Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-19, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. mars 2018síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 19. mars 2018 · Nr. 33 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 H71 RISTI KYNDIL AV SÆR HONDBÓLTUR Pætur Albinus Menninir hjá Kyndli hava í eina tíð lúrt eftir einum lítlum møguleika at sleppa við í FM-finalurnar, men hesar vónirnar blivu minkaðar niður í nærum ongar, tá ið Kyndil leygardagin var á vitjan í Hoyvík hjá H71. Kyndil hevði annars gjørt væl burturúr at fyrireika seg til hendan lykladystin í oddastríðnum, og skjúttin, Tummas Pauli Hanusarson, var komin heim úr Danmark at spæla við. Liðini fylgdust til 3-3, men síðani rann H71 undan, og á odda 8-3 sóu teir seg ongantíð aftur um bak. Eftir hálvleiksstøðuna 18-10 vann H71 31-23 og hevur nú gjørt sín part fyri at rista Kyndil av sær í FM-finalustríðnum. Kyndil kann nú einans rokna upp á teoretiskar møguleikar fyri at halda lív í FM- vónini, og heldur kunnu teir nú hugsavna seg um at spæla við um bronsuna, har teir liggja væl fyri. Neistin var í gjár og vitjaði Team Klaksvík. Har kom Neistin skjótt á odda við trimum, og hendan leiðslan helt sær allan dystin. Neistin var á odda 12-9 í hálvleikssteðginum og vann dystin 25-22. Í høllini í Kollafirði var klassikari ímillum grannarnar í KÍF og VÍF, og sum sigur er, var tað bæði lívligt og tætt. KÍF fór til hálvleiks á odda 15-14, og hóast KÍF var á odda at kalla allan seinna hálvleik, so var tað VÍF, sum við einum máli Andriasi Eriksen í allarseinastu sekundunum, tryggjaði sær ein harðvunnan 27-26-sigur. Tey bæði stigini, ið komu til høldar, vóru umráðandi í bronsudystinum í FTZ-deildini, har VÍF og Kyndil dystast nærum stavn um stavn. Lykladystir Í Hvonndeildini er støðan púra óbroytt. Øll oddaliðini vunnu hetta vikuskiftið, og nú verður farið undir avgerandi endaspurtin. Oddaliðið, VÍF, grundlegði sigurin ímóti Stjørnuni í Klaksvík í fyrra hálvleiki, har tær vóru á odda heili 19-9. Stjørnan minkaði í seinna hálvleiki skjótt niður í seks mál á muni, og hóast Jansy Jacobsen gekk mál-amokk hjá Stjørnuni við heili 14 málum, so komu tær ikki nógv tættari og VÍF vann dystin 34-29. Kyndlakvinnur vóru á vitjan hjá H71. Heimaliðið spældi við til 8-8, men tá rann Kyndil, sum valdi at mansverja H71-stórskjúttan, Mariu H. Weyhe, avstað, og var á odda 15-9 í hálvleikssteðginum. Hesin munurin helt sær, og við einari stórspælandi Marionnu G. Eystberg á odda vann Kyndil dystin 28-21. Heima í Vági hevði VB eina løtu um at rista Neistan av sær. VB var á odda við einum, 11-10, í hálvleikssteðginum, og við støðuna 13-13 streyk VB avstað og legði seg á odda 18-13. Endin var, at VB vann 25-20. Vágskvinnur hava longu tryggjað sær í minsta lagi bronsu, og dysturin við Kyndil um seinna finaluplássið stendur við. Í næsta umfari 29. mars hittast júst VB og Kyndil í Vági, og bæði VB og Kyndil hava ein dyst í part eftir ímóti oddaliðnum VÍF, so fyri framman