týsdagur 20. mars 2018síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 21. mars 2018 · Nr. 34
Dagsskráin fyri fundin verður hendan:
1. Val av fundarstjóra
2. Frásøgn nevndarinnar um virki felagsins í farna
roknskaparári
3. Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi til
góðkenningar
Uppskot til ársfrásøgn fyri 2017 við notum fyri P/F Bakkafrost
og fyri Bakkafrost samtakið, sum eisini inniheldur frágreiðing
frá nevnd og stjórn felagsins og grannskoðaraátekning fyri
2017, er at finna á heimasíðu felagsins www.bakkafrost.com.
4. Avgerð um nýtslu av yvirskoti ella rindan av halli sambært
góðkenda roknskapinum
Viðvíkjandi avgerð um nýtslu av yvirskoti skjýtur nevnd
felagins upp soljóðandi samtykt:
„Goldið verður vinningsbýti til partaeigarar felagsins við 10,50
kr. fyri hvørt partabræv, svarandi til eina samlaða upphædd
áljóðandi 513 mió. kr. Vinningsbýtið verður útgoldið til teir
partaeigarar, sum eru skrásettir í VPS við afturlatingartíð tann
13. apríl 2018. Eftir útgjald av vinningsbýti er flutti vinningurin
tilsamans 2.942 mió. kr.
Partabrøv felagsins verða skrásett uttan vinningsbýti frá 16.
apríl 2018, og skrásetingardagurin (record date) er 17. apríl
2018.
Vinningsbýtið verður væntandi útgoldið 30. apríl 2018.”
5. Val av nevnd
Til hendan aðalfundin standa 3 nevndarlimir fyri vali. Hesir eru
Johannes Jensen, Teitur Samuelsen og Virgar Dahl.
Virgar Dahl hevur boðað frá, at hann ikki tekur við afturvali.
Nevndarlimir felagsins verða valdir fyri 2 ár í senn. Afturval
kann fara fram. Sambært viðtøkum felagsins skal valnevndin
gera innstilling til aðalfundin um val av nevndarlimum.
Valnevnd felagsins skjýtur upp afturval av Johannesi Jensen
og Teiti Samuelsen fyri 2 ár.
Samstundis skjýtur valnevndin upp, at ongin nevndarlimur
verður valdur í staðin fyri Virgar Dahl, soleiðis at samlaða talið
av aðalfundarvaldum nevndarlimum verður 5 nevndarlimir.
6. Ásetan av samsýning til nevndina og
grannskoðaranevndina
Valnevnd felagsins skjýtur upp, at nevndarlønin fyri 2018
verður broytt soleiðis:
Nevndarlimir fáa 220.000 kr. um árið, næstformaðurin fær
275.000 kr. um árið, og formaðurin fær 440.000 kr. um árið.
Valnevnd felagsins skjýtur upp, at samsýningin til nevndarlimir
í grannskoðaranevndini verður 45.000 kr. um árið.
7. Val av limum til valnevndina, herundir val av formanni til
valnevndina
Til hendan aðalfundin standa Gunnar í Liða og Rógvi
Jacobsen fyri vali.
Valnevndin skjýtur upp afturval av Gunnari í Liða og Rógva
Jacobsen.
Valnevndin skjýtur upp afturval av Gunnari í Liða til formann
fyri valnevndina fyri 2 ár.
8. Ásetan av samsýning til valnevndina
Valnevnd felagsins skjýtur upp, at samsýningin til limirnar í
valnevndini fyri 2018 verður óbroytt hendan:
Nevndarlimir fáa 12.000 kr. um árið og formaðurin 24.000 kr.
um árið.
9. Val av grannskoðara
Grannskoðari felagsins er P/F Januar, løggilt
grannskoðanarvirki, Óðinshædd 13, 110 Tórshavn.
Nevndin skjýtur upp afturval av grannskoðara felagsins at sita
til næsta ársaðalfund.
10. Samsýningarpolitikkur
Við tilvísing til grein 10, stk. 4, í viðtøkum felagsins skjýtur
nevndin upp, at galdandi leiðreglur fyri samsýning til leiðslu
felagsins, sum vórðu samtyktar á aðalfundi felagsins í 2017,
verða óbroyttar galdandi fyri roknskaparárið 2018.
11. Ymiskt
Onki mál er innkomið til viðgerar undir hesum punkti á
dagsskránni.
Innkalling til aðalfund í P/F Bakkafrost
Boðað verður við hesum til
ársaðalfund í P/F Bakkafrost
Aðalfundurin verður hildin í hølum felagsins á Bakkavegi 8, 625 Glyvrar,
fríggjadagin 13. apríl 2018, kl. 15.00
Bílegging av atgongumerkjum og atkvøðuseðlum
Partaeigarar, sum ynskja at luttaka á aðalfundinum, verða bidnir um
at senda luttøkuskjalið, sum er at finna á heimasíðu felagsins www.
bakkafrost.com, til P/F Bakkafrost, Bakkavegur 8, 625 Glyvrar, ella at
senda luttøkuskjalið við telduposti til agm@bakkafrost.com, ella á telefax
nr. +298 405009. Luttøkuskjalið kann eisini útvegast við at ringja til
felagið, tlf. +298 405000.
Luttøkuskjalið má vera móttikið av P/F Bakkafrost í seinasta lagi týsdagin
tann 10. apríl 2018, kl. 24.00.
