Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-19, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. mars 2018síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 19. mars 2018 · Nr. 33 Aftursvar til Hans Jákup Mikkelsen Dánjal Jákup Meinertsson Formaður Í tíðargrein á in.fo greiðir Hans Jákup Mikkelsen frá, tá hann fekk eina heila­bløð­ing og fekk hjálp á Ríkis­sjúkra­ húsinum. Vit mugu gleð­ast um at tað gekk væl og hann framvegis er millum okk­ um. Hetta norðurlendska sam­starvið er gull vert fyri okkum, hevur bjarga mong­ um mannalívi og givið mong­ um føroyingi betri lívsvirði. Men so fer hann yvir í skatta­ skip­anina og har eru fleiri misskiljingar. Tí eisini har er gott norðurlendskt samstarv. Hann sigur millum annað: “Føroyingar, sum sigla í øðr­ um londum, ella arbeiða í øðr­um londum, rinda ikki skatt í Føroyum”. Hetta er lut­víst skeivt og eisini alt ov ein­falt sagt. Í prinsippinum er tað so­leiðis at øll, sum hava bú­ stað í Føroyum, rinda skatt her. Men so er tað hetta væl­signaða norðurlendska sam­starvið, sum m.a. ger at før­oyingar kunnu fara á Ríkis­sjúkrahúsið og á Lands­spitalan o.s.fr. Tað sam­starvið virkar bæði aft­ ur og fram og allar vegir. Hetta sama samstarvið ger at føroyingar kunnu ar­ beiða í útlandinum, uttan at verða dupultskattaðir, bæði í arbeiðslandinum og í Før­oyum. Um so var, hevði ong­in føroyingur arbeitt utt­ an­lands. Vit føroyingar hava altíð erpa okkum av at vit eru fleksiblir. Vit kunnu skjótt fara allastaðni og vit kunnu brúkast og eru eft­ir­ spurdir allastaðni. Vit hava eisini altíð gjørt tað. Før­ oy­ingar, sum í farnum tíð­ um fóru til Grønlands at rógva út, til lands í Íslandi og við norskum, týskum og enskum fiskikipum, hava til dagin í dag verið lýst­ir sum siðsøguligar fólka­hetjur. Sangir eru yrkt­ir um teir, bøkur eru skriv­aðar og bæði útvarps- og sjónvarpssendingar eru gjørd­ar um hesi megnarfólk, sum í trongum tíðum fóru langt av landi at vinna breyð. Men so hendi eitt skifti. Hesi londini, Grønland, Ís­ land, Noreg og onnur við, fóru at krevja skatt av teim­ um. Tá máttu okkara polit­ ikkarar taka stig til at hesi framvegis kundu halda fram og fáa úrtøkuna heim, hóast ikki beinleiðis skatt­ ur fekst frá teimum. Tí ikki var pláss á føroyska ar­beiðs­ marknaðinum fyri at øll hesi fólkini knappliga komu heim. Soleiðis fóru Før­oyar uppí norðurlendska tví­ skatta­sáttmálan. Men sjálv­ andi, tá gjørdust siðsøguligu hetj­urnar til snúltarar, antin av øvund ella av vantandi vit­an. Í dag arbeiða umleið 10% av føroysku arbeiðsmegini uttanlands. Í 2012 var talið næst­an 2500, ella væl meira enn bæði fiskavøruídnaðurin og alivinnan tilsaman. Hetta ger at føroyski arbeiðs­ markn­aðurin hevur eitt sterkt eyka bein at standa á, ið er við til at mótvirka bú­skap­arlig sveiggj. Hetta hava føroyskir politikkarar ásanna og helst er hetta ein við­virk­andi orsøk til at Før­ oyar hava tvífalt so høgt fólka­tal, sum t.d. Hetland, ið av røtt­um skuldi havt betri møgu­leikar í somáta. Hans Jákup nevnir tríggj­ ar skipaskrásetingar. DIS, NIS og FAS. Av hesum eru tað DIS og FAS, danska og før­oyska skrásetingin, sum eru knýttar beinleiðis at eini skatta­skipan. Tann norska, NIS, er ikki tað. Danska skipanin DIS er skipa soleiðis at sjófólkið fær nettoløn. Føroyskir myndug­leikar hava í avtalu við Danmark góðtikið hetta, so­leiðis at føroyingar kunnu halda fram at sigla har, utt­ an at verða skattaðir av síni nettoløn í Føroyum. Ann­ ars máttu nøkur hundrað før­oysk sjófólk funni sær ar­beiði á føroyska arbeiðs­ markn­aðinum. Tað vildi helst verið trupult og ta atlitið hava føroyskir politikkara tikið, tá tey hava gjørt hesa av­taluna. Fleiri ferðir hevur verið upp á tala at broyta avtaluna ella gera onnur tiltøk, men tað er ongantíð gjørt, tí politikkarar hava sæð at hetta tænir ikki heild­ ini. Roknistykkið gong­ur ikki upp. Annars eru hesi før­ oysku sjófólk við donsk­um skip­um, við til at gjalda fyri Ríkis­sjúkrahúsið. Tey sum sigla við skipum í FAS, rinda sín skatt til lands­kassan, men so hevur landið valt at endurrinda reið­arum skattin, fyri at fáa uppbygt ein føroyskan handils­flota. Sjófólk í FAS gjalda sjálvandi fult gjald til ALS, Barsilsgrunnin, Heilsu­ trygd og AMEG. Í 2011 var mett at inntøkuskapanin í sam­felagnum av FAS relat­ er­aðum virksemi var um 350 mió. Eg rokni ikki við at nógv fólk trúgva uppá at vit høvdu verið betur farin uttan henda skipaflota. Skipini hjá Smyril Line og Skansi Off­ shore kunnu nevnast sum dømi. Fleiri hundrað før­oysk arbeiðspláss høvdu fari fyri onki, um FAS skipanin varð avtikin. Har­afturat hevði føroyski ar­beiðs­markn­að­ur­ in mist inn­tøk­ur­n­ar av tæn­ astu­veit­ingum til hesi skip og reið­aríir. Føroyingar, sum sigla við NIS skipum, rinda skatt í Føroyum, um so er at skipið ar­beiðir uttanfyri norskt sjó­øki. Og tað eru tey oftast. Inn­anfyri norskt sjóøki, skal skattur rindast í Noregi, sambært tvískatta avtaluni. Skal skattur eisini rindast í Før­oyum, hevði lítið verið