Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-19, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. mars 2018síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 19. mars 2018 · Nr. 33 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jóannes Hansen Tað er longu steðgur í Betri Deild­ ini. Landsliðið fór í gjár til Spania, og triðja umfar verður ikki fyrr­enn annan páskadag, sum er annan mánadag. U-21 landsliðið skal til Georgia, har EM undankappingardystur verður hósdagin. Harvið verður tað í hesi vikuni eitt sindur tóm­ligt í fleiri av feløgunum, tí teir bestu spælararnir eru burtur í lands­liðs­ ørindum. Í Klaksvík er fótbóltslagið í topp, eftir at KÍ leygardagin vann 1-0 í Runa­vík. Tað verður ofta sammett við úrslitini undanfarna árið. Mikkjal Thomassen, spælararnir og stóra viðhaldsfjøldin kann fegnast um, at sammett við ímóti HB og NSÍ á útivølli í fjør er talan um heilt øðr­vísi úrtøku. Í Gundadali tapti KÍ ólav­søku­ dag 2-1 ímóti HB, og í Runavík var úrslitið 2-2. Sammett við í fjør hevur KÍ harvið ímóti hesum báðum lið­ unum longu vunnið fimm stig fleiri. Tað er ikki at kimsa at. Einki mál er farið ígjøgnum hjá KÍ – málmunurin er 4-0 – og tað er merkisvert, tí avbjóðingin varð roknað at vera at fáa verjupartin at rigga, eftir at stýrimaðurin seinnu árini, Jonas Flindt Rasmussen, síðsta heyst fór av landinum. -Liðavrikið ber okkum, og áskoðararnir eru sera spentir. Hjá okkum ræður um at hava fokus á næstu avbjóðingini, sum verður í Trongisvági annan páskadag, sigur Jóannes Bjartalíð, sum var einasti málskjúttin við Løkin leygardagin. Umframt Jóannes Bjartalíð er tað bara Jóannes K. Danielsen, sum næstu vikuna er burtur frá venjing í Klaksvík. Teir fara báðir við U-21 lands­liðnum til Georga. Eingin klaks­víkingur er boðsendur at vera við í venjingarleguni í Spania. Fóru ikki niður við høvdinum HB-Víkingur 2-1 Tað var øgiligur fagnaður millum teir reyðu og svørtu á vøllinum og í HB skýlinum, tá ið Eiler Rasmussen bríkslaði fyri síðstu ferð. Talvan vísti 2-1 til HB ímóti Víkingi. Eftir steðgin var tað ferðmikið og tætt, men so var tað trettan minuttir undan leikloki, at nýggi HB spælarin, John Frederiksen, ið varð skiftur inn eftir tjúgu minutt­ ir, sum við fínum skoti úr høgru og í handara síðunetið skoraði sigurs­ málið. -Hetta hevði heilt stóran týdning fyri okkum. Ímóti KÍ fóru vit niður við nakkanum. Vit halda, at tapið var ov stórt, men avrikið var ikki nóg gott. Nú høvdu vit tosað um, at uttan mun til, hvør legði seg framum, so var neyðugt hjá okkum at standa saman sum lið og vísa viljan, sum er avgerandi, um tað skal hugsast um at vinna stig, og tað gjørdu vit, sigur HB veteranurin Símun Samuelsen. -Tað kundi fara báðar vegir. At tað eydnaðist hjá okkum er huga­ ligt, tá ið hugsað verður um, at fleiri av teimum, sum hava verið rokn­ aðir at verða lyklaspælarar, sótu skaddir uttanfyri. So vóru tað aðrir, ið tóku ábyrgd og vístu, at breiddin er størri, enn fleiri hava gáað eftir, sigur Símun Samuelsen. Adrian Justinussen javnaði til 1-1 eftir innlegg frá Danieli Johansen. Tá sá Víkinga verjan ikki so sann­ førandi út. Heðin Hansen setti hol á fyri Vík­ing, tá ið hann dygst undir máli­ num stýrdi bóltin í málið, eftir at Hanus Jacobsen hevði lagt innfyri við horna úr høgru: -Tá høvdu vit havt takið í