Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-06, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. november 2004síða 27

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 213 - 6. november 2004 53 – Tað er okkurt full- komiliga øvut í, at ungdómurin bara er áhugaverdur fyri pol- itikarnar, tá hann er eitt problem. Hví ikki eisini sýna tí, sum eydnast og teimum, sum trívast, eitt sind- ur av áhuga og lata so nógv, sum møguligt, fáa lut í tí?, spyr Karl Anton Klein, tón- leikaligur leiðari á Margarinfabrikkini TÓNLEIKALÍV Anna V Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Søgurnar um tónleikapara- dísið í Havn eru langt síð- ani náddar út í hvønn tón- leikakrók í Føroyum. Bara navnið "Margarinfabrikk- in" er nokk til at geva tón- leikadreymunum og ambi- tiónunum í køldum, vátum garagum veingir. Og hvønn dag gongur fartelefonin hjá Karl Anton Klein, leiðara og tónleikalærara, heit við vónaríkum røddum, sum spyrja um eitt pláss er tókt, men svarið er tað sama hvørja ferð – Tíverri, her er fult hús. Nær? Hoyr, royn tú heldur og spyr skúlastjóran hjá tykkum. Hann hevur kanska eina skúlastovu tøka … Ætlar ikki at grenja Karl Anton Klein er líka keddur um støðuna, sum ungi tónleikarin í hinum endanum á telefonini. Tí hóast hann er bæði glaður og errin um at vera partur av einum so vælvirkandi tónleikaumhvørvi, sum tað á Margarinfabrikkini, má hann ásanna, at sum er, er hetta eitt stað fyri tey fáu og hepnu. Í løtuni skiftast 10 tónleikabólkar um at brúka tey 7 venjingarhølini, um- framt at eini 80 næmingar fáa tónleikafrálæru. Men bíðilistin er langur, bæði til venjingarhølini og til frá- læruna. Og í løtuni røkist onki fyri at umstøðurnar fara at batna. Tað er ongin loyna, at tá ART, Áhugafelag Rocktón- leikara, fingu ovastu hædd í Margarinfabrikkini í 1995, var tað ein neyðloysn, sum skuldi loysa ein bráðfeingis trupulleika hjá kommununi við teimum nógvu ungu, sum reikaðu runt á gøtuni og gjørdu fortreð. Men alt bendir á, at neyðloysnin gjørdist ein varandi loysn, tí síðani tá hava politikarnir sýnt umstøðunum og virk- seminum hjá tónleikinum í Margarinfabrikkini lítlan og ongan áhuga. – Eg rokni við, at hetta verður fatað sum grenj frá mínari síðu, men soleiðis er tað ikki meint. Eg haldi bara, at tá vit nú hava prógvað, hvussu ótrúliga væl teir ungu tónleikarnir trívast her, og hvussu nógv kemur á skaftið, so mátti tað verið eyðsæð at bygt víðari uppá hetta konseptið við at latið okkum fingið restina av húsinum at ráða yvir, sigur Karl Anton. Perfekt tónleikahús Karl Anton hevur sjálvur fleiri ferðir roynt at tikið stig til at bøta um umstøð- urnar í húsinum við m.a. at bjóða politikarum inn fyri at vísa teimum á teir møgu- leikarnar, sum longu eru. Saman við limunum í ART er hann eisini til reiðar at bróta upp um armar og gera tað, sum skal til, fyri at Havnin kann fáa eitt rætti- ligt tónleikahús í miðbýn- um. Hann er als ikki í iva um, at í løtuni er hetta tað best egnaða staðið í býnum til júst tónleikin, og hvør veit - kanska Margarinfabr- ikkin tá eisini kann verða tann loysnin, Mentón sókn- ast eftir. Men sum er, ber hetta ikki til, tí í niðaru hæddini húsast ein frítíðarklubbi fyri tey heilt ungu. Hvørki Karl Anton ella limirnir í ART hava nakað ímóti frí- tíðarklubbanum sum so, men Karl Anton hevur ong- antíð skilt, hví hetta virk- semið er lagt í miðbýnum, tá tað hevur við sær, at fleiri av hesum heilt ungu eru noydd at koma rættiliga langvegis frá. – Eg haldi tað bara vera løgi, at kommunan brúkar so nógvan pening uppá at byggja ansingarstovnar í nærumhvørvinum fyri síð- ani at lata teir standa tómar frá klokkan fimm seinna- part til morgunin eftir. Hví ikki brúka hesar stovnar sum frítíðarklubbar um kvøldarnar, so tey heilt ungu verða verandi í nærum- hvørvinum, sum jú er tryggast fyri øll?, spyr Karl Anton. Hóast hann ikki ætl- ar at leggja seg út í, hvussu frítíðarklubbin rekur sítt virksemi, so heldur hann tað vera ringt at lata eyguni aftur fyri, at tað hvørt kvøld, tá frítíðarklubbin lukkar, standa børn heilt niður í 10- 12 ára aldur uttanfyri og hanga, sum longst, tí tey hava so langan veg til hús. Tí, sum hann sigur – Tá tú brúkar alla tína tíð uppá at skapa eitt so gott og mennandi umhvørvið, sum gjørligt, fyri ungar tónleik- arar, kanst tú ikki lata eyguni aftur