Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-19, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. mars 2018síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 19. mars 2018 · Nr. 33 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Neli Heldarskarð KLUMMAN Tróndur sigur sína hugsan... André Olsen Eftir ein steðg síðani oktober í fjør, samlaðist a-landsliðið hjá monnum aftur sunnu­ dag­in, tá ferðalagið setti kós­ ina móti Spania, har lands­ lið­ið ta komandi vikuna fer at vera á venjingarlegu í spanska býnum, Marbella. Sum at vera í skúla aftur eftir summarfrítíðina Atli Gregersen, liðskipari á landsliðnum, sigur, at tað at samlast aftur við lands­liðs­ liðfeløgunum er nakað heilt serstakt, sum kann saman­ berast við at byrja í skúla aftur eftir summar­frítíðina. -Tað er stuttligt endiliga at vera saman aftur við lands­liðs­ferðalagnum, og tað er ikki heilt ólíkt tí at byrja aftur í skúla aftaná summarfrítíðina. Allir hava ymiskt nýtt at for­ telja hvørjum øðrum, og tað verður prika til hvønn annan eftir hesi bæði fyrstu um­førini í Betri-deildini. So tú kanst ætla at eg, Sølvi og aðrir víkingar nú fáa nøkur prik um, at vit taptu móti HB í vikuskiftinum, sigur Atli Gregersen. Lars fer at royna okkurt nýtt Til venjingarleguna í Spania, eru onkur nýggj andlit at síggja á landsliðnum. Millum annað er Gunnar Vatnhamar úr Víkingi við á landsliðnum fyri fyrstu ferð, meðan Alex Mellem­gaard úr B36 avloysir Viljorm Davidsen, sum ikki fær verið við á túrinum, av tí at unnustan skal eiga ein av fyrstu døgunum. Atli Greger­sen sigur, at rað­fest­ ing­in hjá Lars Olsen verður at pínpussa nøkur taktiskt viður­skifti og at geva onkr­ um nýggjum leikara møgu­ leika at vísa seg. -Tað sum hesin túrurin fyrst og fremst fær givið okkum er, at vit fáa vant tvær ferðir um dagin saman teir fyrstu dagarnar. Har­ afturat gevur túrurin eisini okkum møguleikan at fínpussa nøkur taktisk viður­skifti. Lars Olsen er eitt sindur í iva um hann fer at spæla við fýra í verjuni ella trimum í verjuni framyvir, og fer hann tí uttan iva at brúka venjingarleguna til at finna útav, hvat er tað rætta at gera. Umframt tað, hevur Lars Olsen eisini sagt, at leikarar, sum ikki hava fingið so nógva spælitíð, nú fáa høvi at vísa seg eisini, so tað fer venjingarlegan eisini at vera brúkt til. Harafturat hava vit í ár søguliga góðan møguleika at sleppa við til eitt EM-endaspæl orsakað av Uefa Nations League kappingini, og tí er umráðandi hjá okkum at vera so væl fyrireikaðir sum gjørligt til seinni í ár, sigur Atli Gregersen, liðskipari á landsliðnum. Skulu vinna báðar dystirnar Á venjingarleguni í Spania, spælir landsliðið tveir venj­ ingar­dystir. Hósdagin spæla Før­oyar móti Lettlandi og sunnudagin verður dyst­ur móti Liktinstein. Í báðum førum er talan um mót­støðu­ lið, sum Føroyar hava spælt ímóti innanfyri tey bæði seinastu árini. Atli Greger­ sen sigur, at hóast enda­málið við dystunum er, at royna okkurt nýtt, er greiði mál­ setningurin at vinna báðar dystirnar. -Eg eri spentur uppá báðar dystirnar. Vit spældu ímóti Liktinstein fyri tveim­ um árum síðani og vunnu, og vóru í seinastu undan­ kapping í bólki saman við Lettlandi, har vit vunnu ein og spældu hin javnan. So í báðum førum er talan um lið, sum vit leikliga eiga at kunna dominera dystin ímóti og