eftir av inntøkuni og føroyski arbeiðsmarknaðurin hevði tódna við fleiri hundrað ar­ beiðs­plássum. So eitt er at útlendski part­urin av okkara ar­beiðs­ markn­aði er við til at geva okk­um eitt eyka bein at standa á. Annað er at hetta skap­ar ein peningafloym inn í føroyska samfelagið uppá meira enn eina milliard, ið er við til at skapa virksemi og førir til aðrar inntøkur enn bein­leiðis skatt, umframt sjálv­andi at hesi eisini rinda nakað av beinleiðis skatti eisini. Tøl fyri 2012 vísa at arbeiðs­megi uttanlands geva líka stórt ískoyti til lands­ kass­an, sum ali­vinn­an og væl meira enn fiska­vøru­ídn­að­ur­ in á landi. Eisini hevur ofta verið frammi um at broyta norð­ ur­lendsku tví­skatta­avtal­una, so­leið­is at gjaldast skal í bú­ stað­arlandinum. Men tað er trupult og er ikki gjørt. Men um tað hevði hent, høvdu vit samstundis avskriva okkum møguleikan at krevja skatt frá útlendskum arbeiðsfólki í einari komandi føroyskari oljuvinnu, sum vit framvegis hava vónir til. Eg fari at mæla Hans Jákupi til at seta seg betri inn í samanghangin við ar­ beiðs­megini uttanlands og tey atlit, sum føroyskir polit­ ikk­ara hava tikið og mugu taka. Tí heilt so einfalt sum hann ger tað til, er tað ikki. Vegna Antares, felag teirra ið arbeiða uttanlands. KJAK Aðalfundur hjá Føroya Heimavirkisfelag Verður tann 20. mars kl.19.00 í Kaffihúsinum í Vágsbotni. Er fundurin ikki viðtøkuførur, Verður eykaaðalfundur ½ tíma seinni. Fundarskrá sambært lógum felagsins Nevndin PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Edmund Sune Johannesen, Vørðubrekka 7, 160 Argir, føddur tann 29. december 1940, deyður tann 2. januar 2018, og eftirsitandi hjúnarfelaga Sólbjørg Johannesen, verða við hesum biðin um innan 3 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast til advokat Páll Nielsen, Skansavegur 1, 100 Tórshavn, vísandi til sks.nr. 10/2018, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grundað á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 19. mars 2018 PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Maria Jacobina Christiansen, Yviri við Strond 95, 100 Tórshavn, fødd tann 25. august 1922, deyð tann 6. januar 2018, verða við hesum biðin um innan 3 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast til advokat Páll Nielsen, Skansavegur 1, 100 Tórshavn, vísandi til sks.nr. 15/2018, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grundað á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 14. marts 2018. PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Mai Brit Dahl Anthoniusen, Á Brekku 20, 700 Klaksvík, fødd tann 18. august 1963, deyð tann 21. juni 2017, verða við hesum biðin um innan 3 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast til advokat Páll Nielsen, Skansavegur 1, 100 Tórshavn, vísandi til sks.nr. 227/2017, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grundað á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 19. mars 2018. PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Ásgerð Ebba Kjærbæk, Bøgøta 13, 970 Sumba, fødd tann 23. september 1921, deyð tann 19. desember 2017, og fyrr deyða hjúnarfelaga Daniel Sommer Sverre Kjærbæk, verða við hesum biðin um innan 3 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast til advokat Petur Even Djurhuus, Yviri við Strond 4, 100 Tórshavn, vísandi til sks. nr. 25/2018, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grundað á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 19. mars 2018. PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Hanus Anthoniusen, á Brekku 20, 700 Klaksvík, føddur tann 2. august 1957, deyður tann 9. juli 2017, verða við hesum biðin um innan 3 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast til advokat Páll Nielsen, Skansavegur 1, 100 Tórshavn, vísandi til sks.nr. 257/2017, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grundað á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 19. mars 2018 PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Sonja Djurhuus, Bøgøta 3, 350 Vestmanna, fødd tann 26.03.1935, deyð tann 19.01.2018, og fyrr deyða hjúnarfelaga Daniel Pauli Didriksen Djurhuus, verða við hesum biðin um innan 3 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast til advokat Páll Nielsen, Advokatvirkið, Skansavegur 1, 100 Tórshavn, vísandi til sks.nr. 39/2018, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grundað á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 26. februar 2018. PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Johanna Poula Mathilda Djurhuus, V. U. Hammershaimbsgøta 7, 100 Tórshavn, fødd tann 6. augus 1923, deyð tann 24. januar 2018, verða við hesum biðin um innan 3 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast til advokat Petur Even Djurhuus, Yviri við Strond 4, 100 Tórshavn, vísandi til sks. nr. 45/2018, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grundað á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 19. mars 2018 Dreymastarvið finnur tú á in.fo