týsdagur 20. mars 2018síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 21. mars 2018 · Nr. 34
EYSTUROYARTUNNILIN
Innkomuvegurin
verður neyvan
liðugur
6,5 milliónir krónur eru settar av til
innkomuvegin, sum kostar 165 milliónir
krónur. Landsverk væntar ikki, at vegurin
verður liðugur til tíðina.
Danjal av Rana
- Tíðin er sera knøpp, um nakað
skal vera klárt at lætta um
ferðslutrupulleikarnar,
sum
væntandi vera enn meiri umfat
andi, tá Eysturoyartunnilin letur
upp, skrivar Landsverk í upprit
inum um tunnilsætlan.
Landsverk fer at kýta seg tað,
tey kunnu, men innkomuvegurin
verður neyvan liðugur, tá Eyst
uroyartunnilin letur upp í 2020.
- Tað verður ein avbjóðing at
fáa innkomuvegin heilt lidnan
til Eysturoyartunnilin letur upp,
men tað velst um hvør játtan
verður tøk og nær hon kemur.
Men nú eru vit so tætt uppá, at
nógv er, sum skal ganga upp fyri
at tað skal bera til, sigur Armgarð
E. Steinhólm, deildarleiðari fyri
infrakervi hjá Landsverki.
Í ár eru 6,5 milliónir krónur
settar av á fíggjarlógini til inn
komingarvegin, og Armgarð E.
Steinhólm ásannar, at tað er ov
lítið.
- Vit fáa sjálvandi ikki gjørt
stórarbeiði fyri 6,5 milliónir
krónur, men vit koma í gongd.
Tað týdningarmikla nú verður at
gera nakað av prosjekteringini og
síðani royna at fáa sum mest av
grótinum úr Eysturoyartunlinum
til høldar, sigur hon.
Hon greiðir frá, at serliga til
nýggja strekkið av Kaldbaks
vegnum og niðan á Skarðshjalla
er stórur tørvur á gróti.
- Um vit kunnu nýta grótið
úr tunlinum, sparir tað okkum
nógvar krónur. Skulu vit í staðin
heinta grótið úr Hundsarabotni
fer tað at kosta okkum eini 20
milliónir krónur meiri, sigur hon.
Avtalan millum Landsverk,
Samferðslumálaráðið, Tórshavn
ar kommunu og tunnilsfelagið
ásetir, at landið skal rinda 115
milliónir krónur, tunnilsfelagið
30 milliónir krónur og komm
unan 24 milliónir krónur. Tað
merkir, at gott og væl 100 millión
ir krónur mugu setast av næsta
ár. Tað ivast Armgarð E. Stein
hólm í at verður gjørt.
- Tað mugu í øllum førum
munandi upphæddir setast av.
Um tað verður játtað yvir tvey
ár, so kunnu vit verða komin
heilt yvir til Villingadalsvegin og
verða liðug í 2020, sigur hon.
- Tað kann sjálvandi gerast
trinvíst, men man fær jú ikki
fulla nyttu úr tí, fyrr enn alt er
gjørt, sigur hon.
- Vit arbeiða fram ímóti at alt
er klárt, men nú mugu pengar
skjótt játtast, um tað skal eydn
ast, sigur hon.
gagnnýta innkomuvegin til ymiskt
annað upp í Hoyvíkshaganum, so
tað loysir seg ikki at fara at klórast
um hatta, sigur hann.
Heldur ikki Henrik Old væntar,
at innkomuvegurin verður klárur
til tunnilin letur upp.
- Tað eru nógvar milliónir sum
skulu játtast og alt kann ikki játtast
í einum, sigur hann. Sambært av
taluni við Tórshavnar kommunu
og tunnilsfelagið, skal landið rinda
115 milliónir krónur av vegnum.
6,5 milliónir eru játtaðar í ár, men
Henrik Old sigur, at tær írestandi
109 milliónirnar ikki verða játtaðar
í einum, men vil ikki vátta, at hetta
fer at útseta innkomuvegin.
- Nógv er eftir at gera, eftir at
sprongt er ígjøgnum, so tað verður
neyvan fyrr enn móti sumri í 2020,
at koyrandi verður undir Tanga
fjørð, sigur Henrik Old.
- Tað verður yvir minst trý ár, at
restin av játtanini verður givin. Tað
merkir tó ikki, at einki veðrur klárt,
tá tunnilin letur upp. Nógv kann
gerast, sjálvt um tey ikki fáa allan
peningin í einum, og tunnilsfelagið
og kommunan skulu eisini gera ein
part av vegnum, sigur hann.
tunnilsætlan
enn
vegætlanini.
Millum annað vísir Landsverk á, at
ongar lendiskanningar eru gjørdar
við tunnilsgerð í hyggju. Landsverk
vísir á, at seinasta strekkið av tunl
inum uppi á Vatnaskørðum verður
sera lítið tilfar oman á tunlinum. Tí
má kannast betur, hvørt tað loysir
seg at gera ein tunnil ella heldur at
bara spreingja vegin so langt niður
í lendið.
- Talan er um umfatandi verkløg,
sum skulu byggjast, og serliga
tunnilin fer at taka tíð at fyrireika
við jarðfrøðiligum kanningum og
projektering, so nærliggjandi er at
hugsa, at “løbið er koyrt” frá alt
ernativum loysnum av innkomu
vegnum. Tíðin er sera knøpp, um
nakað skal vera klárt at lætta um
ferðslutrupulleikarnar, sum vænt
andi vera enn meiri umfatandi,
tá Eysturoyartunnilin letur upp,
skrivar Landsverk í uppritinum.
S
RAKAÐAR
Visti tú...
... at hesin innkomuvegurin
einans er fyrsta av trimum
møguligum byggistigum?
Annað stig er ein vegur
frá Krákugjógv út í
Havnadal og triðja
byggistig er úr Havnadali
og út til ein komandi
flogvøll á Glyvursnesi.
Visti tú...
Landsverk væntar
at ferðslan frá
Kaldbaksvegnum
verður umleið 35%
størri enn ferðslan frá
Eysturoyartunlinum.
Gulu linjurnar er innkomuvegurin í avtaluni frá 2016. Bláu linjurnar
er tunnilsuppskotið hjá tunnilsfelagnum. Ljósareyðu linjurnar
eru vegirnir, sum tunnilsfelagið skal gera. Appelsingulu linjurnar
eru íbindingarvegirnir, sum Tórshavnar kommuna skal gera.