Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-19, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. mars 2018síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 19. mars 2018 · Nr. 33 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fýra lið kappast fyri at flyta upp í bestu deildina. Tey eru ÍF, B68, Giza Hoyvík og B71. Nærri veruleikanum er at siga, at málið hjá B71 og Giza Hoyvík er at varðveita plássið í næstbestu deildini. Í hesum báðum feløgum verður tað ikki hugsað møguleikan at flyta upp. Úrslitaligu fyri­treyt­ir­ nar í fjør leggja ikki upp til tað. B71 flutti í fjør upp í næstbestu deild­ina, og Giza Hoyvík var leingi part­ur av stríðnum fyri at sleppa undan at flyta niður. Um ÍF og B68 fara at megna at flyta upp valdast, hvussu gongdin fer at vera hjá teimum, sum hava næst­besta liðið í fyrstu deild. Um tað skal eydnast at flyta upp, so skal endastøðan vera í minsta lagið bronsu­plássið. Í gjár varð staðfest, at styrkis­ mun­urin millum liðini í bestu deild­ini og tey í næstbestu deildini er ógvuliga stórur, og at tað harvið skal stór íløga til, um tey, sum spæla fyri at flyta upp, næsta ár skulu hava møguleika at standa seg í bestu deildini. Skrædl í Sarpugerði Næstbesta liðið hjá Víkingi hevði vitjan av teimum bestu hjá B68. Tofta­menn fóru til hús aftur við 5-1 tapi. Oyggjauppgerðin vísti, hvussu stórur munur tað er á teimum, sum venja saman við teimum í Betri deildini, og teimum sum bara spæla í næstbestu deildini. Heimasigurin varð ruddiligur. Víkingarnir vóru betri á bóiltinum, spæl­fatanin var betri, teir vóru skjótari og soleiðis kundi verið hildið á. Fleiri av málunum vórðu skorað eftir fínt uppspæl og inn­legg og í tveimum førum vóru verju­spæl­arar­ nir hjá B68 so illa kroystir, at tað bar stór mistøk í uppspælinum við sær. Umframt superveteranin Geza Turi, sum vardi Víkinga málið, vóru á Víkinga liðnum fimm aðrir, sum vóru á listanum, tá ið Víkingur í bestu deildini leygardagin tapti 2-1 í Gundadali ímóti HB. Tætt á Sandi Tað leikaði javnt á, og tað var ikki fyrr­enn í síðsta minutti, at ÍF skoraði sigursmálið til 3-2 á Sandi. Mál­skjútti var Dánjal á Lakjuni. B71 legði seg framum mið­ skeiðis í fyrra hálvleiki, tá ið ÍF gjørdi sjálvmál. Ein minutt undan steðginum javnaði Dánjal á Lakjuni til 1-1, og miðskeiðis í sein­ na hálvleiki legði Dánjal Pauli Høj­ gaard ÍF framum 2-1. Fýra minuttir eftir, at ÍF hevði lagt seg framum, vórðu fugl­firð­ing­ar undirmannaðir, tí Gunnar Christian­ sen sá gula kortið fyri aðru­ferð. So vóru sandoyingar ellivu ímóti tíggju, og í næstsíðsta minutti javn­ aði Bakary Bojang til 2-2, sum sá út til at verða úrslitið. Men so var tað, at Dánjal á Lakjuni skoraði fyri aðru ferð, og at ÍF harvið vann 3-2. KÍ vann aftur í Gundadali Fyri einari viku síðani fór besta KÍ liðið úr Gundadali við 3-0 sigri ímóti HB. Í gjár vóru klaksvíkingar aftur gestir hjá HB. Hesa ferð vóru tað næst­bestu liðini, sum dystaðust, og aftur hesa ferð fóru gestirnir úr høvuðs­staðnum við fullari úrtøku. KÍ vann 2-1, og tað var í næst­ síðsta minutti, at sigursmálið varð skorað. Málskjútti var Steinbjørn Olsen. HB legði seg framum við brots­ sparki, tá ið tað restaðu tíggju minuttir av fyrra hálvleiki. Mál­ skjútti var Aron Clementsen. KÍ hevði nógvar møguleikar, og seks minuttir eftir steðgin javnaði KÍ liðformaðurin Henry Heinesen við fínum skoti, og so var tað, at klaks­víkingar í næstsíðsta minutti skoraðu sigursmálið. Skála smurdi Suðringar av Tað kundi sæð út til, at hetta fór at verða ordiligur bummtúrur hjá skála­monnum, tá ið Suðringar longu í fyrsta minutti løgdu seg fram­um 1-0. Málskjútti var Heri Kjær­bo, sum í leygardagin var