mánadagur 19. mars 2018síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. mars 2018 · Nr. 33
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
KÍ ERU SKERDIR
Hóast góðu byrjanina upp á kappingarárið, so er KÍ-
hópurin rættiliga nógv skerdur. Á vinstra bakki eru
bæði Ísak Simonsen og Ólavur Niclasen skaddir, og
tað er nýggi miðvallarprofilurin, Hákun Edmundsson,
eisini. Harumframt er eini nýggi útlendingurin, Marko
Dusak, eisini skaddur og hevur enn ikki verið í dysti.
Fyri viku síðani løgdu teir HB upp á lærið, og hesaferð sendu
teir aftur ein boðskap við 1-0-sigri í Runavík. KÍ hevur
fingið eina dreymabyrjan og hevur staðið fyrstu royndirnar í
einari annars truplari dystarskrá. Stílurin er sannførandi
Pætur Albinus
Veðurgudarnir bókstaviliga blástu
á, at tað við Løkin í Runavík leygar
dagin var dystur ímillum tveir FM-
biðlar, nevniliga NSÍ og KÍ, og fríska
lotið eftir vøllinum setti síni merki
á dystin, sum – um forsøgnirnar
halda – var ein forsmakkur upp á
ein oddadyst seinni í hesum kapp
ingarárinum.
Tað gjørdist beinanvegin greitt,
at spælast mátti upp á vindin. KÍ
hevði fríska lotið undan í fyrsta
hálvleiki, og tað gekk ikki leingi
áðrenn KÍ fekk hol á.
Heldur mótsigandi var tað eitt
av teimum ógvuliga fáu uttara
skrúvaðu innleggunum, sum leiddi
til 1-0-málið hjá KÍ. Sum so mangan
áður var Semir Hadzibulic rótin til
uppspælið, ið endaði við, at nýggi
KÍ-leikarin úr Montenegro, Boris
Dosljak, sendi ein sukurbólt innfyri
málið í pannuna á einum óvanliga
leysrennandi Jóannesi Bjartalíð,
og bólturin sang í netmeskunum
aftanfyri
ein
prísgivnan
Tórð
Thomsen til 1-0 til gestirnar.
Deyðbóltar – ja, eisini long
innkøst – vóru bestu mótsvarini hjá
NSÍ, sum ikki stóð seg serliga væl
í slagnum um miðvøllin og eisini
hevði ógvuliga ilt við at smoyggja
seg inn um krútsterku verjuna, har
serliga Deni Pavlovic ikki fýrdi fyri
at seta egnan kropp í jeopardy fyri
at vinna nærdystirnar fyri lið sítt.
Klæmint A. Olsen átti høvd og
fót á onkrum innleggi, ið varð oyst
upp í vindin, men størsta møgu
leikan fekk Øssur Dalbúð, sum
nærum hermdi eftir sær sjálvum
soleiðis sum hann tók bóltin til sín
og sneiddi sær á, men skotroyndin
prógvaði, at tað framvegis er tíðliga
í kappingarárinum og at tað er rúm
tíð til at pussa neyvleikan.
Í mangar mátar var dystar
gongdin klassisk. Vegna vindin
áttu liðini hvør sín hálvleik. KÍ
dugdi betur við vindinum og vann.
Tað skjóta málið lat somuleiðis alt
initiativið til NSÍ, og populert sagt
vardi KÍ sigurin í hús.
Útlendingarnir
At fáa ein útlending í hópin kann
vera eitt eydnuspæl – spyr bara
AB og Ivan Knezevic – tí inn
ímillum vísir tað seg als ikki at
rigga, og onkur kanska ivast í, um
útlendingurin veruliga var ein
fótbóltsspælari. Aðrar tíðir kann
felagið rópa bingo, tí leikararnir
vísa seg at vera framúr og lúka
krøvini í óalmennu grundregluni
um at viðkomandi skal vera við til
at lyfta liðið.
- At útlendski leikarin er betri
enn teir føroysku, kundi ein sagt
beint fram.
KÍ, sum kappingarárið 2014
kundi breggja sær av at eiga flestar
egnar uppaldar leikarar í miðal
byrjunaruppstillingini, hevur lagt
á annan bógv og við kikaranum í
hondini hevur felagið leitað sær
uttanlands eftir leikarum, ið kunnu
vera við til at lyfta liðið minst upp í
Evropa-plássini.
Tað hevur eydnast, og tað við
manér. Umframt ein góðan bul
av egnum uppaldum leikarum, so
hevur KÍ víst seg at hava sera gott
hegni at finna góðar útlendskar
spælarar.
Tað kunnu neyvan vera tvær
meiningar um, at Semir Hadzibulic
er ein av teimum allarbestu – um
ikki tann besti – miðvallarin í deild
ini. Ein framúr balansuspælari, ið
er góður í allar ættir, og sum er rót
in til flest øll KÍ-uppspølini.
Nú eru fýra útlendingar komnir
afturat.
Deni
Pavlovic,
Boris
Dosljak, Marko Dusak og Ronni
Møller-Iversen. Enn er tíðliga at
geva teimum eitt vælgrundað
umdømi, men teir hava allir
staðið stinnir í myndini
fyrstu dystirnar í ár.
Eisini
í
Runavík
leygardagin.
Deni
Pavlovic
hevði
stundum hendur
nar fullar í KÍ-
miðverjuni,
men
kropssterkur
og
avgjørdur
trein
hann
fram
og
spilti fleiri lovandi
NSÍ-støður, meðan
uppleggjarin, Boris
Dosljak, og danski
Ronni Møller-Iversen,
vístu góðan bóltførleika
á
veingjunum
og
vóru bæði ósmædnir og
skapandi.
Tú kanst kleyna KÍ fyri at hava
fingið sær ov nógvar útlendingar,
men tú kanst ikki kleyna teir fyri
ikki at duga tað.
Royndin
Tað er tíðliga at koma við niður
støðum, men staðfestast kann, at
KÍ hevur fingið eina dreymabyrjan
upp á kappingarárið. KÍ er einasta
lið, sum hevur fult stigatal. KÍ er
liðið, ið hevur skotið (javnt) flest
mál (4), og KÍ er liðið, ið hevur latið
fæst mál ígjøgnum (0).
Og tað er ikki tí, at KÍ hevur
nakra lætta dystarbyrjan – heldur
tvørturímóti. Eftir sannførandi
3-0-sigur í Gundadali og 1-0-signal
sigurin í Runavík hevur KÍ, um tað
ber til at gera niðurstøðu eftir tveir
dystir, staðið royndina.
KÍ-tokið er tendrað, og boð
skapurin til hini liðini í deildini
kann lesast sum, at “skulu tit við
o k k
um, so er
tað nú”.
Helst
hevði
KÍ selt tveir teir
fyrstu dystirnar
í ár fyri fýra stig,
men stórsatsandi
felagið hevur fing
ið fult burturúr, og
lagið í fótbóltsglaðu
Klaksvíkini er gott.
- Men vit taka tað
stillisliga og róliga. Vit
skulu til Suðuroy um tvær
vikur, og tað er tað einasta vit
hugsavna okkum um í løtuni, sigur
sigursharrin ímóti NSÍ, Jóannes
Bjartalíð, sum heldur at KÍ hevði
sigurin uppibornan.
- Teir hava ein stóran kjans,
og tað er tað. Annars halda vit
teimum frá øllum. Hetta var ein
fantastiskt liðavrik, sigur hann.
albinus@sosialurin.fo
Fótbóltur
Dysturin
hesa vikuna...
KÍ STÓÐ ROYNDINA
Í RUNAVÍK