mánadagur 19. mars 2018síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. mars 2018 · Nr. 33
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Spyr og fá svar um útbúgvingar. Allar. Allastaðni.
Tað er tú, sum tekur endaliga avgerð um tína útbúgving, men nú kanst tú fáa svar upp á spurningar um lestur her í Sosialinum.
Holger Arnbjerg, sum starvast á Altjóða Skrivstovuni við Fróðskaparsetur Føroya, vegleiðir teg um tínar møguleikar innan útbúgving og um tey fíggjarligu viðurskiftini. Holger arbeiðir
dagliga við at vegleiða fólki, sum ætla sær undir útbúgving í Føroyum ella uttanlands, antin tað er styttri ella longri útbúgving, verklig ella ástøðilig. Tú kanst senda spurningar um
útbúgvingar til post@sosialurin.fo, og so svarar Holger tær her í Sosialinum.
Kvotu 2-umsøkjarar
til Setrið við freist 15.
apríl 2018 kunnu býtast
sundur í tríggjar bólkar:
Umsøkjarar, ið ivast í, um tey hava
nóg høgt miðalpróvtal í gymnasiala
miðnámspróvnum til at verða upp
tikin gjøgnum kvotu 1
Umsøkjarar, ið hava
útlendsk miðnámsprógv
Umsøkjarar, ið ikki hava gymnasialt
miðnámsprógv, sum tískil søkja um
undantaksloyvi frá vanligu upp
tøkutreytunum
GG: Ein kvotu 2-umsókn hjá
umsøkjara, ið hevur gymnasialt
miðnámsprógv, er samstundis ein
kvotu 1-umsókn, har einans verður
hugt eftir próvtølunum í kravda
próvnum.
Umsøkjarar, ið ivast
í, um tey hava nóg
høgt miðalpróvtal
Umsøkjarar, ið ivast, um miðalpróv
talið í gymnasiala miðnámsprógvi
teirra er nóg gott at koma inn
gjøgnum kvotu 1, kunnu søkja um
upptøku gjøgnum kvotu 2-skipan
ina. Umsóknin verður viðgjørd
við støði í gymnasiala miðnáms
próvnum
umframt
teimum
skjalprógvaðu
førleikunum,
ið
umsøkjarin hevur lagt við umsókn
ini.
Ein umsøkjari, ið einans søkir
við miðnámsprógvi og ongum
øðrum skjalprógvaðum førleikum,
skal søkja gjøgnum kvotu 1 uttan
mun til, hvat miðalpróvtalið í
próvnum er.
Umsøkjarar, ið hava
útlendsk miðnámsprógv
Umsøkjarar, ið hava prógv, ið eru
úr londum uttanfyri norðurlond,
skulu søkja um upptøku gjøgnum
kvotu 2. Orsøkin er tann, at hesi
prógv skulu sendast til metingar
hjá Uddannelses- og Forsknings
ministeriet
(www.ufm.dk)
i
DK, so greiða kann fáast á, um
prógvið kann javnsetast við eitt
norðurlendskt gymnasialt mið
námsprógv. Metingin kann taka
tíð, og tí skal umsøkjarin senda
umsóknina til donsku myndug
leikarnar í góðari tíð. Umsøkjarin
kann senda umsókn um upptøku
inn til Setrið, áðrenn prógvið er
liðugt mett av donsku myndug
leikunum, men viðgerðin av um
sóknini kann ikki gerast, fyrr enn
metingin er komin frá donsku
myndugleikunum. Leinki til nærri
kunning um metting av útlendsk
prógv: www.ufm.dk
Umsøkjarar, ið ikki hava
gymnasialt miðnámsprógv
Umsøkjarar, ið ikki hava lokið
fult gymnasialt miðnámsprógv,
kunnu søkja um undantaksloyvi.
Tað vil siga, at umsøkjarin søkir
um undantaksloyvi frá galdandi
upptøkukravi, ið er gymnasialt
miðnámsprógv. Hetta verður gjørt
gjøgnum kvotu 2.
