Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-19, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. mars 2018síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 19. mars 2018 · Nr. 33 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HONDBÓLTUR Tróndur Arge Ungi tvøramaðurin skifti í vetur til Florø í næstbestu deildini í Noreg. Eftir eitt gott kappingarár við 16 málum fyri B36, valdi norska felagið at keypa landsliðsframherjan leys­ an. Um vikuskiftið bar á mál, tá hann skoraði ikki færri enn trý mál í venjingardysti. Florø spældi móti Hødd, sum spælir í triðjbestu deildini í Noreg. Fyrr­verandi felagið hjá Rógva Jacob­sen leggur nógv fyri í roynd­ ini at koma upp í næstubestu deild­ina. Tí telja málini hjá Patriki Johanne­sen heilt fitt. Hetta var mín seinasti venjing­ ar­dystur undan kappingarbyrjan. Tað er hørð kapping um plássini, so tú mást allatíð gera títt besta. men eg havi góðar vónir, sigur Patrik Johannesen, sum nú skal við landsliðnum til Spania á venj­ ingarlegu. Besti venjingrdysturin higartil Fyri bæði Patrik Johannesen og Florø var talan um besta dystin í uppstartinum til hetta kapp­ingar­ árið, sum byrjar 2. apríl. Florø skap­ ar mál­møguleikar og sambært tvøra­manninum, so var 2-1 leiðslan til Hødd óuppiborðin. - Vit spældu tann besta venj­ ingar­dystin higartil. Vit skaptu nógv og burdu verið á odda í hálv­ leikinum. Vit gjørdu eitt býtt brots­ spark og til seinna málið steðga allir upp, tí dómarin tekur floytuna til munnin, men bríkslar ikki. Teir skora uppá ein fríleypara, sigur áleyp­arin, sum síðani fór í gongd. Fyrsta málið kemur eftir innlegg úr høgru. - Eg standi leysur aftast og saksi bóltin niður i jørðina og upp í málhornið. Til annað málið fá eg fatur á bóltinum, tá hann er á veg aftur til málmannin, og skjóti hann trygt í málið, fortelur tvøra­maður­ in, sum eisini slapp at skjóta brots­ spark. - Eg skjeyt til mína høgru og mál­verjin fór hinvegin. Fleiri vildu sleppa at taka brotssparkið. Vit høvdu brotssparkskapping, tá vit vóru a venjingarlegu. Har var eg ein av teimum fyrstu, sum brendi. So eg var noyddur at vísa teimum, at eg kann skjóta brotsspark, sigur Patrik Johannesen brosandi. Venjarin hjá Florø, Terje Rognsø, segði við lokala blaðið Firda, at hann er væl nøgdur við avrikið lið­num og fegnast um, at Patrik Johanne­sen fekk hol á. Hetta er fyrstu ferð, at hann skorar eitt hattrik í vaksnmannafótbólti. Florø vann venjingardystin 4-2. Fyrsti dystur verður móti Mjøndalen. Njóti fótbóltslívið Tað eru bara nakrir fáir mánaðir síðani, at Patrik Johannesen fór til norskan fótbólt. Tó hevur tað gingið skjótt at fella til uttanfyri vøllin, men eitt sindur longri at fella til inni á vøllinum. -Tað er lætt at fella til uttanfyri vøllin, men tað hevur verið trupult at spælt teirra stíl av fótbólti. Tað er eisini broytt nú, so tað passar betri til mín, sigur landsliðsspælarin, ið hevur havt trupult við at umseta góða spælið til mál. - Tað hevur sum heild gingið væl í venjingardystunum, men eg havi bara ikki skorað. Tí er tað deiligt at skjóta hattrik nú, sigur Patrik Johannesen, ið heldur at fótbólturin í næstbestu deildini í Noreg er á einum hægri stigi enn heima í Føroyum. -Leikferðin er hægri enn í Føroy­ um og eg haldi eisini, at spælar­ arnir eru eitt vet betri. Men eg havi eina góða vón um, at eg sleppi upp í part frá kapp­ingar­byrjan, sigur tvøra­maðurin, sum heldur nógv um lívið sum yrkisspælari. -Mær dámar væl fótbóltslívið, so tað ætli eg mær at njóta í nøkur ár, sigur Patrik Johannesen at enda. trondur@sosialurin.fo Pætur Albinus Hallur Hansson og AC Horsens skulu spæla um DM. Tað er greitt, nú teir smoygdu sær við í Super­ liga-endaspælið við at blíva nummar seks í grundspælinum. Sjálvur var Hallur skaddur og ikki við, tá ið liðfelagarnir í gjár spældu 1-1 ímóti Lyngby. Randers og OB spældu eisini í gjár. Brandur Hendriksson og Jóan Símun Edmundsson byrjaðu báð­ir á bonkinum, meðan tann sein­ni nevndi fekk 16 minuttir í hes­um dystinum, sum endaði 4-1 til Randers. Randers og OB eru endaði í sama bólki í niður­flytingar­ spælinum, har bæði evropeiskt pláss og yvirliving í deildini stend­ ur upp á spæl. Tað gekst illa hjá føroyingunum í næstbestu donsku deildini, har eingin fekk fulla úrtøku hetta um­farið. Longu fríggjakvøldið spældu Viljormur Davidsen og Vejle ímóti botnliðnum, Skive, og tann dysturin endaði við mál­leys­ um javnleiki. Venjari hjá Skive er fyrrverandi NSÍ-venjarin, Anders Gerber. Sama úrslit, nevniliga 0-0, vóru Heini Vatnsdal og Fremad Amager fyri í gjár, tá ið teir spældu ímóti Nykøbing FC, og enn verri gekst hjá Jákupi Thomsen og Thisted, sum taptu 3-0 ímóti gamla stór­ felagnum, Esbjerg. albinus@sosialurin.fo Hallur við í endaspælinum AC Horsens hevur tryggjað sær luttøku í Superliga-endaspælinum og spælir nú við um DM. Randers og OB skulu hinvegin spæla um yvirliving Patrik Johannesen: EG NJÓTI FÓTBÓLTS­ LÍVIÐ Í NOREG Tað sigur Patrik Johannesen, sum skoraði hattrik í venjingardysti um vikuskiftið. Tað er líkt til, at venjarin trýr upp á hann, eftir at hava havt eitt sindur torført við at venja seg við norskan fótbólt