mánadagur 19. mars 2018síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 19. mars 2018 · Nr. 33
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
André Olsen
Seinasta vikuskiftið var fyrsta
ferðin, at vit á ÍtróttarSosialinum
settu liðið hesa vikuna, sum vit
fara at seta til hvørt umfar í Betri-
deildini
hetta
kappingarárið.
Teir ellivu leikararnir, umframt
venjarin,
sum
eru
á
liðnum
hvørja viku, eru teir, sum vit á
ÍtróttarSosialinum meta at hava
avrika best eftir hvørt umfar.
Lágur miðal aldur
Hesa
vikuna
eyðkennir
tað
vikuliðið, at talan er um nógvar
ungar leikarar, ið hava havt eitt
gott umfar. Í fleiri av dystunum
vóru tað júst ungir leikarar, ið áttu
avgerandi fót til málini hjá liðunum
sum
vunnu.
Nevnast
kunnu
millum annað Stefan Radosavljevic
(17 ára gamal), Jóannes Bjartalíð (21
ára gamal), Meinhard Olsen (20 ára
gamal) og John Frederiksen (22 ára
gamal). Miðal aldurin til Betri-liðið
hesaferð er 23,63 ár, har serliga
málverjin,
Meinhardt
Joensen,
ið hevur fingið eina sannførandi
byrjan uppá kappingarárið, hálar
miðal aldurin á liðnum upp.
Nógvir um boðið
Hesaferð vóru eisini serstakliga
nógvir um boðið til liðið hesa
vikuna. Men av tí at talan er um
avmarkað pláss, gjørdist hesa
ferð ikki pláss til millum annað
Jóannes K. Danielsen hjá KÍ, Jákup
B. Andreasen hjá KÍ, Ronni Møller
Iversen hjá KÍ og John Frederiksen
hjá HB, ið allir høvdu eitt gott
umfar. Tíverri fyri teir, eru tað aðrir
leikarar, ið eru tiknir framum hetta
umfari.
Á Betri-liðnum í umfari nummar tvey eru tað serliga
fleiri ungir leikarar, ið hava gjørt um seg
Spælarametingarnar:
1: Avrikið er út av lagi vánaligt
og kostar dystin
2: Avrikið er vánaligt og
dystaravgerandi
3: Avrikið er væl undir miðal og
tað sæst aftur á liðavrikinum
4: Avrikið er undir miðal, men
ikki avgerandi
5: Avrikið er miðal og spælarin
røkir tær uppgávur hann skal
6: Avrikið er beint yvir miðal
7: Avrikið er yvir miðal og tað
sæst aftur á liðavrikinum
8: Avrikið er væl yvir miðal og
spælarin er avgerandi
9: Avrikið er framúr og spælarin
er dystaravgerandi
10: Á landsliðið og seldur í
morgin!
Betri-liðið umfar 2:
FÓTBÓLTUR
Meinhardt Joensen 38 (KÍ)
Heldur nullið annan dystin á rað, tá KÍ spælir toppdyst á
útivølli í Runavík. Er byrjaður sannførandi.
Sørin Samuelsen 25 (AB)
Hóast flestu serfrøðingar hava tippa AB at flutt niður
undan kappingarbyrjanini, hevur AB higartil fingið stig í
fyrstu tveimum dystunum. Á Eiði leygardagin stóð Sørin
Samuelsen greitt sterkast í myndini hjá AB.
Teit Jacobsen 20 (HB)
Ungi HB leikarin fekk um vikuskiftið eina frálíka debut,
eftir at hann í farnu viku var leigaður heim til Føroyar frá
Sønderjyske. Var valdur til besta leikara á vøllinum í 2-1
sigrinum hjá HB móti Víkingi leygardagin.
Deni Pavlovic 24 (KÍ)
Nýggi serbiski verjuleikarin hjá KÍ hevur
verið eyðsýndur fyrstu tvey umførini, har
tað nærum ikki ein einasti málmøguleiki er
givin burtur móti KÍ. Millum bestu menn á
vøllinum móti NSÍ
Adrian Justinussen 19 (HB)
Tekniskt sterki miðvallarleikarin hevur
fingið eina góða byrjan uppá kappingina.
Leygardagin skoraði kantspælarin móti
Víkingi, og var annars millum bestu
leikarar á HB liðnum.
Jóannes Bjartalíð 21 (KÍ)
Kreativi kantspælarin hjá KÍ var
leygardagin matchvinnari, tá KÍ vann
trupla útidystin í Runavík móti NSÍ. Tí
er hann á liðnum hesa vikuna.
Stefan Radosavljevic
17 (TB/FCS/Royn)
Yngsti leikarin á liðnum hesa vikuna, skoraði
bæði málini tá Suðringar um vikuskiftið fingu sín
fyrsta sigur í deildini. Umframt at skora málini,
var Stefan Radosavljevic eisini eyðsýndur í
spælinum á Dungasandi leygardagin.
Semir Hadzibulic 31 (KÍ)
Er annar leikarin á liðnum, sum hevur fingið
afturval frá fyrsta umfarinum. Hevur í tveimum
teimum fyrstu dystunum verið klárt besti
leikarin í deildini og stóð serstakliga sterkur
í myndini í Runavík leygardagin. Skilagóður,
tekniskt sterkur og arbeiðssamur.
Meinhard Olsen 20 (B36)
Kviki offensivi profilurin kom aðru vikuna á
rað á máltalvuna, tá B36 um vikuskiftið fekk
sín fyrsta sigur ímóti Skála. Útyvir at koma á
máltalvuna, var Meinhard E. Olsen eisini burturúr
besti leikari í dystinum á Skála leygardagin.
Hørður Askham 23 (KÍ)
Sterki verjuleikarin stóð saman við Deni
Pavlovic sterkur í myndini í Runavík leygardagin,
har tað annars vandamikla NSÍ álopið, ikki kom
fram til nakran stórvegis málmøguleika.
Búi Egilsson 22 (TB/FCS/Royn)
Vágbingurin, sum í fjør fekk sítt gjøgnumbrot, var
saman við Stefan Radosavljevic, mest eyðsýndi leikarin
ímóti 07 Vestur leygardagin. Búi Egilsson fekk bæði
straffini hjá Suðringum, og er tí á liðnum hesa vikuna.
VENJARIN HESA VIKUNA:
Heimir Guðjónsson (HB)
Íslendski venjarin fekk um vikuskiftið fyrsta sigurin í
føroyskum fótbólti, tá HB vann á føroyameistarunum
úr Víkingi. HB venjarin loysti sína uppgávu serstakliga
væl, tí havast skal í hugsa, at fleiri profilar hjá HB sótu
uttanfyri til dystin leygardagin.
FLEST UNGIR Á
LIÐNUM HESA VIKUNA