týsdagur 20. mars 2018síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. mars 2018 · Nr. 34
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
EYSTUROYARTUNNILIN
Tvær ymiskar tunnilsloysnir hava verið nevndar sum nýggjur innkomuvegur til Havnar, men nú eru báðar vrakaðar
og hildið verður fast við avtaluna millum Tórshavnar kommunu, Samferðsluráðið, Landsverk og tunnilsfelagið frá
2016.
Danjal av Rana
Fyrst kom Annika Olsen við ein
um hugskotið um at gera ein tunn
il frá Eysturoyartunlinum og út
í Marknagil. Síðani kom tunnils
felagið við einum uppskotið um
ein tunnil frá tunnilsmunnanum
niðan á Vatnaskarðar. Nú hevur
Landsverk vrakað bæði uppskotini.
Stríðið um innkomuvegin til
Havnar tykist ongan enda fáa, men
nú byrjar tíðin at renna undan.
Eystoyartunnilin skal eftir ætlan
takast í nýtslu í 2019 og um inn
komuvegurin ikki er klárur tá, fer
ruðuleiki at valda í ferðsluni inn í
Havnina, sigur Landsverk.
- Serliga gerandismorgnar ganga
bilarøðirnar longu nú allan vegin
úr Havnini og fram við Sanvíkar
hjalla. Hesin trupulleikin veksur
væntandi, tá Eysturoyartunnilin
letur upp, og bíðirøðirnar væntandi
eisini vera eftir tunnilsvegnum
og heilt inn í tunnilin. Bíðirøðir í
tunlum kunnu vera til vanda fyri
trygdina í tunlinum, serliga í sam
bandi við eldsbruna, skrivar Land
verk í einum uppriti sum viðgerð
uppskotið hjá tunnilsfelagnum.
Uppskotið hjá tunnilsfelagnum
er at vraka semjuna, sum Lands
verk, Tórshavnar kommuna og
Samferðslumálaráðið
gjørdu
í
2016 og í staðni byggja ein tunnil
frá eini nýggjari rundkoyring við
Hvítanes og niðan á Vatnaskarðar,
har vegurin síðani verður bundin
í Villingadalsvegin, Sundsvegin og
Klingruna.
Landsverk metir, at ein slíkur
tunnil hevði kostað 207 milliónir
krónur, sum er smáar 40 milliónir
krónur dýrari enn ætlaði innkomu
vegurin. Í spardum kilometrum og í
tíð er munurin minni enn 1%, sigur
Landsverk.
Tað, sum fær Landsverk at koll
døma ætlanina, er at framrokning
arnar hjá stovninum vísa, at ein slík
tunnilsloysn ikki hevði avlastað
Hvítanesvegin í størri mun.
Ferðslan av Kaldbaksvegnum
hevði í stóran mun hildið beint
fram eftir Hvítanesvegnum heldur
enn at snara inn í tunnilin, meðan
ferðslan úr Eysturoyartunlinum
kanska í størri mun hevði gjørt sær
dælt av innkomutunlinum.
Armgarð E. Steinhólm, deildar
leiðari fyri Infrakervi í Landsverk
sigur, at tað serliga er ætlaði veg
urin av Kaldbaksvegnum, umvegis
Skarðshjalla og niðan á Vatnaskarð
ar, sum fer at gera mun fyri ferðsl
una inn í Havnina.
- Við tunnilsloysnini verður
hetta strekkið burtur og tí vænta
vit, at fólk velja at koyra beint
fram eftir Hvítanesvegnum fyri at
sleppa inn í Havnina, sigur hon.
Ferðsluframrokningar
hjá
Landsverki meta, at ferðslan inn
í Havnina eftir Kaldbaksvegnum
verður 35 prosent størri enn ferðsl
an úr Eysturoyartunlinum. Tí er tað
so týdningarmikið, at eisini hendan
ferðslan verður leidd inn í Havnina
á bestan hátt.
Har er tað, at nýggi innkomu
vegurin umvegis Skarðshjalla ger
mun, tí tað loyvir hesum bilunum
at koyra inn í býin eftir Sundsvegn
um, Villingadalsvegnum ella longur
inn í vesturbýin gjøgnum ein
nýggjan tunnil undir Krákugjógv.
Alt í alt metir Landsverk at við
tíðini fer ein innkomuvegur at flyta
3.000 bilar um døgnið av Hvítanes
vegnum og yvir á aðrar vegir inn í
Havnina í mun til tunnilsloysnina,
og er tað høvuðsorsøkin til, at
Landsverk mælir til at halda fast
við innkomuvegin.
Landsverk vísir eisini á, at
nógv størri óvissa er tengd at eini
Tunnilsloysnin er betra loysnin
- Fólk fara ikki niðan eftir í vetrarhálvuni, tí nærri sjónum tú ert, minni gler og ísur er á vegnum, sigur Henrik Old,
sum heldur at ein tunnilsloysn er betri inn ætlaði innkomuvegurin.
Danjal av Rana
Henrik
Old,
landsstýrismaður
í samferðslumálum, heldur at
tunnilsuppskotið frá tunnilsfelagn
um er betra loysnin, men fer at lata
serfrøðina ráða í hesum føri.
- Framrokningarnar vísa, at
fólk í høvuðsheitum fara at koma
eftir Kaldbaksvegnum, men eg
má siga, at eg loyvi mær at ivast í
hesum. Harumframt ivist eg í, um
tey, sum koma úr tunlinum, fara at
velja leiðina niðan í fjøllini heldur
enn at koyra fram við strondini
eftir Hvítanesvegnum, sigur hann,
sum eisini ivast í, um ferðslan eftir
Kaldbaksvegnum verður so nógv,
sum framrokningarnar vísa.
Hann heldur, at serliga um vet
urin verður nógv sum talar fyri, at
fólk fara at velja tunnilin og vegin
nærri sjóvarmálanum.
- Høvdu tey kunnað koyrt úr
Eysturoyartunlinum inn í ein ann
an tunni, sum førdi tey nærum all
an vegin inn í Havnina, so haldi eg,
at tey flestu høvdu valt ta loysn
ina. Fólk fara ikki niðan eftir í vetr
arhálvuni, tí nærri sjónum tú ert,
minni gler og ísur er á vegnum,
sigur hann.
- Tað tykist tíverri ikki sum tað
er so stór undirtøka fyri eini tunn
ilsloysn. Bæði Landsverk og Tórs
havnar kommuna vilja halda fast
við innkomuvegin, so tað verður
allarhelst soleiðis, sigur lands
stýrismaðurin.
Henrik Old sigur, at ætlanin
við innkomuvegnum er rættiliga
gomul og Tórshavnar kommuna
tí hevur lagt ætlanir eftir hesum
vegnum.
Upprunaliga
avtalan
stavar frá 1987, tá arbeiðið við
Kollafjarðartunlinum byrjaði. Tá
gjørdu Lasse Klein, landsstýris
maður í samferðslumálum, Mikkjal
Helmsdal, landsverksfrøðingur, og
Poul Michelsen, borgarstjóri í Tórs
havnar Kommunu, eina ætlan fyri
at loysa ferðslutrupulleikarnar
í Havn, sum stóðust av hesum
nýggja sambandinum.
- Býráðið sær møguleikan at
NÚ ERU TUNNILS
LOYSNIRNAR VR
Visti tú...
Landsverk væntar at 3.400
fleiri bilar fara at koyra í
og úr Havnini um døgnið
eftir at tunnilin er komin.