eina løtu á besta liðnum. Næstbesta liðið hjá Suðringum plagar at spæla heimadystirnar á Vágs­eiði. Í gjár var heimavøllurin í Trongisvági, har líkindini vóru betri at spæla. Skála reisti seg og svaraði so dyggi­liga aftur. Stórur hálvur tími var farin, tá ið Jóhan B. Jóhansson javnaði, og tríggjar minuttir undan steðgi­num legði Kristian Martin Jacob­sen gestirnar framum. Tað var 2-1 til Skála, inntil tað restaðu átta minuttir. So skrædnaði av álvara. Jóhan B. Jóhansson økti til 3-1, Dávid Johansen til 4-1 og inn­skifti Teitur Poulsen staðfesti rimmar Skála sigurin. Tað kann væl fara at vera, at fleiri feløg fara at bjóða seg til í kappingini um FM heitið í ár, enn tað hava verið nógvu tey undanfarnu árini. Fyri fýra árum síðani – eftir fyrsta umfar í 2014 – var HB ovast á stigatalvuni. Tá høvdu HB, KÍ og EB/Streymur trý stig, og HB var ovast eftir 5-0 sigur í grannauppgerð ímóti B36. Eftir annað umfar er HB fyri fyrstu ferð síðani 23. mars í 2014 ovast. Aftur er tað við sama stigatali sum KÍ og EB/Streymur, sum nú eitur EBS/Skála. Aftur er tað málmunurin, sum er avgerandi, og aftur er tað – sum fyri fýra árum síðani – eftir 5-0 sigur ímóti B36. Merkisvert var tað, at tey trý liðini, sum í gjár vóru gestir, megnaðu ikki at skora nakað mál. B36 var gestur í Gundadali, har grannarnir í HB áttu heimavøll, og tað sær út til, at HB av álvara hevur hug at spíska seg. Í Klaksvík vann KÍ 3-0 ímóti B68. Hetta er trivaligur sigur, men ofta er B68 farið úr Klaksvík við størri tapi enn hesum. Í fjør vann KÍ 8-1 og 10-0 á heimavølli ímóti B68. Meistararnir í EBS/Skála áttu við Margáir heimavøll ímóti ÍF/Víkingi. Heimaliðið vann, men talan var ikki um stóran sigur. Úrslitið var 2-0. Í fjør vann EBS/Skála á heimavølli 10-0 og 4-0 ímóti ÍF/Víkingi. Sunnudagin fæst ábending um, hvussu HB liðið er fyri sammett við meistararnar. Tá fær EBS/Skála vitjan av HB. B36 fær vitjan av KÍ, og oyggjauppgerð verður millum ÍF/Víking og B68. FÓTBÓLTUR 1. deild: MUNURIN ER ØGILIGA STÓRUR Stóra B68 tapið í Sarpugerði er staðfesting av, hvussu stórur munurin er millum tey í bestu og næstbestu deildini KVINNUR: Felags fyri øll heimaliðini var, at tey vunnu, uttan at mál varð skorað ímóti teimum Víkingur-B68 5-1 (2-0) 1-0: Pól Enok Hansen 34. 2-0: Ási Rasmussen 39. 3-0: Magnus Heinason 65. 3-1: Jonleif Højgaard 66. 4-1: Fannhard Skoradal 74. 5-1: Dávur á Reynatrøð 93. NSÍ-Giza Hoyvík 4-2 (3-1) 0-1: Rói Hansen 10. 1-1: Petur Knudsen 12. 2-1: Aron Knudsen 20. 3-1: Jann Benjaminsen 23. 3-2: Óli Hansen 71. 4-2: Steffan Løkin 80. HB-KÍ 1-2 (1-0) 1-0: Aron Clementsen br 35. 1-1: Henry Heinesen 51. 1-2: Steinbjørn Olsen 89. B71-ÍF 2-3 (1-1) 1-0: sjálvmál 26. 1-1: Dánjal á Lakjuni 44. 1-2: Dánjal Pauli Højgaard 64. 2-2: Bakary Bojang 89. 2-3: Dánjal á Lakjuni 90. Suðringar-Skála 1-5 (1-2) 1-0: Heri Kjærbo 1. 1-1: Jóhan Johansen 32. 1-2: Kristian Martin Jacobsen 42. 1-3: Jóhan Johansen 82. 1-4: Dávid Johansen 88. 1-5: Teitur Poulsen 91. KÍ-B68 3-0 (2-0) 1-0: Sanna Jacobsen 24. 2-0: Rannvá B. Andreasen 43. 3-0: Rannvá B. Andreasen 70. EBS/Skála-ÍF/ Víkingur 2-0 (1-0) 1-0: Birna Johannesen 24. 2-0: Durita Hummeland 58. HB-B36 5-0 (4-0) 1-0: Milja R. Simonsen 5. 2-0: Janita Ole-Jacobsen 9. 3-0: Heidi Sevdal 23. 4-0: Julia Naomi Mortensen 41. 5-0: Milja R. Simonsen 50. 1. deild NR. LIÐ DYSTIR VUNNI JAVNT TAPT + MÁL - MÁL +/- STIG 1 ÍF 2 2 0 0 8 3 +5 6 2 NSÍ II 2 1 1 0 6 4 +2 4 3 KÍ II 2 1 1 0 4 3 +1 4 4 B68 2 1 0 1 9 5 +4 3 5 Skála II 1 1 0 0 5 1 +4 3 6 Víkingur II 2 1 0 1 6 6 0 3 7 B71 2 1 0 1 3 3 0 3 8 HB II 1 0 0 1 1 2 -1 0 9 Giza Hoyvík 2 0 0 2 2 5 -3 0 10 TB/FCS/Royn II 2 0 0 2 1 13 -12 0 HB topplið fyri fyrstu ferð í fýra ár