Bílegging av atgongumerkjum og atkvøðuseðlum fer eisini fram umvegis
heimasíðu felagsins www.bakkafrost.com ella á skrivstovu felagsins
Bakkavegur 8, FO-625 Glyvrar, ella á tlf. nr. +298 405000 og/ella telefax
nr. +298 405009. Seinasta freist fyri bílegging av atgongumerkjum og
atkvøðuseðlum er mánadagin tann 9. apríl 2018, kl. 24.00.
Um so er, at tygum ikki kunnu luttaka á aðalfundinum, hava tygum
møguleika at geva øðrum skrivliga fulltrú til at møta tygara vegna.
Á heimasíðu felagsins www.bakkafrost.com, umframt á skrivstovu
felagsins Bakkavegur 8, FO-625 Glyvrar, kunnu tygum útvega tygum
eitt fulltrúarskjal, sum kann nýtast í hesum sambandi. Atkvøðugreiðsla
við fulltrú hevur sum fyritreyt, at fulltrúarhavarin fyrivísir fulltrú sína fyri
fundarstjóranum. Fulltrú kann eisini gevast nevnd felagsins. Slíkar
fulltrúir kunna sendast til nevndarformannin umvegis teldupost á
teldupostbústaði agm@bakkafrost.com.
Tað er ikki møguligt at greiða elektroniska atkvøðu á sjálvum
aðalfundinum.
Sambært viðtøkum felagsins hava partabrøv atkvøðurætt á
aðalfundinum, sum eru skrásett í seinasta lagi 1 viku undan
aðalfundinum. Samsvarandi hesum hava partabrøv, sum eru skrásett í
seinasta lagi 6. apríl 2018, kl. 24.00, atkvøðurætt.
Ársfrásøgn fyri 2017 og dagsskrá við fullfíggjaðum uppskotum
Ársfrásøgnin fyri 2017 við notum fyri P/F Bakkafrost og fyri Bakkafrost
samtakið, sum eisini inniheldur frágreiðing frá nevnd og stjórn felagsins
og grannskoðaraátekning fyri 2017 og dagsskrá við fullfíggjaðum
uppskotum, verður almannakunngjørd á heimasíðu felagsins www.
bakkafrost.com frá og við mánadegnum 19. mars 2018. Skjølini liggja
eisini frá hesum degi frammi til skjals fyri partaeigarar felagsins á
skrivstovu felagsins á Bakkavegi 8, 625 Glyvrar.
Krøv frá partaeigarum felagsins um at taka upp eitt ávíst evni til
dagsskránna á aðalfundinum skuldu verið sett fram skrivliga fyri nevnd
felagsins á bústaðnum Bakkavegur 8, FO-625 Glyvrar, Føroyar, ella á
teldupostbústaðnum agm@bakkafrost.com í seinasta lagi fríggjadagin
tann 2. mars 2018, og freistin er tí farin. Móttekur felagið uppskot til evni
til dagsskránna eftir 2. mars 2018, ger nevndin av, um kravið er sett fram
í so góðari tíð, at evnið kann verða sett á dagsskránna.
Partapeningur, atkvøðurættur og kontoførandi peningastovnur
Partapeningur felagsins er DKK 48.858.065 býttur í 48.858.065
partabrøv við einum áljóðandi virði av DKK 1. Felagið eigur sjálvt 224.113
partabrøv. Hesi partabrøv hava ikki atkvøðurætt.
Í § 7 í viðtøkum felagsins er ásett, at partaeigararnir hava 1 atkvøðu fyri
hvørjar DKK 1, teir eiga í partapeningi.
§ 8 í viðtøkum felagsins er soljóðandi:
„Partaeigari hevur rætt til at luttaka á aðalfundi, um viðkomandi
partaeigari í seinasta lagi 3 dagar áðrenn aðalfundin hevur givið
felagnum fráboðan um, at hann ætlar at luttaka á aðalfundinum.
Partaeigari hevur rætt at møta persónliga ella saman við einum ráðgeva.
Partaeigarar felagsins hava eisini rætt til at møta við fulltrú, sum
partaeigarans vegna kann greiða atkvøðu sambært skrivligu fulltrúini.
Fulltrúin kann vera galdandi fyri eitt ávíst tíðarskeið, tó ikki longur enn
eitt ár.
Umboð fyri fjølmiðlarnar og umboð fyri Oslo Børs hava atgongd til
aðalfundin.“
Í § 7, stk. 2 í viðtøkum felagsins er ásett, at:
„Á aðalfundi hevur partaeigari atkvøðurætt við teimum partabrøvum, sum
eru skrásett í seinasta lagi 1 viku undan ársaðalfundinum.”
Felagið hevur útnevnt Nordea Bank AB (publ), filial i Norge,
Essendropsgate 7, PO box 1166 Sentrum, 0107 Oslo, Norway,
983258344 MVA til kontoførandi peningastovn, og kunnu parteigarar
felagsins venda sær til henda peningastovn fyri at útinna fíggjarligu
rættindi síni í felagnum.
Glyvrar, tann 19. mars 2018
P/F Bakkafrost
Fyri nevndina
Rúni M. Hansen, nevndarformaður
Bakkafrost P/F • Bakkavegur 8 • 625 Glyvrar • Tel +298 40 50 00 • Fax +298 40 50 09 • bakkafrost@bakkafrost.com • www.bakkafrost.com