Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-20, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. mars 2018síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. mars 2018 · Nr. 34 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FISKIVINNA Menn hava fingið upp í 4.000 pund Seinasta sunnudag vóru 30 bátar, sum landa á Eiði, á snelluveiði norðan fyri, og fleiri høvdu góðan fiskiskap, harav onkur bátur hevði eini 4.000 pund Vilmund Jacobsen Tað er trupult at samanbera ver­ tíðir, tá ræður um fiskiveiði og serliga, tá ræður um smáar útróðr­ ar­bátar á vetrardegi, tá veður og vindur gera seg galdandi. Tí er eisini trupult at meta um várróðurin norðan fyri higartil í vertíðini í ár í mun til várróðurin seinasta ár. Í fjør lótu snellufiskimenn rími­ liga væl at, og vónirnar um ver­ tíð­ina hesaferð hava kanska verið enn betri, nú líkt er til, at náttúran er meira við, enn hon hevur verið í fleiri ár. Við neyvum tølum yvir gjørdar útróðrardagar og bátatal, hevði ivaleyst borið til at gjørt sær eina neyv­ari mynd av gongdini higartil í ár í mun til seinasta ár. Men, hesi tøl hava vit ikki við hondina. Góðir útróðrardagar Tað eru kranabilar hjá Hans Egili Joen­sen & Synum, sum í nógv ár hava landað snellubátarnar á Eiði, og tá fiskurin er komin upp á land, verður hann vigaður og koyrd­ur inn á gólvið á virkinum hjá Báta­ fiski. Bátafiskur á Eiði hevur góð­ kenda inn­vigingarskipan, og all­ur snellu­fiskur verður seldur á upp­ boðs­søluni hjá Fiskamarknaði Før­ oya. Tá fiskurin er seldur, verður hann koyrdir út til keypararnar. Hjá Hans Egili Joensen & Synum siga tey, at bæði leygardagin og sunnu­dagin vóru bátar á útróðri og teir, sum vóru úti sunnudagin, lótu væl at fiskiskapinum. - Eg haldi, at vit landaðu einar 10 bátar leygardagin og einar 30 bát­ar sunnudagin. Sunnudagurin var hin betri dagurin til veður, og tá lótu menn væl at fiskiskapinum. Nógv­ ir bátar høvdu millum 1500 og 2000 pund. Onkrir høvdu minni, men tað vóru eisini nakrir, sum høvdu meira, harav besti báturin hevði um­leið 4.000 pund. Tað vísir seg, siga tey hjá Hans Egili Joensen & Synum, at tá iva­ veð­ur er, minkar talið av bátum nið­ur í nakrar fáar. - Tað eru helst eisini teir meira drivnu útróðrarmenninir, sum tá gera eina roynd, men roynist veðrið ikki, er ikki nógv at gera, og veiðan verður hareftir. Tá talið av bátum hevur verið størst á Eiði í vertíðini higartil í ár, hava 42 bátar verið á snelluveiði norðanfyri. - Minnist eg rætt, var hetta ein týs­dag herfyri. Annars er vanligt, at talið av bátum er størst leygardag, tá fleiri frítíðarfiskimenn gjarna eis­ini plaga at loysa, um veðrið er til vildar. Tað hava bara ikki verið so nógvir leygardagar í vertíðini higar­til, sum hava eydnast til veður. Fiskurin eystarlaga Nú í vertíðini norðan fyri eru eis­ini bátar úr øðrum bygdum og oyggj­ um komnir til Eiðis, og so­leið­is eru nakrir bátar úr Suð­ur­oy, Sandoy og Vágum á Eiði. - Her eru eisini onkrir bátar úr Sundalagnum, úr Havn og úr Eyst­ ur­oy, sum liggja klárir at loysa, tá lík­indi eru. Hjá Hans Egili Joensen & Syn­ um á Eiði siga tey, at fiskurin, sum menn hava fingið norðan fyri, ser­ liga er fingin nakað eystari, kanska einar 12-16 fjórðingar úr Kallinum. Men, fiskur er eisini fingin vest­ ari á havinum. Vanligt plagar at vera, at fisk­ur­ in gongur meira vestur yvir, sum norðhavstíðin líður, og seint í vár­ tíð­ini plaga eitt nú vágamenn og sand­oyingar at fáa fisk vestanfyri. Bátar eisini aðrastaðni Talið av útróðrarmonnum, sum liggja framvið eftir snellufiski norð­an fyri í ár, er sjálvsagt væl størri enn teir, sum hava róð út av Eiði, tá løturnar eru. Útróðrarbátar eru eisini í Klaks­ vík, og ivaleyst eisini í øðrum bygd­ um norðan fyri, eitt nú Leir­vík, Fuglafirði, Oyndarfirði og Funn­ ings­firði, sum vanligt hevur verið í vár­tíðini. Soleiðis sá dekkið út hjá útróðrarmanninum, Doru Tiberiu á Torvlaðnum, tá hann var sín fyrsta túr á Norðhavinum við snellu í vár. Doru telist millum teir royndastu við snelluni Vártíðin er ein spennandi tíð hjá teimum, sum fiska við snellu á Norðhavinum. Men, bátarnir eru smáir, og enn hevur veturin ikki slept okkum. Tí mugu løturnar veljast við nærlagni