Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-19, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. mars 2018síða 19

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 19. mars 2018 · Nr. 33 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Skála eigur einasta páskareggið Skála-B36 0-2 Skála er einasta liðið, sum ikki er komið á stigatalvuna, og Skála er einasta liðið, sum ikki hevur skorað mál. Leygardagin tapti Skála 2-0 á heima­vølli ímóti B36. Úrtøkan er harvið null stig og málmunurin -3. -Tað var lítla løtan eftir steðgin, sum varð avgerandi. Tá skoraðu teir tvey mál, og vit megnaðu ikki at svara aftur við vindinum ímóti, sigur Skála venjarin Eyðun Klak­ stein. Er tað panikkur í? -Vit vóru væl nøgdir við avrikið í Gøtu, og fyrri hálv­ leikur ímóti B36 var á góðari leið, hóast vindur­ in var orsøk til, at tað ikki sást so nógv til skipað fót­bólts­ spæl, meðan talan var um nógvar nær­ dyst­ir. Vit hava spælt ímóti teimum báðum, sum hava vunnið FM fýra tey seinastu árini – B36 tvær ferðir og Víkingur tvær ferðir. Nú eiga vit AB á Argjum og Suðringar á heimavølli, og tað er nú, at vit skulu vísa, hvør dugur er í liðinum, sigur Eyðun Klakstein. Miðvallarin Eli Falkvard Nielsen setti hol á, eftir at Karstin Hansen í Skála málinum hevði hálvbjargað. Lítla løtu seinni økti Meinhard E. Olsen til 2-0, tá ið hann eftir innlegg var púra leysur. B36 venjarin Jákup á Borg var fegin og lættur: -Á Eiði spældu vit leingi ógvuliga væl. Tá skoraðu vit tvey mál, men vit taptu. Á Skála darvaðu líkindini nógv. Fótbóltsspælið var einki at reypa av, men okkara spælarar eiga rós fyri, at teir løgdu nógv fyri. Tað var ikki so polerað, men vit hildu tætt í verjuni og skoraðu tvey mál. Harvið vunnu vit fyrstu stigini, og hetta er tað, sum telur, sigur Jákup á Borg. Stefan var púra kaldur 07 Vestur-Suðringar 1-2 Tað sá gott út hjá heimaliðnum, tá ið Ken Fagerberg legði 07 Vestur framum. Hann stútaði bóltin um­ vegis tvørtræið og í málið, eftir at vongverjin Jóannis á Steig hevði lagt innfyri við horna úr vinstru. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki um­ setti Stefan Radosavljevic brots­ spark til mál og javnleik, og tá ið klokkan var farin fimm minuttir yvir vanligu leiktíðina var hann aftur púra kaldur úr ellivu metra blettinum. 17 ára gamli miðvallarin varð steðgaður óregluliga í roynd at sneiða seg leysan í brots­teigi­ num og tók sær sjálvur av brots­ sparkinum: -Í báðum førum gjørdi eg av frammanundan, at bólturin skuldi sendast flatt til vinstru fyri meg sjálvan og dygst úti við stólpan. Eg blundaði og hevði tískil ikki eygnakontakt við málverjan, og tíbetur eydnaðist tað í báðum førum at skora, sigur Stefan Radosavljevic. Harvið vóru øll trý málini skorað í deyðbóltsstøðum. Jón Krosslá Poulsen – gamli lið­ felagin hjá Suðringum – ásannaði, at 07 Vestur hevði ikki uppiborið at vinna: -Vit hava verið frammanfyri bæði á Argjum og ímóti Suðringum, og vit hava ikki megnað at hildið tørn um leiðsluna. Ken skoraði eitt fínt mál, men síðani var tað torført hjá okkum. Tá ið vit so vóru orsøk til tvey brotsspørk og ikki megnaðu at vinna okkum til upplagdar møgu­leikar, var tað torført at vinna stig, sigur Jón Krosslá Poulsen. FÓTBÓLTUR EB/Streymur-AB 0-0 Dómari: Dagfinn Forná EB/Streymur: Rói Zachariassen - Ragnar Danielsen, Oddur Á. Højgaard, Andras Olsen, Gestur B. Dam - Rói H. Olsen (Fríði Johansen, 58.) - Leif Niclasen, Arnar Dam, Rógvi E. Nielsen, Jónstein Magnussen - Pætur Petersen Gult kort: Rói H. Olsen, Fríði Johansen, Oddur Højgaard Venjari: Heðin Askham AB: Heðin Stenberg - Beinir Henriksen, Sørin Samuelsen, Árni G. Olsen, Jónas Stenberg - Mikkjal T. Hentze, Bárður Olsen - Tóki á Lofti, Bjarni Skála, Bjarki Nielsen (Filip í Liða, 73.) - Rasmus Dan Sørensen Gult kort: Beinir Henriksen, Tóki á Lofti Venjari: Sorin Anghel Skála-B36 0-2 (0-2) 0-1: Eli Falkvard Nielsen 47. 