mánadagur 19. mars 2018síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. mars 2018 · Nr. 33
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Gerda Frederiksberg
Johannessen hevði sín
seinasta arbeiðsdag sum
vaskikona á kommunuskriv
stovuni í Sjóvar kommunu
seinasta hósdag, tá hon eisini
fylti sjeyti
Eysturoyartunnilin broytir Saltnes
Tað fer at merkjast, at
rundkoyring nú verður
bygd í Rókini, og tað
fer eisini at merkjast,
nú tunnilsmunnin í
Saltnesi skal byggjast
Vilmund Jacobsen
Í kvøld klokkan 20 verður kunn
ingarfundur í Tofta skúla fyri
borgarum í Nes kommunu. Kunnað
verður um tunnilsarbeiðið í Rókini í
Saltnesi, eins og kunnað verður um
arbeiðið við at leingja grótkastið á
Toftum við tunnilsgróti.
Við á fundinum í kvøld verða
umboð fyri P/F Eystur-og Sandoy
artunlar og umboð fyri Nes komm
unu.
Í samband við fundin á Toftum,
hevur tunnilsfelagið gjørt eitt
kunningarskriv, nú farið er undir
at fyrireika vegaføringina í Rókini,
eins og skjótt verður farið undir at
fyrireika sjálvan tunnilsmunnan í
Saltnesi.
Í løtuni er gongd í at byggja
rundkoyring, og í hesum sambandi
verður nógv grót lagt út á sjógv
vestan fyri Rókavegin.
Tunnilsfelagið vísir á, at lands
vegurin um hesar leiðir, sum tíðin
gongur, verður fluttur út á útfyll
ingina.
- Soleiðis kemur arbeiðið við
sjálvum
tunnilsmunnanum
at
ganga fyri seg innan fyri lands
vegin.
P/F Eystur-og Sandoyartunlar
vísa á, at tá tunnilsmunnin í Salt
nesi verður fyrireikaður, verður
neyðugt at spreingja inn í helluna
fyri at gera pláss fyri at byggja
tunnilsportalin, sum verður uttan
fyri sjálvan tunnilin.
- Neyðugt verður tí at steingja
Rókavegin av við eystastu húsini
í eitt longri tíðarskeið. Orsøkin
er, at tunnilsportalurin kemur at
ganga undir Rókavegnum. Eftir
at portalurin er liðugur, verður
Rókavegurin lagdur aftur oman á
tunnilsportalin.
Lagt verður aftrat, at spreingiar
beiðið væntandi byrjar um miðjan
mai í ár, kanska fyrr.
- Roknast kann tí eisini við, at
ferðslan á landsvegnum verður
ávirkað í styttri tíðarskeið ta løt
una, skotini verða latin av. Vænt
andi verður Rókavegurin stongdur
í eitt til tvey ár.
Í kunningini verður eisini sagt,
at tá sprongt verður, fara tunnils
felagið og NCC/J&K Petersen at
fylgja við og máta, hvussu sterkar
ristingarnar frá spreingingunum
verða.
- Hetta verður gjørt fyri at av
marka váðan fyri, at skaði kemur á
hús í økinum orsaka av ristingum.
Fyri at máta ristingarnar, verða
mátarar eftir avtalu við húsaeigarar
settir á tey nærmastu húsini, siga
tey í tunnilsfelagnum.
Sigrun
eigur
listina
Vilmund Jacobsen
Nógv fólk var inni á gólvinum í
Frítíðarheiminum á Gásamýru
í Leirvík fríggjadagin hin 16.
mars, tá nýggj listprýðing varð
avdúkað.
Tað er óføra listakvinnan,
Sigrun Gunnarsdóttir, ið hevur
málað fleiri málningar, sum
nú prýða um umstøðurnar hjá
børnunum í Frítíðarheiminum.
Við móttøkuna fríggjadagin
var tað Hanna Olsen, leiðari,
sum beyð vælkomin, og Hans
Mourits Foldbo, formaður í
mentanarnevndini hjá Eystur
kommunu, helt røðu.
Listakvinnan, Sigrun Gunn
arsdóttir, greiddi eisini frá um
sínar málningar, sum nú prýða
hølini í Leirvík.
JÓANSØKA: Róðrarsamband
Føroya gjørdi av á aðalfundi
leygardagin, at jóansøkan í
Vági í 2018 verður tann 23.
juni - og ikki tann 30. juni,
sum lýst hevur verið áður.
Stór menning
á Tvøroyri
Á Tvøroyri halda tey, at tað eru fá støð í
Føroyum, sum hava verið fyri so stórum
broytingum seinastu árini sum Tvøroyri
Vilmund Jacobsen
- Fara vit aftur til 2012, sá bý
armyndin heldur døpur út. Flaka
virkið stóð gapandi tómt, Salt
siloin á Drelnesi stóð um at rapa,
og besta fótbóltsliðið hevði ong
an góðkendan heimavøll, eins og
fleiri handilsbygningar í miðbýn
um stóðu tómir.
Á heimasíðuni hjá Tvøroyrar
kommunu verður víst á, at gleði
ligu tíðindini í 2011/12 vóru, at
Projekt Salt skuldi gerast veru
leiki. Stutt eftir komu boðini um,
at risastórt uppsjóvarvirki eisini
skuldi byggjast á Tvøroyri.
- Tað skal ikki stórt hugflog
til fyri at ímynda sær, hvat hes
ar verkætlanir høvdu at siga fyri
tvørafólk - og fyri allar suðuroy
ingar.
Lagt verður aftrat, at Delta
Seafood eisini hevur bygt stóra
framleiðsluhøll og nýggj skriv
stovuhøli.
Nógv verður broytt í Rókini í Saltnesi, nú rundkoyring og tunnilsmunni til Eysturoyartunnilin skulu byggjast
Varðin Pelagic er risin upp aftur úr øskuni,
og nú ræður aftur bjartskygni