Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-19, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. mars 2018síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 19. mars 2018 · Nr. 33 Herfyri segði PF Betri fimm fólkum úr starvi, men Ben Arabo, samtakstjóri, vissar um, at felagið sum er ongar ætlanir hevur um fleiri uppsagnir Skúlagarðurin skal dagførast - Vit fáa ein nútímans, mennandi og motoriskt avbjóðandi skúlagarð, sigur forkvinnan í trivnaðarnevndini Vilmund Jacobsen Gamli bygningurin í skúla­ garð­inum í Hvalba verður nú tikin niður. Hetta verður gjørt fyri at nútímansgera skúlagarðin. Í Hvalbiar kommunu siga tey, at hetta er ein tilgongd í tveimum byggistigum, sum trivnaðarnevndin í komm­ ununi saman við skúla­stýr­ in­um arbeiða við. Forkvinna í trivnað­ar­- nevnd­ini hjá Hvalbiar komm­unu er Eir J. Norðberg. Hon sigur, at tørvur er á at dagføra skúlagarðin. - Verkætlanin, sum vit arbeiða við, er sera spenn­ andi, og hon kemur at verða við til at geva næmingunum í Hvalbiar skúla ein nú­tím­ ans, mennandi og motor­ iskt av­bjóðandi skúla­garð at stutt­leika sær í, sigur Eir J. Norð­berg í trivn­að­ar­nevnd­ ini Fiskifloti tarnaður av veðri Vilmund Jacobsen Tvey ísfiskalínuskip koma inn at landa í dag. Annað hevur fiskað í íslendskum sjógvi og hitt í føroyskum. Skipini hava eina blanding av toski, hýsu og longu. - Seinni í hesi vikuni koma væntandi trý ella fýra ísfiskalínuskip aftrat inn at landa. Eitt ella tvey koma undan Føroyum og eini tvey undan Íslandi. Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at línufiskiskapurin undir Føroyum er smáligur í løtuni. Heldur frægari er undir Íslandi. - Nøkur línuskip liggja, men fara helst út aftur í næstum. Streymurin er harður, men batnar út á vikuna. - Veðrið verður helst brúkiligt, og væntandi verður nakað av útróðri, serliga við snellu.  Fríggjadagin lógu fleiri partrolarapør við bryggju, men nú munnu flestu vera farnir útaftur. - Upsafiskiskapurin hevur verið vánaligur, men partrolararnir hava fingið nakað av hýsu í seinastuni. Lagt verður aftrat, at eitt partrolarapar hevur fiskað eftir kongafiski, og her hevur fiskiskapurin verið brúkiligur. Ein djúpvatnstrolari ger í løtuni eina roynd eftir toski og hýsu. Hinir allir djúpvatnstrolararnir lógu við bryggju fríggjadagin.  Fríggjadagin lógu eisini allir teir smáu trolbátarnir, men nú veðrið er betri, loysa teir aftur. - Onkur trolbátur fer helst at fiska eftir havtasku, og onkur fer væntandi norður um at royna eftir toski og hýsu, siga tey á Fiskamarknaði Føroya. Viðheftu mynd til henda greinastubba eiga TJ-myndir. TARZAN: Sangleikurin Tarzan, sum hevur verið framførdur í Mentanarhúsinum í Fuglafirði síðan mikudagin 14. mars, verður sýndur fram til og við hósdagin 22. mars. Tað er ein lættisoppur Tey eru kanska ikki so mong sum vita, hvat ein veruligur lættisoppur er, men tá tú hevur lisið henda greinastubba, er allur ivi burtur Vilmund Jacobsen - Eg havi skrivað um lætti­ sopp fyrr, men hetta er ein tann størsti, eg havi sæð. Hann vá 1116 gram. Soleiðis skrivar Mourits Mohr Joensen, sum starv­ast á Havstovuni og javnan er umborð á hav­rann­sókn­ar­ skip­inum, Magnusi Heina­ son. Hann leggur aftrat, at hes­in lættisoppurin er fingin vest­an fyri Mykines hin 18. mars í ár. Ein lættisoppur Men, hvat er so ein lætti­ sopp­ur? spyr Mourits Mohr Joensen. - Jú, tað skal eg vísa tykk­ um her á myndunum og við teksti, sum eg vóni ikki er ov lættisoppakendur. Soleiðis tekur hann til á sínari Facebook-síðu, sam­ stundis sum hann hevur lagt út viðheftu mynd av einum lættisoppi. - Ein "lættisoppur" er ein lítil túva, oftast sum ein stórur nevi av goggur­ogna­ hylkjum, og hann sera lættur. Mourits Mohr Joensen vísir á, at til tíðir kunnu slíkir lættisoppar síggjast, ið eru rikinir á land. - Gágga gýtir á botni, har lættisoppurin verður festur á gjar, grót og annað. Altso - ein lættisoppur er eitt hylki av gággurognum. Lítið kemur undan Mourits Mohr Joensen vísir á, at agngágga gýtir eggini í smá hylki, sum hon sjálv hev­ ur gjørt, umleið 1.000 egg eru í hvørjum hylki. - Øll hylkini eru kleimd saman í trunkar, sum kallast lættisoppar. Bara 30 ”ungar” verða klaktir í hvørjum hylki. Teir eta øll hini eggini. Síðan eta teir sterku ungarnir teir veiku, og tá avtornar, koma bara 1-10 smáar gággur úr hvørjum hylki, veit Mourits Mohr Joensen at siga. Eir J. Norðberg er forkvinna í trivnaðarnevndini hjá Hvalbiar kommunu