týsdagur 20. mars 2018síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. mars 2018 · Nr. 34
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Pætur Albinus
Tað hevur gingist væl seinastu
ferðirnar Føroyar hevur spælt
ímóti Lettlandi. Londini bæði vóru
í sama bólki í seinastu HM-undan
kapping, og hvør man ikki minnast
søta
2-0-sigurin,
sum
Føroyar
vunnu í Riga 7. oktobur 2010, har
Sonni Ragnar Nattestad og Jóan
Símun Edmundsson skutu málini.
Eitt ár seinni áttu Føroyar
heimavøll, og hóast vónirnar sjálv
sagt vóru góðar fyri at fáa fulla úr
tøku og møguleikar eisini vóru til
tað í sjálva dystinum, so endaði tað
við málleysum javnleiki. Eftir stóð
tó, at Føroyar høvdu fingið fýra stig
ímóti Lettlandi í undankappingini,
og at Føroyar – yvir tveir dystir –
hevði verið greitt betra liðið.
Hetta skuldarbindur, tí nú Før
oyar og Lettland aftur hittast í
venjingardysti í Marbella í Spania
hósdagin, eru Føroyar útnevndir
sum favorittar. Í øllum førum um
ein skal trúgva alheims veddingar
fyritøkur, sum tó skuldi verið ein
góður mátistokkur nú tær liva av
at meta sannlíkindi í dystum.
Dysturin er mettur at vera
nærum púra opin, men Føroyar
kunnu tó erpa sær av at vera lítlir
favorittar. Sannlíkindini fyri før
oyskum sigri eru 39%, meðan sann
líkindini fyri at Lettland vinnur eru
mett at vera 38%.
Lettland spældi fyrst í februar
venjingardyst ímóti einum skerd
um landsliði hjá Suðurkorea, og
tann dystin tapti Lettland 1-0.
Vinardysturin ímillum Føroyar
og Lettland verður spældur fríggja
dagin kl.17.00 føroyska tíð í San
Pedro de Alcántara í Málaga-lands
lutinum har suðuri í Spania.
albinus@sosialurin.fo
FØROYAR ERU
LÍTLIR FAVORITTAR
Føroyar vunnu fýra stig ímóti Lettlandi síðstu HM-undankapping, og tað
ger Føroyar til favorittar ímóti teimum í venjingardystinum hósdagin
Hópurin hjá Føroyum
Málverjar
Gunnar Nielsen (FH, Ísland)
Teitur M. Gestsson (HB)
Trygvi Askham (B36)
Verjuleikarar
Jónas Tór Næs (B36)
Atli Gregersen (Víkingur)
Odmar Færø (B36)
Ari Mohr Jónsson (Sandnes ULF,
Noreg)
Rógvi Baldvinsson (Bryne, Noreg)
Sonni Ragnar Nattestad (Molde,
Noreg)
Alex Mellemgaard (B36)
Miðvallarar
Kaj Leo í Bartalsstovu (ÍBV,
Ísland)
Gilli R. Sørensen (Brann, Noreg)
Rene Shaki Joensen (Grindavík,
Ísland)
Sølvi Vatnhamar (Víkingur)
Hallur Hansson (AC Horsens,
Danmark)
Brandur H. Olsen (Randers,
Danmark)
Gunnar Vatnhamar (Víkingur)
Áleyparar
Patrik Johannesen (Florø, Noreg)
Jóan Símun Edmundsson (OB,
Danmark)
Klæmint A. Olsen (NSÍ)
Hópurin hjá Lettlandi
Málverjar
Andris Vanins (FC Zürich, Sveis)
Pavels Steinbors (Arka Gdynia,
Pólland)
Kaspars Ikstens (Rigas Futbola
skola)
Verjuleikarar
Vladislavs Gabovs (Pafos, Kýpros)
Vitalijs Jagodinskis (Politehnica
lasi, Rumenia)
Kaspars Dubra (Rigas Futbola
skola)
Gints Freimanis (Spartaks
Jurmala)
Nikita Kolesovs (Ventspils)
Miðvallarar
Olegs Laizans (Riga)
Igors Tarasovs (Slask Wroclaw,
Pólland)
Glebs Kluskins (Rigas Futbola
skola)
Davis Indrans (Rigas Futbola
skola)
Jevgenijs Kazacoks (Rigas Futbola
skola)
Roberts Savalnieks (Rigas
Futbola skola)
Kritians Damians Torress (Liepaja)
Dmitrijs Hmixs (Liepaja)
Eduards Emsis (METTA/Latvijas
Universitate Riga)
Raivis Andris Jurkovskis (Liepajas)
Áleyparar
Valerijs Sabala (Podbeskidzie
Bielsko-Biala, Pólland)
Edgars Gauracs (Spartaks
Jurmala)
Roberts Uldrikis (Rigas Futbola
skola)
Vladislavs Fjodorovs (METTA/
Latvijas Universitate Riga)