bíða nakrir avgjørdir lykladystir. albinus@sosialurin.fo Hvonn deildin NR. LIÐ DYSTIR V.M. T.M. MUNUR STIG 1 VÍF 20 607 467 140 36 2 Kyndil 20 562 420 142 32 3 VB 20 530 431 99 29 4 Neistin 21 485 501 -16 19 5 H71 21 469 548 -79 13 6 Stjørnan 20 459 503 -44 12 7 StÍF 20 324 566 -242 1 FTZ deildin NR. LIÐ DYSTIR V.M. T.M. MUNUR STIG 1 VÍF 20 607 467 140 36 2 Kyndil 20 562 420 142 32 3 VB 20 530 431 99 29 4 Neistin 21 485 501 -16 19 5 H71 21 469 548 -79 13 6 Stjørnan 20 459 503 -44 12 7 StÍF 20 324 566 -242 1 Hvonndeildin, úrslit: Stjørnan – VÍF 29-34 (9-19) Stjørnan: Jansy Jacobsen 14, Tóra Eliasen 5, Jórun B. Nielsen 4, Judith Dam Jacobsen 2, Sonja Sirdal 2, Kristina Poulsen 2 Útvísingar: 2 x 2 minuttir VÍF: Durita C. Jojic 10, Liljan Djurhuus 8, Agnas Olsen 7, Heidi Maria Akselsen 4, Randi Virgarsdóttir 2, Jórunn Gudmundsen 2, Sarah Bank Bjerg 1 Útvísingar: 2 x 2 minuttir H71 – Kyndil 21- 28 (9-15) H71: Maria H. Weyhe 4, Ása K. Hansen 4, Durita T. Joensen 4, Eva Barba Arge 2, Tórhalla Thorsteinsson 2, Karin P. Dam 2, Silja Sámalsdóttir 1, Sanna S. Gunnarstein 1, Maria Ingolfsdóttir 1 Útvísingar: 2 x 2 minuttir Kyndil: Marianna G. Eystberg 12, Turið Arge 4, Bára K. Hansen 4, Súna K. Hansen 3, Bjarta O. Johansen 3, Sólja B. Poulsen 2 Útvísingar: 1 x 2 minuttir VB – Neistin 25- 20 (11-10) VB: Gurið Augustinussen 6, Barbara Hjelm 4, Bára Mortensen 4, Rannvá Johannessen 3, Agnes K. Fallesen 3, Rúna Jacobsen 2, Laila Eysturberg 2, Christina Holm 1 Útvísingar: 3 x 2 minuttir Neistin: Daniella Joensen 8, Marjun Danberg 3, Birita Ingolfsdóttir 3, Ingunn K. Persson 2, Maria Poulsen 1, Drós Ragnarsdóttir 1, Eir Berg 1, Hjørdis Viðstein 1 Útvísingar: 4 x 2 minuttir FTZ-deildin, úrslit: H71 – Kyndil 31- 23 (18-10) H71: Peter Krogh 8, Mark Marcher 6, Hallur Biskopstø 6, Andor Sivertsen 3, Sigmundur Nolsø 3, Rúni Vest Højgaard 3, Hans Kári Hansen 1, Andrias F. Gaard 1 Útvísingar: 6 x 2 minuttir Kyndil: Hjalti M. Jacobsen 7, Rókur Akralíð 5, Tummas Pauli Hanusarson 4, Ólavur av Fløtum Mittún 3, David Edvardsen 2, Rógvi Dal-Christiansen 2 Útvísingar: 5 x 2 minuttir Team Klaksvík – Neistin 22-25 (9-12) Team Klaksvík: Ludvík Súnason 7, Sámal á Tjaldrafløtti 6, Jens Pauli Mohr 5, Dánjal Kjærbo 3, Petur Martin Eliasen 1 Útvísingar: 2 x 2 minuttir Neistin: Tróndur Kragesteen 9, Carl Herup Olsen 5, Høgni Zachariasen 4, Jónsvein Dulavík 2, Torkil Hentze 2, Hjalti í Jákupsstovu 1, Rune Olsen 1, Pætur Mikkjalsson 1 Útvísingar: 2 x 2 minuttir KÍF – VÍF 26-27 (15-14) KÍF: Magnus Müller 9, Jákup Trygvason 5, Hans Eli Sigurbjørnsson 5, Tony Weyhe 3, Vilhelm Magnussen 2, Fríði Weyhe 1, Janus Jacobsen 1 Útvísingar: 4 x 2 minuttir VÍF: Julian Olsen 8, Andrias Eriksen 5, Filip Jojic 5, Sjúrður Olsen 4, Miki Duko Sørensen 2, Barti Hansen 2, Rúni Joensen 1 Útvísingar: 1 x 2 minuttir Eftir tap í Hoyvík hava menninir hjá Kyndli nú einans bronsuna at spæla um. Í Hvonndeildini er oddastøðan óbroytt – VB hongur í, og í næsta umfari er lykladystur á skránni