Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-19, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. mars 2018síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 19. mars 2018 · Nr. 33 Heri Mohr havt koyrikort í 75 ár Í dag eru 75 ár liðin, síð­ ani Heri Mohr í Havn tók koyri­kort. Hósdagin var hann til próv­tøku á Ak­ stov­uni í sam­bandi við eftiransandi koyr­i­roynd, sum hann kláraði til UG – Eg var so óheppin at bróta ferðslu­lógina fyri hálvum øðr­um ári síðani, og tað hevði við sær, at eg bleiv dømd­ur at taka koyrikortið av nýggj­um. Soleiðis greiddi Heri Mohr frá í samrøðu við Rás2 fríggja­dagin. Heri Mohr, sum fyllir 93 ár í dag, sigur, at tað var eitt hart slag ímóti sær. – Tí eg fekk koyrikortið í 1943, tann dagin eg fylti 18. Og eg havi koyrt síðani utt­an at hava havt nakað ferðslu­ ó­happ. – Men í 1943 var tað einki, sum æt teori. Eg skuldi bara duga at stýra og at starta bil­ in og steðga bilinum og ansa eftir ávísum vegum her í bý­ num, har brekkur vóru bratt­ ar og so víðari. Men eg bleiv so dømd­ur fyri at hava brot­ ið ferðslu­lóg­ina, og tað hevði við sær, at eg skuldi taka koyri­kortið av nýggjum. – Men eg misti ikki koyri­ kort­ið, sigur hann. Poli­tist­ur­ in á stað­num tók koyrikortið frá mær. Men tá hann so koyrdi meg heim og setti mær nakr­ar spurn­ingar, gav hann mær koyri­kortið aftur. – Glaður var eg, tí eg helt, at nú var sloppið, men tað var alt ann­að enn sloppið, tí eg end­aði í nættinum. – Endin var, at eg innan á­setta tíð skuldi taka koyri­ kort­ið av nýggjum, greiðir Heri Mohr frá. Hann sigur, at hann hugs­ aði ikki so nógv um tað, tí tað lá eitt sindur frammi í tíð­ini. Men tá so ein vika var eft­ir, so fór hann at tosa við ver­ son­in. – Eg visti ikki, hvat eg skal gera. Eg dugi ikki teori, eg havi ongantíð havt teori, eg áni ikki, hvat teori er, segði hann við versonin. – Hann er fyrrverandi lær­ari og er væl fyri, so vit báð­ir sótu og terpaðu her í kjall­ar­a­num til tíð­liga hós­ morg­un­in, og so mátti eg bara siga við svig­ar­sonin, at eg eri sann­førd­ur um, at hetta klári eg ikki. Helvtina av tí, sum eg havi fingið at vita, havi eg ikki begreb um, kenni ikki ein gong orðini. – Men klokkan 9 hós­ morg­un­in møtti eg á Bil­eft­ ir­lit­i­num, sum tað æt fyrr – á Ak­stovuni. Tað tók eina lítla løtu, ein dámligur maður yv­ ir­hoyrdi meg, eg fór so í eitt stongt rúm, har eg skuldi svara upp á spurningar til 25 mynd­ir, har hvør myndin hevði upp til fýra spurn­ ingar, altso út við 100 spurn­ ing­ar. Vóru fleiri enn fimm skeivir, so dump­aði eg. – Tá liðugt var hevði eg 22 røtt svar og trý skeiv. Altso eg stóð royndina. Og tá róptu tey hurrá. Og eg gav mann­ inum á Bileftirlitinum eitt ord­iligt lógvatak! Heri Mohr heldur fyri, at fólk hava hildið, at tað var marg­háttlgit at hann skuldi klára at fáa koyritkort 93 ára gamal. – Og tað haldi eg eisini. Elsta dóttirin spurdi, um eg hevði skrivað søgu. Eg veit ikki, hvat hon meinti. Hon spurdi, um nakar annar mundi havt klárað hatta. Tað veit eg ikki, tað rokni eg við. Men hví lat Heri Mohr ikki bara koyrikortið fara, tá hann kortini er 93 ára gamal? – Jú tað kundi eg, og tað hevði kanska verið tað skila­ besta. Men sannleikin er tann, at eg kann ikki vera bil­in fyri uttan. Um eg misti koyr­i­korti, so brúkti eg taxa minst eina ferð um dagin. Eg passi meg sjálvan og keypi alt inn, sum eg havi brúk fyri, geri mat sjálvur. Tað einasta sum er broytt í lívi mínum er, at konan er ikki til meira. Ann­ars eru er so livandi sum nakr­antíð. Men sjálvandi tá man er 93 ár, so er nógv, sum eg ikki klári, sum eg kláraði fyrr. – Men satt at siga fekk eg prógv upp á í gjáramorgunin, at minnið hjá mær er ikki heilt oyðilagt, sjálvt um okk­ urt er far­ið. Vit gloyma jú øll. Tað gera børn eisini Spurdur um hann hevði ver­ið nervøsur, svaraði Heri: – Ja, eg segði við Jógvan, svig­arsonin, at eg eri ikki skikk­aðu­r at fara til hasa