Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-19, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. mars 2018síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 19. mars 2018 · Nr. 33 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STUTTSØGD Gilli Rólantsson átti leiklut í 2-0-sigri í ársins fyrsta dysti hjá Brann. Her heima eru ungir føroyameistarar funnir í borðtennis, og so hevur flogbóltur og kurvabóltur eisini verið í gongd Pætur Albinus FÓTBÓLTUR Gilli Rólantsson og liðfelagarnir fingu eina góða byrjan upp á kappingarárið, tá ið teir í gjár vunnu 2-0 á heimavølli ímóti Bodø/ Glimt í ársins fyrsta dysti teirra í norsku Elitserien. Gilli spældi allan dystin í vinstru síðu har frammi, og hann var tann, ið tryggjaði Brann brotssparkið, ið førdi til 2-0-málið. Fyrsti dysturin hjá Brann í kappingini varð útsettur, so Brann hevur í løtuni spælt ein dyst færri enn flest øll hini liðini. Næsti dystur hjá Gilla og teimum verður 2. apríl á útivølli ímóti Strømsgodset. BORÐTENNIS FM fyri ung hevur verið í Trongisvági um vikuskiftið. Hesi blivu føroyameistar: Smápiltar: 1. Baldrian R. Nolsøe (TBF), 2. Filip Roest (TBF), 3. Lias Arnason (TBF). Piltar: 1. Jósva Højgaard (TBF), 2. Regin oman Tún (TBF), 3. Niels Juul A. Poulsen (TBF). Smádreingir: 1. Rói Hjaltason (Tór), 2. Tórur E. Eliasen (Tór), 3. Aron Frankieson (Tór). Dreingir: 1. Rói Hjaltason (Tór), 2. Tórur Ei Eliasen (Tór), 3. Julian Frankieson (Tór). Mansunglingar: 1. Rói Hjaltason (Tór), 2. Helgi Ólavsson (TBF), 3. Tórur Ei Eliasen (Tór). Pinkur: 1. Marin Elisabeth Poulsen (TBF), 2. Rebekka Debes, TBF. Smágentur: 1. Anja Wongwai (TBF), 2. Bára Guttesen (TBF), 3. Beinta D. Joensen (TBF). Gentur: 1. Sólja Djurhuus (Tór), 2. Beinta D. Joensen (TBF), 3. Anja Wongwai (TBF). Kvinnuunglingar: 1. Sólja Djurhuus (Tór), 2. Maria Albinus (TBF), 3. Victoria Debes (TBF). FM fyri vaksin verður spælt í Havn dagarnar 6. og 7. apríl. FLOGBÓLTUR Ein dystur hevur verið í meistaradeildini hjá monnum hetta vikuskiftið. Tað var toppur ímóti botni, tí oddaliðið ÍF fekk nevniliga vitjan av botnliðnum SÍ. Tað hendi heldur einki óvæntað, tí ÍF vann dystin greit 3-0 eftir settúrslitini 25-20, 25-10, 25-15. ÍF er greitt oddalið, meðan Mjølnir og Fleyr dystast um seinna plássið í FM-finaluni. Mjølnir er í løtuni fýra stig frammanfyri Fleyr, men Fleyr hevur møguleikan at gera eitt hál, tá ið júst tey bæði liðini hittast í einum útsettum dysti týskvøldið um eina viku. Kvinnurnar hjá KÍF tóku eitt risa fet ímóti FM-finalunum, tá ið tær sunnudagin vunnu 3-1 á heimavølli ímóti Mjølnir. Settúrslitini vóru 25-21, 25-11, 15-25, 25-23. Fleyr er langtsíðani runnið avstað, men KÍF hevur nú fimm stig fleiri enn Dráttur í beinleiðis dystinum um seinna FM-finaluplássið, og kollfjarðagentur kunnu eisini ugga seg við, at tær hava spælt ein dyst færri enn Dráttur og flest allir hinir kappingarneytarnir. U19-kvinnulandsliðið, sum 29. apríl skal til 2018 CEV U19 Volleyball European Championship Small Countries Division, er úttikið: Hanna Iansdóttir Biskopstø (Fleyr), Barbara Durhuus (Fleyr), Hilda Bolstad Mortensen (Fleyr), Sára Rannváardóttir Vatnhamar (Fleyr), Petra Sunadóttir