskifti frá Háskóla
Íslands.
Hon hevur frá 2011
verið verkætlanarleiðari
í Íverksetarahúsinum.
Eitt skifti var hon lærari
á framhaldsdeildini á
Skúlanum á Ziskatrøð
og hevur annars nógvar
aðrar
arbeiðsroyndir,
m. a. hevur hon nærum
tvey ára royndir frá
uttanríkistænastuni
í
Reykjavík.
Umsitarin í Hugskot
inum skal umframt at
kveikja íverksetarar eis
ini fáa okkara ríka nátt
úrutilfeingi
at
kasta
meira pening av sær.
Íløgupeningur er í
Føroyum til góðu hug
skotini, og nú vilja vit
eisini bjóða fyritøkum
og persónum umstøður
til at menna og vinda
nýggjar vørur burtur
úr serliga tilfeinginum í
sjónum.
Sostatt fer Hugskotið
at flyta seg til eisini at
verða eitt savnandi stað
hjá vinnuspírum og fyri
tøkum, sum síggja stórar
møguleikar í at økja
virðið á tí stóra tilfeingi,
sum er í føroyskum øki.
Sóley
Heradóttir
Hammer byrjar í starvi
num tann 1. mai 2018.
Símun Fuglø sjeyti
Leygardagin 17. mars fylti Símun Fuglø í Keypmannahavn 70 ár
Leygardagin 17. mars fylti
Símun Fuglø í Keypmanna
havn 70 ár. Hann er ættaður
úr Klaksvík, men hevur í
meiri enn eina hálva øld búð
í danska høvuðsstaðnum.
Foreldrini
vóru
Ester
og Evald Fuglø. Hon var úr
Søldarfirði – dóttir Poulinu
og Per uppi í Toft – og hann
var av Viðareiði, sonur Billu
og Símun Fuglø uppi á Laði,
sum hann varð nevndur.
Ester og Evald búðu á
Stongunum. Hann arbeiddi
tey fyrstu árini hjá Føroya
bók, sum Theodor við Keldu
og Eliesar Poulsen áttu. Virk
ið helt til í sethúsunum hjá
Giggu og Theodor á Vágs
heygnum. Har var prent
smiðja og bókbindarí, og so
umboðaðu teir eina rúgvu
av vørum. Fleiri fólk vóru
í arbeiði, og Evald var bók
haldari. Seinni varð hetta til
prentstovuna hjá J. F. Trónd
heim, heilsøluna hjá Møller
Jensen og Føroyabók keypti
Dánial Nielsen.
Seinnu árini í Klaksvík
arbeiddi
Evald
hjá
Jens
Klæmint Isaksen, sum hevði
reiðaravirksemi og handil í
gomlu handilshúsunum úti
í Klaksvík, umframt at hann
sjálvur hevði heilsølu.
Fyrrapartin av seksti áru
num fluttu tey og búsettust
í Saltangará, har Evald hevði
handil. Umframt matvørur
seldi hann eitt nú skrivstov
uútgerð, útgerð til skúla og
skúlanæmingar, steintoy og
gávulutir. Seinni var Evald
bókhaldari hjá sváginum
Rósing Rasmussen, sum seldi
bilar og hevði bilverkstað.
Í nøkur ár búðu Ester og
Evald í Grønlandi og síðani í
Jyllandi, har Evald var vita
passari á Hirtsholmene. Nú
eru nøkur ár síðani, at tey
fóru um sýn.
Børnini hjá Ester og Evald
eru Símun (1948), Jens (1949),
Jógvan (1950), Billa (1951),
Paulina (1953), Anna (1954),
Petra (1956) og Eli (1959).
Anna, sum í nógv ár sam
an við eingilska manni sínum
Dubby var trúboði í Senegal,
býr í Onglandi, og hini systk
ini búgva í Danmark. Í skift
um hevur Jógvan, sum er
yvirlækni, arbeitt á Lands
sjúkrahúsinum.