eina løtu, og eisini eftir steðgin høvdu vit fleiri stórar møguleikar at leggja okkum framum. At okkum ikki eydnaðist at fáa mál, vísti seg at verða sera kostnaðarmikið. Vit kundu havt vunnið, og vit harmast nógv um, at tað ikki eydnaðist at greiða javnleik, sigur Víkinga mið­ vallarin og málskjúttin Heðin Han­ sen. 18 ára gamli Bárður á Reynatrøð vardi fyri fyrstu ferð Víkinga málið, nú Elias Rasmussen var skaddur. Sorin sær nógv í sínum spælarum EB/Streymur-AB 0-0 Úrslitini í fyrsta umfari bendu á, at EB/Streymur var størsti favoritt­ urin í hesum umfarinum ímóti AB. Tað endaði málleyst, og AB venjarin iðraði seg, meðan EB/ Streyma venjarin ásannaði, at hann hevði orsøk at vera betri nøgdur enn starvsfelagin við mál­ leysa javnleikin: -Aftur í dag var tað ikki sann­ førandi í fyrra hálvleiki, tá ið argjamenn vóru raskari enn vit vóru. Eftir steðgin vóru vit væl betri við, men tá ið vit síggja, hvussu tað lagaði seg, so eru vit nøgd­ir. Fýra stig í tveimum dystum er góðtikið, sigur Heðin Askham, venjari hjá EB/Streymi. Tað var tann tíð, tá ið tað varð skemtað við, at Sorin Anghel var einasti eiðismaður á EB/Streyma liði­num. Síðani hevur Sorin Anghel verið í fleiri feløgum, og nú er hann venjari á Argjum. AB hevur verið tippað at vera mest upplagdi niður­ flytarin. Eftir tveir javnleikir iðrar Sorin Anghel seg: -Vit hava tvey stig, og vit kundu havt seks stig, tí vit hava havt møguleikar at vinna bæði á heima­ vølli ímóti 07 Vestur og aftur í Hólmanum ímóti EB/Streymi. Eg havi stórt álit á mínum spælarum. Serfrøðingar hava tippað okkum at vera upplagdan niðurflytara, men teimum lurti eg ikki eftir, sigur Sorin Anghel, og hann heldur fram: -Vit eru tilvitaðir um okkara støðu. Tað nyttar ikki at keypa nógvar spælarar og so aftur og aftur at byrja av nýggjum. Nú menna vit okkara spælarar og okkara lið. Undir venjing eru vit nær­lagdir í at fáa fótbóltsspæl í lag, og at fáa liðið skipað í bæði verju og álopi. So fáa vit at síggja, hvussu langt tað ber, men eg vóni og rokni við, at vit í heyst fara at líta aftur á árið við vissuni um, at vit hava lagt tað í, sum vit megnaðu. So fáa vit at síggja, hvør úrtøkan verður, sigur Sorin Anghel. FÓTBÓLTUR Bæði Jákup á Borg og Símun Samulsen ásanna, at tað var viljin, ið bar sigrar til feløgini í Gundadali við sær, og í Vágum og á Eiði verður ásannað, at gestirnir vóru stinnari enn vertirnir STRÍÐSVILJIN KASTAR LJÓS YVIR GUNDADAL FRÓÐI ÓLASON OLSEN AB: Aftur í dag skuldu vit havt vunnið, men ak og ve. Til Sorin og dreingirnar, tit vera ikki tað eplamosi sum serfrøðingarnir spáddu, haldi á at spæla fótbólt. Tillukku við nýggja vøllinum í Hólmanum. RÓGVI DAM EB/STREYMUR: Vit raktu hvørki dagin ella bóltin. Mátti verið funnin fressur at havt vunnið í dag. Annars góðkent at vera nr. 2. Saman standa vit sterk. KRISTIAN JOENSEN KÍ: Tveir “sverar” útidystir, 6 stig og enn hevur eingin skora ímóti okkum. Vónandi hava Deni og Óli tikið Klæmint og Árna úr lummunum, aðrenn komandi dyst. Vit liggja Nr 1 JAN BOLSTAD ANTONIUSSEN NSÍ: Nú bæði FM og Løgmanssteypið longu er farið til Klakzakhstan, kunnu vit bara taka tað púra róligt framyvir. Vit skulu nokk klára okkum! Góðir! BJØRG OLSEN SKÁLA: Tað bleiv so heldur ikki í dag, at okkara fingu stig. Mugu bara uppá hestin aftur, og herja á aftur næsta dyst. Go Skála!