Hansen (Dráttur), Sára Maria Johansen (TB), Elsa Samuelsen (KÍF), Jakobina Joensen (KÍF), Malan Maria í Haraldstovu Weihe (SÍ), Turið Búadóttir (SÍ), Inga Helena Henriksen (SÍ) og Eva Gunn Niclasen (SÍ). HONDBÓLTUR Flemming Raben og Christoffur Gert Nielsen hava í ár staðið á odda fyri kvinnuliðnum hjá Kyndli, men tað gera teir ikki næsta kappingarár. Kyndil boðar frá,, at tað verður Bárður Johannesen, sum við nýggja mansvenjaranum, danska Martin Lellek, skal mynda venjaratoymið næsta kappingarár. Martin Lellek tekur við sum venjari hjá besta mansliðnum í Kyndli komandi kappingarár, eftir at Julian Johansen herfyri boðaði frá, at hann eftir trý ár hevur valt at gevast. Leygardagin spældu Áki Egilsnes og liðfelagarnir í KA ímóti HK í einum sera týðandi dysti í næstbestu íslendsku hondbóltsdeildini. Áðrenn dystin hevði KA 26 stig á øðrum plássi, og HK hevði 23 stig á triðja plássi. Tað eydnaðist Áka Egilsnes og liðfeløgunum at vinna spennandi og javna dystin 23-22. Í steðginum var støðan javnleikur 10-10, og tað var javnt heilt til dystarenda. Áki Egilsnes skoraði avgerandi málið fyri KA, tá hann 15 sekund undan leikloki meddaði bóltin í málið hjá HK til støðuna 23-22, sum gjørdist endaliga støðan av dystinum. Áki Egilsnes gjørdist toppskjútti saman við Sigþór Gunnari Jónssyni. Báðir skutu seks mál fyri KA. Áki Egilsnes hevur higartil skotið 92 mál fyri KA í næstbestu íslendsku hondbóltsdeildini. Tað er bert eitt umfar eftir av grundspælinum. KA liggur tvey stig aftanfyri lokalu kappingarneytarnar, Akureyri. Fyri at KA skal røkka beinleiðis uppflyting, má KA vinna síðsta dystin nú fríggjakvøldið, samstundis sum Akureyri má tapa sín dyst. Hendur tað ikki, so skal KA spæla upp- og niðurflytingardystir ímóti næstaftasta liðnum í bestu deildini. KURVABÓLTUR Føroyska deildin, Trygd-kappingin, er nú av álvara farin at halla, og flestu liðini hava einans ein dyst eftir at spæla. Longu nú greitt, at Sporðdrekin endar nummar eitt í grundspælinum og harvið fær heimavøll í einari hálvfinalu. Mótstøðuliðið sær út til at blíva Hávur úr Klaksvík, meðan Hamar og føroyameistararnir úr Ravni dystast í hinari hálvfinaluni. Í løtuni er kappingin teirra millum um hvør fær heimavøll í hinari hálvfinaluni. Í kvinnudeildini hevur Hamar 1 tryggjað sær pláss í finaluni, meðan Hamar 2 og Hávur kappast um seinna finaluplássið á stóra finaludegnum, sum verður í høllini á Argjahamri tann 28. apríl. SÚKKLING Torkil Veyhe fer komandi sjey dagarnar at súkkla við í fronsku súkklukappingini, Tour de Normandie, har hann í fjør veruliga gjørdi um seg saman við táverandi liði sínum, ColoQuick-CULT. Nú súkklar hann við nýggja liðnum, Team VIRTU Cycling, og Torkil sigur við Sosialin, at hann kennir seg væl koyrandi, og at tað stendur ímillum hann og Kasper Asgreen at fáa kaptein-leiklutin. Fyrsti teinurin verður súkklaður í dag. Talan er um ein 150 kilometrar langan flatan tein úr Saint Pierre en Auge til Le Neubourg. Kappingin endar sunnudagin, og in.fo fer at fylgja væl við hvussu leikur fer hjá føroyska súkklaranum. albinus@sosialurin.fo Gilli átti avgerandi fót F.v.: Victoria Debes (TBF), Sólja Djurhuus (Tór), Maria Albinus (TBF)