0-2: Meinhard E. Olsen 49. Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen Skála: Karstin Hansen – Ari Olsen, Bárður Danielsen, Jákup Jakobsen, Leivur Joensen – Heðin Klakstein, Pætur Dam Jacobsen, Ólavur Mikkelsen (Jónhard Frederiksberg, 81.), Niels Pauli Danielsen (Jannik M. Olsen, 70.) – Haraldur R. Højgaard (Andreas E. Jacobsen, 77.) – Brian Jakobsen Gult kort: Brian Jakobsen, Andreas E. Jacobsen Venjari: Eyðun Klakstein B36: Trygvi Askham – Jónas Tór Næs, Odmar Færø, Andrias H. Eriksen, Alex Mellemgaard – Eli Falkvard Nielsen, Róaldur Jakobsen (Robert Heðin Brockie, 63.), Lukasz Cieslewicz – Benjamin Heinesen (Erlendur Magnusson, 31.), Kaimar Saag (Christian R. Mouritsen, 80.), Meinhard E. Olsen Gult kort: Jónas Tór Næs, Eli Falkvard Nielsen Venjari: Jákup á Borg 07 Vestur-Suðringar 1-2 (1-1) 1-0: Ken Fagerberg 7. 1-1: Stefan Radosavljevic br 25. 1-2: Stefan Radosavljevic br 95. Dómari: Petur Reinert 07 Vestur: Ivan Stojkovic – Petur G. Dalbø, Høgni Egilstoft Nielsen, Ndende Adama Guéye, Jóannis á Steig – Nikola Krcmarevic, Sølvi Egilson (Janus Svabo Samuelsen, 46.) – Kyrylo Silich, Gilli Samuelsen, Jón Krosslá Poulsen (Ásbjørn Heðinsson, 46.) – Ken Fagerberg (Martin H. Dam, 83.) Gult kort: Jón Krosslá Poulsen, Ken Fagerberg, Petur G. Dalbø, Høgni Egilstoft Nielsen Venjari: Pauli Poulsen Suðringar: Milos Budakovic – Eirikur Magnusarson, Teitur Olsen, Isaac Shaze, Ibrahim Arifovic – Dánjal Godtfred, Salmundur Bech (Heri Kjærbo, 88.), Stefan Radosavljevic (Ari K. Poulsen, 82.), Dennis Rasmussen Nielsen – Búi Egilsson, Poul Ingason Gult kort: Dánjal Godtfred Venjari: Glenn Ståll HB-Víkingur 2-1 (1-1) 0-1: Heðin Hansen 20. 1-1: Adrian Justinussen 29. 2-1: John Frederiksen 77. Dómari: Eiler Rasmussen HB: Teitur Matras Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Hjalti K. Djurhuus, Magnus Egilsson (Bartal Wardum, 52.), Daniel Johansen – Adrian Justinussen, Tróndur Jensen, Dan í Soylu, Símun Samuelsen (Brynjar Hlöðversson, 85.) – Ari Mohr Olsen (John Frederiksen, 24.), Teit Jacobsen Gult kort: Dan í Soylu, Símun Samuelsen, John Frederiksen, Jógvan Rói Davidsen Venjari: Heimir Guðjónsson Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Dennis Moreno, Atli Gregersen, Adrian Cascaval – Gunnar Vatnhamar, Hans Jørgen Djurhuus (Arnbjørn Svensson, 86.), Heðin Hansen, Hanus Jacobsen – Philip Djordjevic (Andreas Lava Olsen, 46.), Adeshina Lawal, Sølvi Vatnhamar Gult kort: Atli Gregersen, Heðin Hansen, Sølvi Vatnhamar Venjari: Maurice Alexander Ross Betri Deildin støðan NR. LIÐ DYSTIR VUNNI JAVNT TAPT + MÁL - MÁL +/- STIG 1 KÍ 2 2 0 0 4 0 +4 6 2 EB/Streymur 2 1 1 0 3 2 +1 4 3 NSÍ 2 1 0 1 4 1 +3 3 4 B36 2 1 0 1 4 3 +1 3 5 Víkingur 2 1 0 1 2 2 0 3 6 HB 2 1 0 1 2 4 -2 3 7 TB/FCS/Royn 2 1 0 1 2 5 -3 3 8 AB 2 0 2 0 1 1 0 2 9 07 Vestur 2 0 1 1 2 3 -1 1 10 Skála 2 0 0 2 0 3 -3 0 REGIN DAVIDSEN 07 VESTUR: Ein dystur sum helst skuldi vinnast, so hatta bleiv ein strika í rokningini. Vit koma aftur! LISSI MOURITSEN B36: Yes!!! Hattar var tað - VELDUGT ! JANUS KJÆRBO SUÐRINGAR: Eg fekk rætt síđstu vikuskifti. Okur byrjađu hetta vikuskifti. Sera flott at vinna í evstu løtu. Nú eru okur komnir í gongd. SUĐRINGAR! JOHN REID NYBO VÍKINGUR: Alt hattar gypparíi minti meg mest um B68! Um vit ætla nakað í ár so mugu vit saftsnúseme byrja at spæla fótbólt Drívi á dreingir! WLYV