eks­am­iuna, tí eg klári tað ikki. »Tvætla«, segði hann hann. »So royna vit bara um­ aft­ur«. – Men eg hevði tikið av­ gerð um, at dumpaði eg, so fór eg ikki uppaftur. Men so skalt tú upp í koyring eisini: – Ja eg skal upp í koyring eis­ini. Men tí beri eg ikki ótta fyri, tað klári eg, sigur Heri Mohr sannførandi. – Kanska trupulleikin er, at eg darvi ferðsluni, tí eg koyra for spakuliga. Men eg koyri bara í býnum. Herfrá og om­an í SMS og til børn míni, sum búgva í Havn og okk­urt annað eisini. Bilin brúki eg bara til tað, sum er neyð­ugt, eg spæli ikki við bil­in. – Tað er løgið at liva í 93 ár. Eg minnist heilt øgiliga væl aft­ur til 1930. Tá hendi so nógv, eisini í 1929, tá mamma mín fór til Danmarkar, tað minnist eg serdeilis væl. Eg minn­ist aftur til eg var 4 ára gamal, næstan 90 ár aft­ ur í tíðina. Tað er eitt stórt pluss, tað má eg siga. So ald­ ur­dóm­ur­in hevur í so máta ikki tyngt meg enn, men tað er skjótt, at tað kann venda, 2014: Theodor elsti føroyingur Tann 21. maris í 2014 gjørdist 105 ára gamli Theodor Thomassen úr Sørvági elsti før­oy­ing­ar, ið hevur livað. Tí hendan dagin hevði hann livað í 38.495 dagar, sum var eins nógv og gjáarkvinnan, Fredrikka á Fløtti, ið varð fødd 2. juli í 1875 og andaðist 23. november í 1980. Frederikka var elsti føroyingur nakrantíð til henda dagin. Theodor Tomasen doyði 9. mars í 2016. Tá var hann 107 ár, 4 mánaðir og 12 dagar. Petur Jákup Eliasen, vanliga nevndur Lylli, Fuglafjørður, andaðist á Landssjúkrahúsinum fríggjadagin 16. mars, 77 ára gamal. Oda Gaard Olsen, andaðist á Lands­sjúkra­ húsinum fríggjakvøldið 16. mars, 94 ára gomul. Eyðfinn Esbernsonur Poulsen, Tórshavn, andaðist leygardagin 10. mars, 47 ára gamal. Ásbjørn Strøm, ætt­ að­ur úr Trongisvági, búsitandi á Amager, Keypmannahavn, andaðist í heiminum týsdagin 13. mars, 61 ára gamal. Tummas Thomsen, Esbjerg, andaðist 14. mars, 48 ára gamal. Tummas var sonur Jonnu og Hans Jakob Thomsen úr Fuglafirði. Sjúrður Gullaksen, Hattarvík andaðist 11. mars 60 ára gamal. Snorri Simonsen, úr Havn, andaðist hósdagin 15. mars, 69 ára gamal. Jastrid Højgaard Faxe, andaðist sunnudagin 11. mars, 84 ára gom­ ul. Jastrid var dóttur Petru og Niels Ras­ mus­sen, fyrrverandi sóknarprest í Klaksvík. Christina Ólavsóttir Joensen, Klaksvík andaðist sunnudagin 11. mars, 66 ára gomul. Lina í Dali, ættað av Strondum, búsitandi í Farum, andaðist á Gentofte sjúkrahúsi leygardagin 3.mars, 86 ára gomul. Elsebeth Eysturberg, Hvalba, ættað úr Vági, andaðist á Ríkissjúkrahúsinum fríggjadagin 9. mars, 18. mars 2018, bleiv Martina Fróðadóttir Fossádal stórasystir at einari gentu. Gentan var 53 cm long og vigaði 4570 g. Foreldrini eru Fróði D. Fossádal og Heidi Højsted Hansen, ið búgva í Haldórsvík. Nøvn og merkisdagar Andlát Vera Lynn 101 ár Í morgin fyllir bretska song­kvinnan, Vera Lynn, 101 ár. Hon gjørdist kend und­ir øðrum heims­bar­ daga, tá hon ferð­að­ist runt í eitt nú Eg­ypt­a­ landi, India og í Burma, har hon hevði uttandura kon­sert­ir fyri bretsku her­monn­unum. Væl kend eru løg sum »We'll Meet Again« og »The White Cliffs of Do­v­er«, »A Nightingale Sang in Berkeley Squ­a­ re« og »There'll Always Be an England«. Hon var eisini sera væl umtókt eftir krígg­ ið, tá hon ofta var at hoyra í útvarpi og í sjón­ varpi í Bretlandi og í USA og spældi slagarar sum »Auf Wied­er­seh'n Sweet­heart« og »My Son, My Son«, sum kom á fyrsta­pláss í Bretlandi. Í 2009 var hon elsta fólk, sum kom ovast á bretska hittlistan, tá al­ bum­ið »We'll Meet Ag­ ain - The Very Best of Ver­a Lynn« gjørdist nr. 1 á hitt­list­anum, tá Vera Lynn var 92 ár. Í mars í fjør var hon fyrsta 100 ára gamla fólk, sum kom við nýggj­ ari útgávu. – Tá liðugt var hevði eg 22 røtt svar og trý skeiv. Altso eg stóð royndina. Og tá róptu tey hurrá, sigur Heri Mohr, sum hósdagin stóð próvtøkuna í teori á Akstovuni. Í dag eru 75 ár síðani, at hann tók koyrikortið – og hann hevur koyrt síðani