mánadagur 19. mars 2018síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. mars 2018 · Nr. 33
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vikan ið fór
Eftir nakrar mánaðir
við óvissu leingir Gilli
Rólantsson loksins um
sáttmálan við Brann, har
hann hevur spælt síðan
2016 og nú hevur sáttmála
fram til 2020.
Føroyski landsliðsleikarin,
Lív F. Arge, skiftir til FC
Nordsjælland í triðbestu
donsku deildini, har
hon gerst liðfelagi við
landskvinnu sína, Áslu
Johannesen.
HB fær sítt egna uppalda
vongtalent, Teit Jacobsen,
aftur í hópin. Hann kemur
til úr danska felagnum
SønderjyskE, haðani hann er
leigaður fram til í summar.
Eisini ger HB sáttmála við
danskan miðverjuleikara.
Hann eitur Lasse Andersen,
er 22 ára gamal og
kemur til úr Kjellerup IF.
Fótbóltsuppalingina hevur
hann fingið í Viborg FF.
Hjalmar Klein Olsen verður
settur í starv sum venjari
hjá mansliðnum í VÍF. Hann
tekur við eftir Inga Olsen,
sum komandi kappingarár
burturav fer at venja
kvinnulið felagsins.
Skála er aftur til handils á
avlopsgoymsluni hjá NSÍ
og leigar teir báðar 19 ára
gomlu Jannik M. Olsen og
Andri Benjaminsen restina
av kappingarárinum.
Dan í Soylu úr HB verður
úttikin til U21-landsliðið av
avloysa KÍ-aran, Jákup B.
Andreasen, ið vegna skaða
hevur givið avboð til dystin
ímóti Georgia fríggjdagin.
Annað umfar í Betri-deildini
verður spælt. KÍ vinnur 1-0
í Runavík og hevur sum
einasta lið fult stigatal,
meðan HB og B36 reisa seg
við sigrum ímóti ávikavist
Víkingi og Skála.
...við ítróttinum
5 SKJÓTIR
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Teit Jacobsen
Føddur: 20
Yrki: Fótbóltsspælari (SønderjyskE)
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1. Karstin Hansen
2. Ternan
3. HB
4. Parasport Føroyar
5. OB
6. 2011
7. Brian Hansen
8. Ronni Møller-Iversen
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
1
Hvussu eitur málverjin á U21-landsliðnum, ið herfyri
skifti úr NSÍ til Skála?
2 Hvussu eitur flogbóltsfelagið á Toftum?
3 Heidi Sevdal skifti undan hesum kappingarárinum úr
EBS/Skála til hvat felag?
4 Hvussu eitur ítróttarsambandið fyri tey, ið bera
brek, og sum áður æt ÍSB?
5 Hvørjum donskum felagi hevur Teitur M. Gestsson
spælt ungdómsfótbólt við?
6 Nær vann mansliðið hjá Neistanum seinast
føroyameistaraheitið?
7 Hvussu eitur formaðurin í EB/Streymi?
8 Hvussu eitur leikarin á myndini?
Myndin hesa vikuna:
Hvussu er at vera heima
í Føroyum aftur?
- Tað er fantastiskt at vera komin
heimaftur. Serliga at koma heim til
øll tey, ið eru mær kær. Eisini bara
føroyskan fótbólt.
Hví valdi tú at koma
heim aftur nú?
- Tað gjørdieg tí at eg manglaði
spælitið. Stutt og greitt.
Hevur tú framvegis dreym
um uttanlandsævintýrið?
- Eg eri slett ikki liðugur at droyma.
Eg arbeiði hart hvønn dag júst fyri
at røkka dreyminum.
Manglar tað nógv fyri
at fáa gjøgnumbroti
í SønderjyskE?
- Nei, tað ger tað ikki. Eg fái nógv
rós frá teimum har niðri, men sum
sagt, so hildu eg og SønderjyskE,
at tað manglaði dystarvenjing,
so eg tók av tá HB kom við
fyrispurningi.
Hvussu er støðið í
Superliguni í mun til
Betri-deildini?
- Har er so stórur munur. Eg
fyrireikaði meg so væl, sum
eg kundi, men var tó langt
aftanfyri hinar tá ið eg kom niður.
Leikferðin er nógv hægri og tað
er eisini nógv meira fysiskt. So eg
vildi sagt, at tað er sum dagur og
nátt.
13 ára gamli Rói Hjaltason (mitt í) úr
borðtennisfelagnum Tór í Havn gjørdi
ikki mætari enn at vinna FM í trimum
ymiskum aldursbólkum - í smádreingjum,
dreingjum og mansunglingum
“Í AB lurta vit ikki eftir "ekspertunum".
Hava teir meira skil fyri fótbólti enn vit
sum fáast við hann?”
- Sorin Anghel, venjari hjá AB
“Teir góvu teimum bara bóltin aftur, tí runavíkingar
koyrdu bóltin út fyri at fáa avgreitt lissubindingina.
Tað var ikki gamalt, men ting broytast.”
- Jóannes Jakobsen, KVF-viðmerkjari, um fairplay-støðu í NSÍ-KÍ