Umsøkjarin skal skjalprógva,
at viðkomandi hevur ognað sær
neyðugu førleikarnar at lesa á
hægri lærustovni. Í samlaðu met
ingini
av
førleikunum
verður
dentur lagdur á, at umsøkjarin
kann skjalprógva at hava ment
sín lestrarførleika innan almennu
lærugreinarnar á tílíkan hátt,
at hetta – saman við øðrum við
komandi,
skjalprógvaðum
før
leikum – kann metast at verða
javnsett
við
eina
gymnasiala
miðnámsútbúgving. Tað vil siga,
at umsøkjarin hevur ognað sær
bókligar førleikar, ið hava eina ávísa
teoretiska dýpd og breidd, umframt
at umsøkjarin hevur skrivað eina
uppgávu
á
miðnámsskúlastigi.
Hetta verður mett at vera ein
fortreyt fyri at kunna skipa, miðla
og ogna sær akademiska vitan á
hægri lærustovni.
Metingin tekur støði í
fylgjandi førleikum:
Fakliga
viðkomandi
útbúgv
ingarroyndir eftir fólkaskúla, t.d.
yrkisútbúgving, partar av gym
nasialari
miðnámsútbúgving
ella miðallong hægri útbúgving
ella partar av henni, sum t.d. pro
fessionsbachelorútbúgving
Úrslit frá minst fýra almennum
lærugreinum á miðnámsskúlastigi,
ið eru viðkomandi fyri útbúgv
ingina, har minst ein lærugrein er
á A-stigi og minst tvær á B-stigi.
Almennar lærugreinar eru t.d. før
oyskt, enskt, søga, støddfrøði og
samfelagsfrøði
Størri
skrivligar
uppgávur
á miðnámsskúlastigi, sum t.d.
høvuðsuppgáva,
bachelorritgerð
ella onnur størri skrivlig uppgáva
Skjalprógvaðar
starvsroyndir og/ella
førleikar, ið verða mettar
at vera serliga viðkomandi
fyri útbúgvingina
Undantøk verða ikki givin, tá talan
einans er um starvsroyndir ella
einans yrkisútbúgving ella einans
partar av gymnasialari miðnáms
útbúgving.
Spurningur:
Hvussu nógv kanst tú tjena
í Danmark við ymiskum
útbúgvingum?
Spurningur:
Herfyri sat Poul saman við nøkrum
vinum og kjakaðist um løn. Ein teirra
hevði m.a. hoyrt, at ein útbúgving innan
tryggingarstøddfrøði kundi vera lykilin til
høga løn í Danmark. Poul spyr tí stutt og
greitt, hvar tað ber til at finna útav, hvussu
høg lønin er fyri ymisk størv í Danmark.
Svar:
Poul kann finna eina ábending um
lønarstigið hjá nýútbúnum innan
ymisk starvsøki á heimasíðuni hjá
Uddannelsesguiden, www.ug.dk við at fara
inn á “Inkomst”. Inntøkan verður her sett
sum miðalinntøka hvønn mána, íroknað
øll ískoyti sum eftirløn, telefon o.a. og er
grundað á tøl frá Danmarks Statistik.
Poul kann eisini brúka Uddannelseszoom,
sum hann finnur á www.ug.dk við at trýsta
á “Få inspiration” ovast til høgru og síðani
“Valg af videregående uddannelse”. Her
ber til at finna miðal inntøku pr. mána
hjá ymiskum útbúgvingum, bæði fyri
nýútbúgvin og persónar ið hava verið liðugt
útbúgvin í 10 ár. Her sæst, at miðalinntøkan
10 ár eftir lokna kandidatútbúgving í
tryggingarstøddfrøði er 71.800 kr, so vinurin
hjá Poul hevði helst grein í sínum máli.