fyri, at onnur ikki hava somu umstøður sum tíni "egnu". Ein fyrimynd Tað undrar ikki Karl Anton, at gravgangurnin eftir at sleppa at venja ella fáa frá- læru í Margarinfabrikkini er so stórur. Góð tíðindi frætt- ast jú skjótt, og sjálvur er Karl Anton sannførdur um, at tey allarflestu ungu veruliga tráa eftir at sleppa at vísa seg frá sínum bestu síðu. Okkara uppgáva og uppgávan hjá politikarnum er at geva teimum møgu- leikan og skapa karmarnar. Í so máta kunnu allar komm- unur í Føroyum læra okkurt av tónleikaumhvørvinum á Margarinfabrikkini. – Her fáa ungir tónleikar- ar ta vegleiðing og hjálp, sum kann stimbra tey sjálvi at koma víðari. Tað snýr seg ikki um, hvussu nógv ella stór úrslit, tey kunnu avrika, men um at tey trívast og mennast saman við hvørjum øðrum ígjøgn- um tónleikin. Tónleikur er í grundini eitt fantastikst pedagogiskt amboð, tí treytin fyri at skapa góðan tónleik er, at tú lagar teg eftir teimum, tú spælir sam- an við, sigur Karl Anton og leggur afturat, at í einum slíkum umvørvi er tað sjáldan neyðugt við serliga nógvum reglum. – Einasta treytin fyri at sleppa at vera her er, at tú hevur áhuga fyri tónleiki og annars uppførir teg ordiligt. Satt at siga, kenni eg onki til hesi óargaligu ungu, sum onki annað hava at brúka tíðina til, enn at gera øðrum ónáðir. Men tað kann sjálv- andi hugsast, at tey ganga úti á gøtuni, tí tað ikki er pláss fyri teimum nakra aðrastaðni - eitt nú á Marg- arinfabrikkini, sigur Karl Anton Klein. Margarinfabrikkin: Tónleikaparadís - fyri tey hepnu Í løtuni er ungir leikarar úr Havnar Sjónleikarafelag í Margarinfabrikkini eitt kvøld um vikuna, har tey venja sangleikin sangleikin Grease saman við rockbólkinum Paradox 53 52 Nr. 213 - 6. november 2004 Gevið gætur Bert heilsanir, skrivaðar á henda lepan og goldnar frammanundan við 30,- kr. fáa innivist í blaðnum. Til ber eisini at lata okkum lepan og gjald í avgreiðs- luni á Argjavegi 26, millum kl. 8.00 og 16.00. Myndaheilsanir skulu vera okkum í hendi á mið- degi 2 dagar fyri útkomudag. Viðmerkið annars niðanfyri, um heilsanin ynskist í blaðið ávísan dag. Týsd. Mikud. Hósd. Fríggjad. Leygard. Tekstur:...................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... Myndina aftur: Minnist til at skriva navn og bústað aftanfyri á myndina og at leggja við ein frankeraðan brævbjálva við navni og bústaði. Um neyðugt fyri arbeiðsgongdina, taka vit okkum rætt til at fáa heilsanina í blaðið annan dag, enn tann ynskta. Sent hevur (skal fyllast út). Navn: ........................................................................ Bústaður: .................................................................. Bygd/býur: .................................... Tlf.: ................. Heilsanir 5 ferðir um vikuna 30,- kr. Sendið lepan, mynd og gjald til: Postsmoga 76 •110 Tórshavn Merkið bjálvan: »Heilsanir« HEILSANIR Anita Hansen á Kambsdali Góða fitta diddi. Hjartaliga tillukku við 5 ára degnum, eg eri sooo góður við teg. Kærar heilsur beiggi tín Góða fitta Anita Hjartaliga tillukku við 5 ára degnum 4. nov. Bestu ynskir omma og Tórfríður Anita Hansen á Kambsdali Góða elskaða dóttir. Hjartaliga tillukku við 5 ára degnum 4. nov. Jesus pápi verið hjá tær. Bestu heilsur mamma og babba Góða Henny Hjartaliga tillukku við 4 ára degnum í dag. Eg elski teg. Heilsan babba Góði elskaði Leivur Hjartaliga tillukku við 7 ára degnum. Jesus pápi signi framtíð tína. Vit elska teg. Heilsan mamma og babba PS. Nú mást tú vera so raskur í skúlanum Góði Leivur Hjartaliga tillukku við degnum 5. nov. Jesus pápi verið hjá tykkum. Bestu heilsnir frá ommu og abbalu Góða vinkona longri vestri Hvør skuldi trúð tí - 40 ár í dag, og ikki tað sæst á henni. Hjartaliga tillukku og takk fyri óteljandi nógvar góðar løtur. Stórt klemm frá Vinkonuni longri úti Eg og foreldur míni takka hjartaliga fyri sýndan áhuga fyri ferming míni t. 10 okt. 2004. Tær kærastu heilsanir, Kriss F. Dam Poulsen Eg og foreldur míni takka øllum tykkum, ið gjørdu mín fermingardag 10. okt. 2004 so hugna- ligan og ógloymandi. Takk fyri gávur, kort og fjarrit og takk til tykkum, sum bakaðu til dagin. Petur Drangberg Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á ymiskan hátt gjørdu hjúnabandsdag okkara, 25. juni, so hugnaligan og ógloymandi. Heilsan Linda & Palli C M Y K 52