týsdagur 20. mars 2018síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. mars 2018 · Nr. 34
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Koyrikort hjá sjúkum
er eitt viðkvæmt evni
Hjá nøkrum sjúklingum við Parkinson kann tað gerast neyðugt at lata koyrikortið inn - ella í minsta lagi at fáa
onkran serkønan at meta um evnini at koyra. Í hesi greinini úttalar neurologur seg um hetta tabu-kenda evnið,
sum koyrikortið hjá einum sjúklingi er
Vilmund Jacobsen
Flestu, sum hava Parkinson, kunnu
koma til tað tíðarskeið í lívinum,
har tey byrja at hugsa um, hvørt
tey framhaldandi hava hug at sita
aftan fyri bilrattið.
Parkinson.dk hevur áður varpað
ljós á koyrikortið og hevur í hesum
sambandi skift orð við sjúklingar
og fakfólk á økinum.
Tilmælini eru felags hjá báðum
pørtum: Tað er rætt at tosa um
ferðslutryggleika frá byrjan, tá fólk
gerast sjúk - júst, soleiðis sum tosað
verður um aðrar avbjóðingar, sum
kanska kunnu standast í kjalavørr
inum av Parkinsonsjúku.
Hjá nógvum hendir tað við aldr
inum, júst sum hjá øllum øðrum,
har sjúklingur við tíðini upplivir
ótryggleika við sjálvi at koyra bil.
Sjúkan kann koma har til, at fólk
merkja tað sum strævið at koyra
bil - at koyringin krevur serstakt
nærlagni og kennist møðsom ella
ótrygg.
Virðismikil eygleiðing
Hjá nøkrum sjúklingum við Parkin
son kann tað gerast neyðugt at lata
koyrikortið inn - ella í minsta lagi
at fáa onkran serkønan at meta um
evnini at koyra.
Jesper Clausen er yvirlækni á
neurologisku deildini á sjúkrahús
inum í Glostrup.
Hann heldur, at eygberingar hjá
teimum avvarðandi eru gull verdar,
tá mett verður um, hvussu leingi
sjúklingur eigur at varðveita koyri
kortið.
Likamliga sigur tað seg ofta
sjálvt, hvussu leingi ráðiligt er at
koyra. Men, kognitivu ella fatan
arligu avbjóðingarnar kunnu við
tíðini gera tað truplari hjá sjúkling
inum sjálvum at meta um, hvørt
viðkomandi framhaldandi kann
taka skjótar og tryggar avgerðir í
ferðsluni.
Eitt viðkvæmt evni
Í arbeiðnum sum neurologur er tað
tí ikki óvanligt, at Jesper Clausen
kemur inn á evnið um koyrikort og
ferðslutryggleika, tá fólk við Park
inson koma til eftirlit ella kanning
ar hjá honum.
Kortini er hetta eitt evnið, sum
verður tikið upp við størsta var
semi og sum ofta gevur høvi til eina
longri samrøðu.
- Hetta er eitt viðkvæmt evni, tí
tað ofta kann vera trupult at taka
koyrikortið frá einum persóni sum
er merktur á gongulagnum. Tað er
tí ofta, at tey avvarðandi taka upp
spurningin um koyringina - um tey
tora, sigur Jesper Clausen.
Hann vísir á, at hjá einum lækna
kann tað vera trupult at finna út
av, hvar sjúklingurin reelt er stadd
ur í mun til veruligu evnini. Tí er
tað eisini ógvuliga týdningarmikið,
at avvarðandi eru partur av til
gongdini frá byrjan.
Hevði tú torað?
Yvirlæknin í neurologi sigur, at tað
eru nøkur logisk viðurskifti, sum
eiga at fáa ávaringarklokkurnar at
ringja.
- Sum avvarðandi kanst tú
spyrja teg sjálvan, um tú hevur hug
at sita í bilinum, meðan hin sjúki
situr við bilrattið - ella, um tú hevði
torað at latið tíni børn ella ommu-
og abbabørn koyrt við viðkomandi.
Jesper Clausen sigur, at um av
varðandi ikki longur eru trygg við
hin sjúka í bilinum, heldur hann, at
spurningurin um koyring eigur at
verða tikin upp við næsta eftirliti
hjá lækna.
- Tá eg taki upp spurningin um
koyrikort saman við sjúklingi og
avvarðandi gongur tað í allar flestu
førum uttan trupulleikar. Ein av or
søkunum er, at spurningurin longu
tá er tikin upp heima við hús. Semj
ast vit um, at sjúklingurin helst
ikki eigur at seta seg aftan fyri
bilrattið aftur, lati eg viðkomandi
vita, at avtalan verður skrásett
í sjúkufrágreiðingini, og tí kann
tað hava fíggjarligar avleiðingar,
um viðkomandi kortini koyrir, og
eitt hvørt hendir í ferðsluni, sigur
neurologurin.
Skrásetingin í sjúkufrágreiðing
ini verður brúkt sum skjalprógv
fyri, at lækni og sjúklingur hava
viðgjørt støðuna, og at sjúklingurin
er greiður yvir tær avleiðingar, sum
kunnu standast, um avtalan ikki
verður hildin.
Koyringin er tabu
Jesper Clausen leggur dent á, at
neurologurin eisini hevur ábyrgd
av at fyrireika sjúkling og avvarð
andi upp á teir trupulleikar, ið
møguliga kunnu koma við sjúkuni,
sum tíðin gongur.
- Eg haldi, at longu, tá sjúkan
verður staðfest, er skilagott at lata
sjúklingin vita, at tann tíðin kann
koma, tá tað kann gerast trupult at
koyra bil á tryggan hátt. Tað kann
eisini vera hent hjá neurologinum
at gera eina avtalu við avvarðandi
um, at tey lata frætta um gongdina,
og síðan verða tingini tikið haðani.
Jesper Clausen heldur, at slíkt
eisini átti at verið eitt týdning
armikið tema at tikið upp í ymisk
um høpi og soleiðis eisini í sjúk
lingafeløgum, soleiðis at tað tabu,
sum er í samband við koyrikortið
hjá sjúklingum, gjørdist tað minni.
Læknaligt koyriforboð
Parkinson kann vísa seg sum kogn
itivar ella fatanarligar avbjóðing
ar, sum kunnu ávirka tað at hava
yvirlit og evnini til at gera fleiri
ting samstundis. Tað er tí eitt gott
hugskot, at sjúklingur og avvarð
andi við jøvnum millumbili tosa
um viðurskiftini - og at støðan
verður tikin upp, tá sjúklingurin er
til kanningar hjá neurologi.
Ein lækni kann eisini skriva
út eitt læknaligt koyriforboð, um
læknin metir, at sjúklingur setir
lív ella heilsu hjá øðrum í váða við
framhaldandi at koyra bil. Í slíkum
føri verður tann, sum fær lækna
liga koyriforboðið, kunnaður um
avgerðina og fær at vita, hvørjar
avleiðingarnar kunnu verða, um
koyringin kortini heldur fram.
Vit skulu ikki fara út í smálutir
um, hvørjar møguleikar ein sjúk
lingur hevur, sum kanska heldur
seg hava fingið koyriforboð av
órøttum, men í slíkum førum er
kærumøguleiki, og í seinasta enda
liggur avgerðin um gildugt koyri
kort hjá Akstovuni.
Kelda: www.parkinson.dk
Sum avvarðandi kanst tú spyrja teg sjálvan, um tú hevur hug at sita í bilinum, meðan hin sjúki situr
við bilrattið - ella, um tú hevði torað at latið tíni børn koyrt við viðkomandi