Hvat telur við í einari kvotu 2-umsókn til Setrið? – www.setur.fo
Um kvotu 2 – Hvør skal søkja umvegis kvotu 2?
Aðrar útbúgvingar
Talan er bæði um útbúgv
ingar, ið tú hevur tikið eftir
miðnámsprógv og um út
búgvingar, ið ikki krevja mið
nám, t.d. um tú hevur sveina-
ella lærubræv.
Tú skalt eisini skriva, um
tú hevur staðið partar av eini
hægri útbúgving.
Háskúli og tílíkt
Her verður upplýst um há
skúla, húsarhaldsskúla og
líknandi próvleys skeið, sum
umsøkjarin hevur verið á.
Ískoytisprógv og onnur
viðkomandi skeið
Øll viðkomandi skeið (eitt
nú supplering ella ískoyti),
kunnu takast við, tá ið mett
verður um umsókn tína.
Starvsroyndir
Týdningarmiklast eru starvs
royndir, ið eru viðkomandi
fyri útbúgvingina, men eisi
ni aðrar starvsroyndir verða
tiknar við í viðgerðini av
umsókninini.
Váttanin
skal
undir
skrivast av arbeiðsgevara
num.
Longri steðgir
uttanlands
Einans steðgir í tríggjar mán
aðir ella longri verða tiknir
við í viðgerðini.
Tú skalt upplýsa í hvørj
um landi, tú hevur verið
(Danmark verður t.d. eisini
roknað sum útland í hesum
høpi) og hvat endamálið við
steðginum var (t.d. fjakkara
ferð, hjálpararbeiði). Hevur
tú fleiri viðkomandi steðgir
uttanlands, kanst tú skráseta
teir.
Aðrir viðkomandi
førleikar
Talan er um førleikar, ið eru
viðkomandi fyri útbúgving
ina, sum t.d. KT-førleikar,
málsligir
førleikar
ella
royndir frá frítíðarvirksemi,
politiskum
arbeiði og sjálvbodnum
arbeiði. Til ber at skráseta
fleiri førleikar.
Grundgivin umsókn
Grundgivna umsóknin er
ein týðandi partur av um
sóknini.
Hetta er tín møguleiki fyri
at koma til orðanna og vísa á,
hvør tú ert.
Frágreiðingin
um
teg
sjálva/n skal í mesta lagi fylla
eina síðu.
Grundgivna
umsóknin
er ein persónslýsing og ein
framløga av tínum førleik
um. Av tí at hon er persónlig,
er eingin svarlisti, hvussu tú
skrivar eina góða umsókn.
Tó eru nakrar
leiðreglur, sum eru
góðar at halda seg til:
- tú
skalt
lýsa
tínar
førleikar og royndir, og
hvørjar
tínar
ætlanir
og ynski eru við hesi
útbúgvingini
- tú skalt m.a. vísa á, hvat
tú hevur gjørt fyri at
menna og betra teg til
at gerast skikkað/ur til
útbúgvingina
- tú skalt greiða frá, hvat
eggjaði teg til at søkja inn
á júst hesa útbúgvingina
-
tað
skal
síggjast
í
frágreiðingini,
at
tú
hevur sett teg inn í,
hvat hetta er fyri ein
útbúgving,
og
hvussu
tú ætlar at brúka hesa
útbúgving
-
umsóknin skal vera greið
og væl skipað. Skriva
fyrst um tað, sum er mest
avgerandi fyri val tíni
-
tú skalt grundgeva fyri
øllum
útbúgvingum,
sum
eru
á
tínum
raðfestingarlista
Les meira: https://setur.fo/upptoeka
Vegleiðing til kvotu 2 umsóknir á Setrið.
Fróðskaparsetri Føroya hevur kunningarfund um kvotu 2-umsóknir mikudagin 21.3 kl.16.15-17.45.
Kunningarfundurin verður hildin í Gróthúsinum, J. C. Svabos gøta 14. Tiltakið verður stroymt.