vinna. Men vit fara eisini at prøva ymiskt taktiskt av – mill­um annað við at spæla við trimum ella fýra í verjuni, um­framt okkurt annað, sigur Atli Gregersen. andre@sosialurin.fo t Eftir standa vit uttan eina dreyma multihøll Stóra ivamálið hjá Lars Osen tykist vera, um hann framyvir fer at spæla við trimum ella fýra í verjuni, og tað tykist eitt av endamálunum við venjingarleguni at vera. Atli Gregersen liðskipari á landsliðnum, sigur at talan er um serliga kenslu, at vera saman við landsliðsliðfeløgunum aftur LARS IVAST Í TRIMUM ELLA FÝRA Í VERJUNI Eg havi verið kritiskur móti nýggju stórhøllini á Hálsi. Tað eri eg framvegis, hóast Tórshavnar kommuna hevur vaskað hendur, meðan ongin talar vegna landið. Í grein í Sosialinum verður víst á frá Tórshavnar kommunu, at tey við stórhøllini á Hálsi hava nøktað tørvin hjá fleiri feløgunum og minni ítróttargreinum í Føroyum, meðan altjóða góðkenningin til manslandsdystir í hondbólti í besta føri verður eitt undantaksloyvi. Eg ynski øllum teimum feløgunum og ítróttargreinunum góða eydnu í stórhøllini. Ongin er í iva um, at útbygda høllin er eitt framstig fyri føroyskan ítrótt, men hon er so langt frá tí, sum vit kundu torað at droymt um. Nú torir ongin at muta ímóti, tí framstig eru gjørt, men í fleiri førum eru trupulleikar ikki loystur. Besta súmbolið er, at høllin er ov smøl, men nú er hon tvífalt so long – men framvegis ov smøl. Stóri dreymurin um multihøllina, sum hevði kunnað hýst alskyns altjóðakappingum, ítróttargreinum og tiltøkum í heimsflokki stendur tó eftir. Í Tórshavnar kommunu vaska tey hendur – og tað er eisini fair nokk. Trupulleikin byrjar hvørki hjá Heðini Mortensen ella Anniku Olsen ella teimum, ið hava teknað høllina, men í hugburðinum hjá okkum. Gundadalur er eitt paradís, men ikki fyrr enn UEFA og FIFA komu upp í leikin við Tórsvølli, er hann farin at minna um nakað, ið líkist einum altjóða leikvølli. Hevði onkur klárað at steðgað ørskapinum við at plasera Dansifrøi (sum enntá vendur skeivan veg) mitt í Gundadal, bygt Tórsvøll ordiligt frá grundini og havt eina heildarætlan við ÍSF-húsinum, Fimi-fimleikahøllini, høllini á Hálsi og Gundadalshøllini, so var alt helst langtsíðani loyst. Gundadalur er eitt paradís, men eitt óskipað paradís, har ov fá projektir hava fleiri enn eitt element. Eg fekk beinanvegin mótspæl frá onkrum, sum er tætt at feløgum, ið hava fingið fleiri hallartímar. Tey fegnast í sínum og tað er eisini í lagi, men hvar er visiónin um at gera nakað meir enn eina venjingarhøll. Tórshavnar Kommuna sigur, at so má landið hjálpa til. Ja, gjarna, men hevur nakar spurt “landið”? Í míni tíð hevur kjakið ikki verið sjónligt, men Tórshavnar kommuna og landið kunnu heldur ikki einast um eina rundkoyring í Hoydølum, hóast fleiri sita báðu megin borðið. Ímynda tær eitt ítróttarkomplex, har alt frá Gundadalshøllini til høllin á Hálsi, til svimjihøllina, og víðari til ÍSF-húsið og Tórsvøllur alt hekk saman í einum projekti. Fyristillað tær um allar milliónirnar blivu brúktar eftir einum langtíðarleisti, har kommunan (og landið har tað er rímiligt) ikki hugsaði um vallyftir ella annað, men bara um ítróttin og menningarmøguleikar til tiltøk og annað. Tað eru altíð umberingar, men langhylurin og innandurafótbóltsvøllurin í Vági blivu ikki bygt av umberingum! trondur@sosialurin.fo