Eftir at hava tikið pre
liminerprógv á Glyvrum í
1964 fór Símun í læru hjá
Postverkinum. Hann flutti
til Keypmannahavnar í 1966
og arbeiddi hjá Post og Tele
grafvæsenet í næstan tjúgu
ár. Serliga hevði hann við
menningina av edv kervi
num at gera.
So mynstraði Símun við
rækjutrolara hjá Polar Sea
food. Hann sigldi í nógv ár
sum fabriksformaður í Grøn
landi. Ofta var tað saman við
beiggjanum Jens, sum førdi
trolara har yviri.
Símun giftist í 1969 við
Honnu. Foreldur hennara
vóru Greta og Henrik Thom
sen, sum føroyingar, ið vitj
aðu í samkomuni Thorsgade
40 á Nørrebro – ikki so langt
frá runddeilinum – kenna.
Tvær aðrar døtur hjá Thom
sen giftust føroyingum – Elsa
Djurhuus í Saltangará og
Lydia Nielsen í Vatnsoyrum.
Hanna og Símun búgva í
Brønshøj. Okkurt stutt skifti
hava tey búð í Føroyum, og
nú tey eru pensionerað kem
ur tað meiri enn so fyri, at tey
vitja familjuna í Føroyum.
Børnini hjá Hannu og
Símun eru Maria, John, Dan
og Jacob.
Nógvu tey fyrstu árini,
eftir at Kristnastova sá dags
ins ljós í 1973, var Símun virk
in har. Máloyrað er framúr,
og tað hoyrist ikki á føroyska
málinum, at tað eru fleiri enn
fimmti ár síðani, at Símun
sum átjan ár gamal flutti
til Danmarkar. Danir hoyra
neyvan heldur, at hann ikki
er uppvaksin á flatlondum.
Símun plagar at tulka úr
eingilskum, týskum og eisini
øðrum málum, og longu
áðrenn jarntjaldið fall, var
hann ofta við á hjálparferð
um í Eystureuropa. Eitt nú
saman við Robert á Lakjuni
og Zacharias Zachariassen.
Nú eru Hanna og Símun í
kristnari fríkirkju í Glostrup,
har fleiri føroyingar ganga.
J
Símun og Hanna, sum giftust í 1969, búgva í Brønshøj. Okkurt skiftið hava tey búð
í Føroyum, og nú tey eru pensjónerað, vitja tey javnan familjuna í Føroyum
Suðuroyar Sparikassi 75 ár
Suðuroyar Sparikassi varð
stovnaður 20. mars 1943, og
fór hann undir virksemi sítt
1. oktober 1943. Oddamaðurin
at stovna Suðuroyar Spari
kassa var Petur Dahl á Gørð
unum. Ætlanin var upp
runaliga at fáa ein banka at
opna eina deild í Vági, men
hetta var av ongum, og tí var
avgjørt at stovna ein spari
kassa ístaðin. Fyrsti stjórin
var Peter Dahl (1911-1996), ið
var stjóri frá bankin læt upp
í 1943 og til 1980.
Nógvu fyrstu árini var
bara deild í Vági, men í 1985
var opnað deild í Porkeri, í
1998 í Tórshavn og í 2006 á
Tvøroyri. Deildirnar í Pork
eri og Tvøroyri eru tó seinni
latnar aftur, so at í dag eru
bara deildir í Vági og Tórs
havn.
Fram til 2006 var Suð
uroyar Sparikassi skipaður
sum ein sparikassi, men síð
ani 2006 hevur hann verið
skipaður sum banki ístaðin.
Søren L. Bruhn er stjóri
í
Suðuroyar
Sparikassa.
Undan honur vóru hesi
stjórar: Petur Dahl
1943-1980, Páll Augustinussen
og Ásla Joensen 1980-1985,
Mikkjal Sørensen 1985-2005.
NØVN
Send hugskot, myndir, greinar
ella annað til novn@sos.fo